Í gjár var eitt ferðsluóhapp á Hálsi í Havn, har ein kvinna, sum fór yvir um vegin við Jysk á Hálsi, var ákoyrd av einum bili.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eina tilkomna kvinnu og ein mann í bilinum, sum eisini var tilkomin.
Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
- At síggja til spældi alt rímiliga væl av, men tað er ikki óhugsandi, at kvinnan fekk eitt minni beinbrot.
Løgreglan sigur, at hendingin fór fram beint eftir døgurða, so tað var ikki myrk, tá óhappið hendi.
Sum skilst, er eingin gonguteigur tvørtur um vegin, har kvinnan varð ákoyrd, men her er ein bunga á vegnum ístaðin.
- Men, ein bunga er ikki gonguteigur. Bilførarin segði seg ikki hava sæð kvinnuna á vegnum, tá óhappið hendi.
Vaktleiðarin sigur, at nú jólini nærkast eru nógvir bilar og nógv fólk úti á vegunum.
- Tí ræður ræður um bæði hjá gongufólki og bilførarum at ansa serliga væl eftir, sigur løgreglan.