verður millum annað sagt, at tey í eldrabólkinum við miklum harmi og stórari undran hava verið noydd at fylgja við teirri ófatiligu og syrgiligu lagnuni, sum eldrasambýlið undir Kráaarbrekku hevur fingið [...] vísir á, at tað vegna umsitingarligar tvørleikar frá landsmyndugleikunum, har tað fyrst snúði seg um at fáa sett leiðara, og tá tað starvið við tógvið stríð langt um longi varð greitt, so gjørdist orrusta [...] at lata upp fyri borgarunum alt fyri eitt, og vísa tey á tann øgiliga tørvin, sum er á økinum. Skrivið er undirskrivað av øllum seks limunum í áhugabólkinum, og tær eru: Maria Klein, húsmóðir, Kala Lómaklett
Vitnini breiðkaðu kjakið og gjørdu tað spennandi, men fyri føroyingar var ikki so nógv nýtt í sendingini. Sendingin var fyrst og fremst ætlað donskum lurtarum sum upplýsing, og til tað var hon góð, sjálvt [...] hann hevði kortini ikki væntað, at hetta fór at henda so skjótt, og saknaði hann tí eisini í sendingini svar upp á, hví hetta hendi júst nú og eitt nú ikki fyri tíggju árum síðani ella kanska um tíggju ár [...] sum heild - tí tað er ov sjáldan, at ein hoyrir danir rósa felagsskapinum og viðurkenna Grønland og Føroyar. Sæð við donskum brillum verður tað eitt stðrt tap fyri Danmark, um ríkiseindirnar fara frá hvørjum
í dag kenna tykkum etiskt, moralskt og andaliga svikin av og greið frá tykkara vónbrotum, stúranum og ótta. Kanska onkur teirra vaknar og torir at gera Kristini og Bjarna avrikið eftir, fyrren ikki tá [...] Kristin og Bjarna, sum á besta odontologiska hátt hava megnað at trekt tenn úr fiskivinnuuppskoti samgongunnar- og alla æru og tøkk eiga teir fyri tað, sigur Jenis av Rana. - Nú droymi, vóni og biði eg [...] djørv samgongufólk sum Bjarni og Kristin. Løgtingsfólk, sum vilja ganga í fótasporum teirra og fríða land okra frá øðrum oyðileggjandi ætlanum, samgongan hevur. Her hugsi eg fyrst av øllum um álopið á kristna
hava eitt gott og vælvirkandi trygdarnet undir vælferðarsamfelagnum. Til tey, sum ikki klára dagin og vegin, til okkara sjúku, veiku og gomlu. Samfelagið er komplekst og hongur saman. Fólkaflokkurin hevur [...] tann 8. dec. Hetta er alneyðugt og avgjørt best givna atkvøðan, um vit ynskja eitt borgarligt landsstýri. Latum okkum fylkjast um fólkaflokkin og gera hann stóran og sterkan, so hann ikki verður til at [...] okkara land og sum framvegis fara at gera tað. Fólkaflokkurin er besta valið, um vit ynskja eitt borgarligt stýri. Ágrýtni, áræði og ábyrgd skal lønast – ikki revsast. Tað skal løna seg at arbeiða og at arbeiða
kunnu vit spyrja, hvør eigur lívið í strandfersluni í dag? Svarið er einfalt, tað er Smyril, fyrst og fremst og uppaftur meira tá ið norðoyatunnilin er liðugur. Tí haldi eg tað er ein sjálvsagdur lutur, [...] millum Streymoynna og Sandoynna, og at farið verður av Hvalba á Sandoynna við einum fyri vinnulív og ferðafólk hóskandi skipi, sum siglur reguliga ? til fast samband er millum Viðareiði og Sumbiar. Smyril [...] Kanska skulu vit bara halda okkum til verandi farleið, og bora hol millum Sandoynna og Suðuroynna fyrst. Ja, hví ikki?! Suðuroyggin er longst burtur og tískil mest hótt. Òmøguligt? Bara í hugaheiminum, ikki
er bert saman, at vit og tit eiga eina framtíðar oyggj, har vit øll trívast og hava tað gott. Nú bý- og bygdaráðini eru mannað av nýggjum, er mín áheitan á tey, at tey lata vit og skil ráða, nú tey hava [...] ikki í føðingini, hon var búgvin og hon var okkara. MEN tíanverri, soleiðis er politikkur vorðin, fólkavaldir menn og kvinnur gera rossahandlar, ið eru løtuvinningar, og neyvan hugsa teir um avleiðingarnar [...] heild og byggja varðar hareftir. Tað gera teir ikki í løtuni, har teir fara í bløðini at togtogast um, hvør vil byggja nakað gott upp her suðuri, og hvør vil bróta niður. Tað, at teir alment siga og meina
tá í eina tíð lítið og einki merkt til skaðan, sum so ofta áður hevði argað, og tí helt hann, at beinini - framleiðslutól hansara - nú aftur megnaðu at taka avbjóðingina á seg. Og eingin - eingin - sum [...] bestu spælarunum í Danmark, og hann kappast hvønn dag við hesar um pláss á superliguliðnum, sum hevur vunnið danska meistaraheitið tvær. Men fyrst av øllum, so eiga bæði vit og landsliðsvenjararnir at seta [...] liðin gott og væl fýra ár síðani, at okkara fremsti fótbóltsspælari, Todi Jónsson, seinast var at síggja á fótbóltslandsliðnum. Mong vóru tey, sum ilskaðust um avboð hansara í síni tíð, og tó at grundgevingin
at kunna tingið fyrst og fremst og harafturat fólkið, áðrenn týðandi mál og kabinettspurningar verða løgd fram. At Føroya stjórn verður løgd lamin av tunnilsmálinum og fiskidagamálinum líkist ongum. Hetta [...] verið sera vánaligt, og nógv er at fýlast á. Fyrst av øllum er tað út av lagið vánaligt, at nógv mál verða løgd fram fyri tingið, uttan at Føroya fólk er kunnað. Landstýrismenn og løgtingsmenn eiga at [...] Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum, og Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, bóru seg býttisliga at. Tað er skeivt av Torbirni Jacobsen og samgonguni at skunda eitt so týðandi mál
økini at spæla og menna seg í. Her møta børnini náttúruni og veðrinum og uppliva og læra við kroppinum fremst, við fótum, hondum, eygum, oyrum, holdi - við øllum sansum opnum, viðkvæmum og nærverandi heilt [...] barnagarðs- og skúladagar. Fantastiskt stað! Her hava børn í nógvum ættarliðum svomið, kava, fanga síl og spælt og gloymt seg sjálvan burtur í oceanum av hugdýpandi tíð. Tað er sunt, stuttligt og spennandi [...] eru hørð, onnur bleyt og aftur onnur eru flótandi og køld. Forvitni stingur alla tíðina høvdið fram fyri at uppliva tingini og fáa meira at vita. Her finna barnagarðsbørnini stórir og avbjóðandi steinar,
hoyra, at nú kommunan hevur gjørt íløgur og hevur ynski um sertilboð, at tað so er umsitingin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum forðar fyri, at børnini í størsta og fyltasta skúlanum, ikki kunnu hava eitt [...] Argjahamri nóg stórt grundarlag fyri at fylla serflokkarnar sjálvur. Barna og útbúgvingarmálaráðið eigur at taka barnsins besta fyrst, og ikki mæla til at flyta børn, ið longu hava tað torført! Vit eiga at leggja [...] býráðslimur í Tórshavnar býráð og stýrislimur í skúlastýrinum í Skúlanum á Fløtum vil eg hervið heita á landsstýrismannin, um at fara inn í málið um sertilboðið Rásina og tryggja, at Rásin heldur áfram