Í fleiri ár hevur verið ávarað ímóti stóra starvsfólkatrotinum innan umsorganarøkið, sum fer at raka sera meint, um einki verður gjørt.
Ein orsøk til hetta er lønarlagið. Hesum hava vit tikið ábyrgd av og hava gjørt nakað við.
Lønarlyft kom við í samgonguskjalið, og hin 1. januar 2024 verður søguliga lønarlyftið veruleiki.
Hetta er eitt stórt stig rætta vegin fyri at bøta um søguliga lønarójavnan, sum serliga hevur verið galdandi innan umsorganarøkini, har ein stórur partur av starvsfólkunum eru kvinnur.
1. januar 2024 hækkar lønin hjá hjálparfólkum, sum starvast innan barna-, almanna- og eldraøkið, hjá námsfrøðingum, námsfrøðihjálparum, heilsushjálparum og hjá heilsurøktarum.
Tað, sum er gott, er gott og søguliga lønarlyftið til lægstløntu umsorganarstarvsfólkini fer at lætta um gerandisdagin hjá nógvum.
Eri hørm um, at hetta slóðbrotandi risafet at rætta skeiklingina av lønarójavnanum innan sokallaði kvinnustørvini bert fær neiliga umtalu frá andstøðuni, sum EINKI gjørdi í undanfarnu samgongu fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar og gera tað meira lokkandi at starvast innan umsorganarøkini.
Súsanna Bertholdsen,
løgtingkvinna fyri Javnaðarflokkin











