við veruligum sorli. Men ein blanding av líkasælu frá gestunum og framúr málmansspæli frá Lars Black bar tó við sær, at Kyndil seinastu 20 minuttirnar fekk pynta munandi um máltalvuna, sum eitt skifti vísti [...] vísti 8-18! Soleiðis minkaði munurin heilt fitt seinastu 25 minuttirnar, men tá var alt avgjørt, og spennandi gjørdist tað ongantíð. Hjá Kyndli skoraði Hans Áki Dal-Christiansen 6 mál. Sveinur Justinussen
Bendtner so óheppin at gera sjálvmál, so Spurs vóru á odda 2-0 í hálvleikssteðginum. Stutt eftir temunnin í hálvleikinum økti Robbie Keane til 3-0, og eftir 60 minuttir var alt avgjørt, tá Lennon skoraði til [...] Stead Melbranque til endaliga úrslitið 5-1. So Tottenham vann samanlagt 6-2. Í morgin leika Everton og Chelsea hina hálvfinaluna á Goodison Park í Liverpool. Fyrri dysturin teirra millum endaði 1-1.
á odda 3-0. AIK vann 2-0 á útivølli. Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 8-0 sigur. Johan Hove og Anton Jonsson Saletros skutu tvey mál hvør. Erik Flataker skoraði eitt mál, og so gjørdi Paide eisini
Høgni møguleikan at fáa Egor niður við nakkanum við 19. Qc3 Nxh2 20. Nd6+ Kd8 21. Kxh2 Nc6 og hvítur vinnur ein mann 22. d5 19... Be3+ 20. Kh1 Nd3 21. Nd6+ ... Her glapp annar møguleikin Høgna úr hendi
13 til 20 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig. Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, og harðar [...] Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 2 og 5 stig. Týsdagin [...] Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig. Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul
NSÍ-málverjanum, men skotið brast í stólpan og út. Tá fekk NSÍ eina ávaring, og teir tóku seg saman. Verjan var tøtt og ÍF kom ikki til fleiri opnar kjansir. Tá 20 minuttir vóru spældir legði toppskjúttin [...] Eliasen fram í álopið, og tá gjørdist nakað tunt í verjupartinum. Og NSÍ straffaði eisini fuglfirðingar fyri hetta. Eftir kontraálop gjørdist Helgi L. Petersen leysur og hann skoraði til 2-0. Hetta var í síðstu [...] síðstu minuttunum, og dysturin var avgjørdur. Hjá ÍF manglaðu bæði Eyðálvur Petersen og álopsmaðurin Egil Zachariasen, og tað merktist á liðnum. Hjá NSÍ vóru allir teir vanligu við, og runavíkingar fegnaðust
farin av 20 á G!, og á spæliplássinum í løtuni er tað Enekk, ið framførir síni løg og yrkingar úr savninum 'Yrkingar' eftir Janus Djurhuus. Meðan veðrið er av tí allar fagrasta, bæði standa og sita nógv [...] drykkjuvørur, og tónarnir eru soleiðis at fólk bæði kunnu sita, standa og práta og lurta, meðan Kári Sverrison syngur hesar vøkru mildu yrkingar. Av hesum er stemningurin øgiliga góður, og tað merkist á [...] nógv fólk og lurta eftir Enekk, ið við sínum stilla tónleiki bergtekur mannfjøldina. Pallurin er sera vælplaseraður, og meðan børnini hugna sær á spæliplássinum fáa foreldrini alt við, sum fer fram á pallinum
bygdarstevnan á Strondum, og var talan um fyrsta av íalt seks umførum. Næsta umfarið verður um tvær vikur á norðoystevnu. Líkindini at renna vóru ikki av teimum besta. Regn og vindur var, men hóast hetta [...] Lorentzen. Hjá kvinnunum var tað Brynhild Absalonsen, sum kom fyrst og mál. Hon var hálvan minutt undan Ellu Joensen úr Kollafirði, og síðani var eitt fitt petti niður til næstu rennararnar. Úrslitini av [...] 4739Barbara DebesEiriksfoss1995Bragdið26 581Edna MariaDebes1997Bragdið23 683Ása EgilstoftNielsen1997Frælsi20 784AtaJoensen1997Skáli Dreingir -10 (f. 1995-97) - 1,370 km Nr.Min.Sek.FornavnEftirnavnÁrg.FelagStig
verða túrarnir klokkan 08.30 og 16 úr Havn og klokkan 11 og 18.30 av Krambatanga ikki sigldir. Tað vil siga, at í morgin siglir Smyril av Tvøroyri klokkan 06.00 og úr Havn aftur klokkan 21.15. [...] vindi seinni í dag og í morgin, upp í 25 m/s, í hvirlunum, og nú hevur Strandferðslan valt at avlýsa seinastu túrarnar hjá Teistanum í dag. Seinastu túrurin úr Skopun verður klokkan 16.35 og av Gomlurætt klokkan [...] klokkan 17.20. Siglingin hjá Smyrli er eisini broytt, tó ikki fyri veður. Har er tað bógskrúvan, sum skal umvælast. Seinastu túrurin úr Havn í kvøld er fluttur frá klokkan 18.30 til 21.15, og í morgin verða
seinna hálvleiki var NSÍ meiri við, og tá gekk tað sera javnt fyri seg. Tað sang eftir í mongu nærdystunum og taklingunum, og tað gekk fyri seg úr øðrum endanum og í hin, og tað vóru nógvar spentar støður í [...] Hugburðurin og avrikið í kvøld vóru staðfesting av, at um skálamenn flyta niður, og teir varðveita fólkið, so verður steðgurin millum teir næstbestu stuttur. NSÍ vann eitt stig og flutti frá áttanda og fram á [...] NSÍ, og úrslitið var 1-1, eftir at heimaliðið var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Skálamálið stórar tíggju minuttir undan steðginum varð skorað eftir álop í vinstru og flatt innlegg, og so var