Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Vit lata jólini koma. Tó syrgja vit fyri, at frystiboksin er full, og at kjøt er í hjallinum.
Tað sigur Húngerð N. Arabo.
Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?
- Nei, ikki enn, men vit pynta bæði inni og úti við litaðum perum, og eg elski litaðar perur.
Plaga tit at hava jólatræ - úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?
- Ja, vit hava eitt ordiligt granntræ, sum vit plaga at seta upp og pynta umleið eina viku fyri jól.
Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?
- Ja, og eg hugsi enn, sigur Húngerð N. Arabo brosandi.
Hon sigur, at hon fer at keypa einar 20 jólagávur.
- Eg hugsi fyrst og fremst um børn og ommubørn, og so fær maðurin eisini okkurt, leggur hon aftrat.











