fyrstani varð hildið, at tað var feitt frá grillini, sum var runnið niður á fløskuna, sum eldur var í. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hetta vísti seg kortini ikki at vera orsøkin til eldin [...] átaksleiðaran í Eysturkommunu. - Átaksleiðarin kundi vissa løgregluna um, at eingin vandi var fyri, at gassfløskan úr plasti fór at spreingjast, sigur vaktleiðarin. Hvussu tað gekk við tí, sum lá á grillini [...] eldin. - Orsøkin var, at ein feilur var í ventilinum niðri á gassfløskuni, og tí var eldur komin í. Sum skilst var hetta ein plastfløska. Hol kom eisini á fløskuna, men her var tíbetur eingin spreinging
støðina til avhoyringar. Vaktleiðarin sigur, at eftir at maðurin var avhoyrdur um hendingina á Herberginum, varð hann latin leysur. - Men, tað er ikki í lagi at hótta starvsfólk, og tí verður maðurin nú eisini [...] í Havn. Her hevði ein maður, sum búði á Herberginum, hótt starvsfólk so mikið ógvusliga, at tey gjørdu av at senda boð eftir løgregluni. - Um somu tíð, sum henda fráboðan kom, fingu vit eisini fráboðanina [...] maðurin, sum hevði hótt starvsfólk, horvin. Løgreglan skilti tó, at maðurin nú var á veg til Suðuroyar við Smyrli. - Vit syrgdu fyri, at løgreglan stóð fyri honum, tá hann kom í land á Drelnesi, og haðani
fýra dagar - frá seinasta fríggjamorgni at rokna, men partarnir samdust um at leingja vápnahvíldina við fyribils tveimum døgum aftrat. Hetta er triðju ferð, at amerikanski uttanríkisráðharrin vitjar í [...] leiðarar, og umrøðast skal, um tað ber til at leingja galdandi vápnahvíld, sum altso gongur út stundisliga í morgin. Vápnahvíldin hevur gjørt tað møguligt at fáa neyðhjálp inn til líðandi sivilfólkið í [...] gíslar leysar, og Ísrael hevur latið palestinskar fangar leysar. Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at amerikanski uttanríkisráðharrin eisini skal hitta palestinska forsetan á Vestara Áarbakka, Mahmoud
Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? - Ja, vit hava eitt ordiligt granntræ, sum vit plaga at seta upp og pynta umleið eina viku fyri jól. Ert tú farin at hugsa [...] jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma? - Vit lata jólini koma. Tó syrgja vit fyri, at frystiboksin er full, og at kjøt er í hjallinum. Tað sigur Húngerð N. Arabo. Hevur tú pyntað til jólar og gert tú [...] nógvar gávur verður tað til? - Ja, og eg hugsi enn, sigur Húngerð N. Arabo brosandi. Hon sigur, at hon fer at keypa einar 20 jólagávur. - Eg hugsi fyrst og fremst um børn og ommubørn, og so fær maðurin eisini
heldur ikki til at tvinga nýggjar eigarar til at lata aftur tað, sum hald er lagt á, verður sagt. Hugsanin er í staðin, at vandin fyri tiltøkum skal verða við til at at fáa tey til ikki at góðtaka loyvi [...] loyvi hjá Russlandi at taka yvir virksemi hjá virkjunum í landinum. /ritzau/
hann burturvístur úr Føroyum við innferðarforboði í trý ár. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at útlendingar, sum koma til Føroya og ikki duga sær hógv, standa rættiliga veikir. Tá tú annars eingi tilknýti [...] lógina her heima, er lutfalsliga skjótt at verða dømdur og vístur av landinum eitt ávíst áramál. - Hamarin fellur lutfalsliga harðari fyri útlendingar, sum koma higar at ferðast ella í arbeiðsørindum við fyribils [...] Í morgun hoyrdu vit um, at ein eysturlendingur, sum var ágangandi móti einum tollara á flogvøllinum í Vágum leygarkvøldið, er dømdur 30 dagar treytaleyst fongsul. Tá hann hevur sitið dómin, verður hann
søguliga lønarlyftið til lægstløntu umsorganarstarvsfólkini fer at lætta um gerandisdagin hjá nógvum. Eri hørm um, at hetta slóðbrotandi risafet at rætta skeiklingina av lønarójavnanum innan sokallaði kvinnustørvini [...] neiliga umtalu frá andstøðuni, sum EINKI gjørdi í undanfarnu samgongu fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar og gera tað meira lokkandi at starvast innan umsorganarøkini. Súsanna Bertholdsen , løgtingkvinna fyri [...] Í fleiri ár hevur verið ávarað ímóti stóra starvsfólkatrotinum innan umsorganarøkið, sum fer at raka sera meint, um einki verður gjørt. Ein orsøk til hetta er lønarlagið. Hesum hava vit tikið ábyrgd av
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eina tilkomna kvinnu og ein mann í bilinum, sum eisini var tilkomin. Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. - At síggja til spældi alt rímiliga [...] rímiliga væl av, men tað er ikki óhugsandi, at kvinnan fekk eitt minni beinbrot. Løgreglan sigur, at hendingin fór fram beint eftir døgurða, so tað var ikki myrk, tá óhappið hendi. Sum skilst, er eingin [...] tá óhappið hendi. Vaktleiðarin sigur, at nú jólini nærkast eru nógvir bilar og nógv fólk úti á vegunum. - Tí ræður ræður um bæði hjá gongufólki og bilførarum at ansa serliga væl eftir, sigur løgreglan
Síðani tað varð greitt, at Valerijs Sabala ikki fór at halda fram í B36, hevur tað verið greitt, at felagið arbeiddi við at finna nýggjan álopsspælara. Nú hevur B36 skrivað undir sáttmála við nýggjan [...] álopsspælara. Tað er Gutti Dahl-Olsen, sum hevur skrivað undir uppá, at hann tvey tey næstu árini fer at spæla við B36. Gutti Dahl-Olsen er 21 ára gamal, og higartil hevur hann bara umboðað barndómsfelagið [...] ferðir á U21 landsliðnum, og hann skoraði trý mál. Fyri einari lítlari viku síðani boðaði B36 frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kryger Lindh, sum tvey tey seinastu árini hevur spælt
tí fyri eyga, at koma víðari aftur. Í summar skrivaði 31 ára gamla trongisvágsingurin ein eitt ára sáttmála við Vejle BK í donsku Superliguni. Felagið sigur, at partarni eru samdir um at enda samstarvið [...] og skaðar hava gjørt, at tíðin hjá Gilla í Vejle tíverri ikki hevur verið sum partarnir høvdu ynskt. Við tanka um flytingarvindeygað í januar, so er tað best fyri báðar partar at steðga her, sigur ítr [...] Vejle BK boðar frá, at sáttmálin millum felagið og Gilla Rólantsson er slitin. Føroyski landsliðsspælarin hevur spælt við Vejle síðani í summar, men tað bliv bara til sjey dystir. Gilli Rólantsson tók