Tottenham legði út sum eitt óløgið. Longu eftir tríggar minuttir hevði Jermain Jenas lagt Spurs á odda 1-0. Í 27 minutti var danski Niklas Bendtner so óheppin at gera sjálvmál, so Spurs vóru á odda 2-0 í hálvleikssteðginum. Stutt eftir temunnin í hálvleikinum økti Robbie Keane til 3-0, og eftir 60 minuttir var alt avgjørt, tá Lennon skoraði til 4-0. Adebayor pyntaði til 4-1, men í síðsta minutti skoraði Stead Melbranque til endaliga úrslitið 5-1. So Tottenham vann samanlagt 6-2. Í morgin leika Everton og Chelsea hina hálvfinaluna á Goodison Park í Liverpool. Fyrri dysturin teirra millum endaði 1-1.