Nógv fólk til Enekk

Klokkan er farin av 20 á G!, og á spæliplássinum í løtuni er tað Enekk, ið framførir síni løg og yrkingar úr savninum 'Yrkingar' eftir Janus Djurhuus.

Meðan veðrið er av tí allar fagrasta, bæði standa og sita nógv fólk og lurta eftir Enekk, ið við sínum stilla tónleiki bergtekur mannfjøldina.

Pallurin er sera vælplaseraður, og meðan børnini hugna sær á spæliplássinum fáa foreldrini alt við, sum fer fram á pallinum.

Við pallin eru básar settur upp, har fólk kunnu keypa sær drykkjuvørur, og tónarnir eru soleiðis at fólk bæði kunnu sita, standa og práta og lurta, meðan Kári Sverrison syngur hesar vøkru mildu yrkingar. Av hesum er stemningurin øgiliga góður, og tað merkist á fólkið at tey hugna sær óført.