MEN tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv skattatrýstið kann lækka. Tað lækkaða skattatrýstið hevur økt keypiorkuna, meiri peningur er komin í umfar og innflutningurin er øktur. Men tað er bara ein [...] ein síða. Á hinum bógnum er fiskiskapurin øktur munandi, men henda rávøra er komin alt ov lítið til sættis her á landi, og virðisøkingin í útflutningi er alt ov lítil vegna atgerðarloysi borgarliga land [...] landsstýrisins. HARAFTURAT er spurningurin, hvussu leingi nóg mikið av peningi er at reka samfelagið fyri, tí ein dag er spurningurin, um samfelagið hevur ráð til summar vælferðartænastur. Tá spyr fólkaflokkurin
landsfundinum herfyri. TAÐ er tí greitt, at taka vit spurningin um økt sjálvstýri ella loysing, so er valið í veruleikanum millum tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin. Tvs. her er talan um eitt val millum [...] hjá øllum flokkum. Og her er eitt tað størsta framtíðar sambandið millum Føroyar og Danmark. EINAFERÐ sá út til, at her fór at verða ein polarisering millum tjóðveldi og samband. Nú sambandsflokkurin [...] EINGIN ivi er um, at hetta valið til løgtingið verður eitt av teimum mest spennandi. Við kreppuni og bankamálinum í kjalarvørrinum er greitt, at nógv stórpolitisk mál fara at verða fremst á valskránni
seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara [...] Olafsson. Slík avgerð løgmans er kanska eitt hitt besta dømið um, at løgmaður dugur ikki og vil ikki gera brúk av sínum bestu og mest kvalifiseraðu ráðgevum og kreftum. Er tað nakað, sum ikki hóvar honum [...] undirgravar okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir
EITT orð er eitt orð og ein maður er ein maður. Jóannes Eidesgaard stóð til tað seinasta við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í [...] sigast, at hetta er eitt úrslit av tí arrogancu og vanvirðandi viðferð sum Nyrup og hansara fólk góvu føroyska javnaðarflokkiinum og føroyingum, meðan kreppan var uppá tað ringasta. Nú er at koma víðari [...] javnaðarkvinnu. Vinstramaðurin vann lutakastið. Hetta skal nú sami Jóannes Eidesgaard lastast fyri, og tað er eftir okkara tykki bæði skeivt og órættvíst. Í EYGUNUM hjá mongum dønum og helst eisini einstøkum
linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki ÓB sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað, men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at marknaðarføra fólkaflokkin [...] NÚ valið nærkast er rætt at seta kikaran á fólkaflokkin og hansara afturvendandi fríggjarí til sambandið. Er fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann [...] nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin
vánaligari og órættvísari avtalu. Er Jóannes Eidesgaard og hansara fólkatingsessur ein trumfur hjá Føroyum, eiga vit at brúka henda, er hann til okkara felags besta. Nú er umráðandi at forða løgmanni í at [...] komandi fundum við danir, er besta dømi um tann lítla álvara hann leggur í landsins framtíð. EDMUND JOENSEN hevur sagt seg frá sum samráðingarleiðara og soleiðis verður tað. Her vendist ikki við aftur. Føroya [...] hevur verið á fundi við Nyrup er stórt spell. Heldur áttu teir at virðismett støðu og leiklut hansara. Sjálvandi eigur ein føroyskur fólkatingsmaður at gera alt hann er mentur fyri at tala søk føroyinga
árið. MEN tað er so sanniliga munur á at sigla um Lorvíksfjørð og so Suðuroyarfjørð. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar [...] Suðuroyarfjørð. Tað er væl skiljandi, at suðuroyingar eru misnøgdir fyri ikki at siga í øðini. Dúgvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorvíksfjørð, og tað er eingin loyna, at tey [...] SLAN er sjálv meginlívæðrin í føroyska samfelagnum. Tað er hon, sum knýtir samfelagsrenslið saman. At suðuroyingar krevja at hava eitt gott skip at røkja siglingina millum oynna og meginlandið er einki
Álvaratos ? er hetta seriøsur politikkur ? er her talan um ein flokk ella ein hóp av einstaklingum, sum draga hvør sína línu, alt eftir hvussu tú fær flestar atkvøður í posan. SOLEIÐIS er fólkaflokkurin [...] munnu verða so útspekuleraðir, at her at her má talan verða um avtalað spæl. At tú telvar soleiðis, at ein tingmaður skal vera fyri , um somu tíð sum landsstýrismaðurin er ímóti, og at hetta í síðsta enda [...] umboðini úr einum og sama flokki kunnu hava til eitt stórt og álvarsligt mál ? um ætlanin er at reka flokspolitikk. EITT er tað, at Jørgen Niclasen verjir undirsjóvartunnilin um Vestmannasund, meðan partamaður
til at fáa umboðini. Men stutt er niður til sambandsflokkin og javnaðarflokkin. HÓAST talan er um val til eitt danskt ting, so er greitt, at fólkatingsvalið er eisini er eitt slag av startskoti til lø [...] NÚ bert ein vika er til fólkatingsvalið er stórur spenningur um úrslitið av valinum. Seinasta veljarakanningin vísir nevniliga, at tað er sera tætt millum teir fýra stóru flokkarnar, minni enn 4%. SAMBÆRT [...] HYGGJA vit so eftir tølunum, so er greitt, at tað eru tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokkurin, sum standa til størstu framgongdina, meðan sambandsflokkurin er tann, sum er taparin. Eftir okkara tykki kann
ávíst slag av oljufelag. Hvussu skilagóð er ein slík íløga ? er hetta besti mátin hjá privata kapitalinum í landinum at fáa part av komandi oljuvinninginun ? er hetta skilabesti vegurin at ganga, hugsa [...] AT fáa sakligt og kvalifiserað orðaskifti í gongd í Føroyum er mangan torført fyri ikki at siga ómøguligt. Tað er sum um at partapolitikkur og lokalpolitikkur á ein ella annan løgnan hátt leggur sína køvandi [...] meira fjølbroyttan búskap ella sum tikið verður til: nú búskapurin fær fleiri bein at standa á ? nú oljan er í eygsjón ? hevur tað verið okkara vón, at vit fingu orðaskiftið í samfelagnum uppá á eitt hægri