Áhugabólkurin sigur, at tað er alneyðugt at ein serstakur leiðari við ábyrgd fyri eldrasambýlinum verður settur. Viðkomandi eigur so eisini at umboða áhugamálini hjá teimum búfólkunum, sum fara at verða har. Men Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum hevur eina greiða og avgjørda støðu til hetta málið. Hann sigur, at tað verður ongin serstakur leiðari settur til nakað eldrasambýli, so longi sum hann er landsstýrismaður. Hann metir tað ikki vera fíggjarliga ábyrgdarfult at gera tað.
Í skrivinum verður millum annað sagt, at tey í eldrabólkinum við miklum harmi og stórari undran hava verið noydd at fylgja við teirri ófatiligu og syrgiligu lagnuni, sum eldrasambýlið undir Kráaarbrekku hevur fingið. Tað hevur staðið búgvið til at taka fólk inn í nærum tríggjar mánaðir nú, men onki er hent enn.
Áhugabólkurin vísir á, at tað vegna umsitingarligar tvørleikar frá landsmyndugleikunum, har tað fyrst snúði seg um at fáa sett leiðara, og tá tað starvið við tógvið stríð langt um longi varð greitt, so gjørdist orrusta um, antin slíkt starv skal verða yvirhøvur. Tí spyr áhugabólkurin hvat tað næsta stríðsmálið verður.
Tey fílast samstundis á, at meðan alt hetta hevur gingið fyri seg, so sita eldri og gomul, ið hava sera átroðkandi tørv á at sleppa inn, uttan at fáa nakra veruliga frágreiðing.
At enda heitir áhugabólkurin staðiliga á allar góðar kreftir um at gera alt, ið gerast kann til tess at fáa eldrasambýlið at lata upp fyri borgarunum alt fyri eitt, og vísa tey á tann øgiliga tørvin, sum er á økinum.
Skrivið er undirskrivað av øllum seks limunum í áhugabólkinum, og tær eru: Maria Klein, húsmóðir, Kala Lómaklett, sjúkrahjálpari, Gerda Absalonsen, vinnurekandi, Rannvá Isaksen, sjúkrahjálpari, Amalia Hansen, vinnurekandi og Ragna Djurhuus, sjúkrarøktarfrøðingur.










