Áheitan: Ring til tín politikara

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, heitir í dag á svikna veljaran, um at seta seg í samband við tann politikara tey hava valt, fyri at siga hesum, hvussu tey upplivað førda politikkin. Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at besti hátturin hjá svikna veljaranum at siga sína ónøgd er, við at seta seg beinleiðis í samband við tann tey valdu við seinasta løgtingsval.  

 

 

- Tá eg frætti um endaliga fiskivinnuuppskot samgongunnar, kom eg at hugsa um tannlæknar, ikki vanligar tannlæknar, men teir báðar, Kristin og Bjarna, sum á besta odontologiska hátt hava megnað at trekt tenn úr fiskivinnuuppskoti samgongunnar- og alla æru og tøkk eiga teir fyri tað, sigur Jenis av Rana. 

 

 

 

 

- Nú droymi, vóni og biði eg eftir, at tað finnast eins djørv samgongufólk sum Bjarni og Kristin. Løgtingsfólk, sum vilja ganga í fótasporum teirra og fríða land okra frá øðrum oyðileggjandi ætlanum, samgongan hevur. Her hugsi eg fyrst av øllum um álopið á kristna siðaarvin, á vegleiðingar bíbliunnar og á Skaparan sjálvan, sigur tingmaðurin og heldur fram.

 

 

 

 

- Fiskivinnureformurin, sum farnu samgongan tíverri klandraði burtur og sum teir báðir tíbetur broytti til eina tannleysa dagføring, er fyri peanuts at líkna móti t.d. pensiónsætlanini, har samgongan longu hevur slept samhaldsfestinum. Ella ætlaða álopinum á vælvirkandi alivinnuna, har landsstýrisfólk tykist hava gloymt, at munur er á at stýra samfelagnum, vit øll varða av- og so egnari fyritøku.

 

 

 

 

 

- Eg fari tí inniliga at heita á øll tykkum, og tit eru mong, sum til seinasta val valdu hesi, sum í dag svíkja virðir, tykkum eru kær, um at seta tykkum í samband við tann, tit valdu! Ring, skriva ella far inn á gólvið hjá hesum, sum tit í dag kenna tykkum etiskt, moralskt og andaliga svikin av og greið frá tykkara vónbrotum, stúranum og ótta. Kanska onkur teirra vaknar og torir at gera Kristini og Bjarna avrikið eftir, fyrren ikki tá endaligu atkvøðugreiðslurnar verða til aðru og triðju viðgerð av broytingini av vanlukkuligu hjúnabandslógini, sigur Jenis av Rana. 

 

 

 

 

Les alt lesarabrævið við at trýst á her