Møguliga stormur mánadagin

Í nátt liggur eitt lágtrýst nærum í stað beint sunnan fyri Ísland og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum av vestri. Væntandi fer eitt, fyri árstíðina rættiliga sterkt, lágtrýst á veg í ein landnyrðing tætt fram við Føroyum mánadagin, men bæði leiðin og styrkin eru enn nakað óviss. Mikudagin fer eitt nýtt lágtrýst á veg í ein landnyrðing framvið vestan fyri Føroyar.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið snarar í ein sunnan. Sólglottar, men eisini ælaveður. Sunnunáttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 20 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein st´ruk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Tað klárar í, tó enn ælaveður. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vind upp í skrið av landsynningi, 13 til 20 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, og harðar hvirlur. Vindurin minkar spakuliga út á dagin. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Seinni øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millu 6 og 9 stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í skrið, 10 til 17 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í, tó ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Veðurtíðindini frá norska veðurstovninum yr.no eru at finna her.