Í morgun hoyrdu vit um, at ein eysturlendingur, sum var ágangandi móti einum tollara á flogvøllinum í Vágum leygarkvøldið, er dømdur 30 dagar treytaleyst fongsul.
Tá hann hevur sitið dómin, verður hann burturvístur úr Føroyum við innferðarforboði í trý ár.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at útlendingar, sum koma til Føroya og ikki duga sær hógv, standa rættiliga veikir.
Tá tú annars eingi tilknýti hevur til Føroyar, og tú brýtir lógina her heima, er lutfalsliga skjótt at verða dømdur og vístur av landinum eitt ávíst áramál.
- Hamarin fellur lutfalsliga harðari fyri útlendingar, sum koma higar at ferðast ella í arbeiðsørindum við fyribils uppihaldsloyvi, tí soleiðis er rættarprinsippið.
Vaktleiðarin sigur, at sjálvandi hava flestu mál meira enn eina síðu, sum hann tekur til, men tað skal ikki nógv til, áðrenn ein útlendingur kann verða vístur úr Føroyum.
- Hetta hendir ikki ofta, men tað kemur meira enn so fyri, visti løgreglan at siga í morgun.