Anniku Hansen í málinum, og Sólva ger ikki mætari enn at lobba bóltin upp um Anniku. Bólturin støkkur í jørðina stutt framman fyri málið, áðrenn hann síðani brestur í tvørstongina og fer út aftur í spælið, har [...] bóltinum og boksar hann, men tíverri fyri hana beint í beinið á Gunn Müller hjá HB og inn í málið til javnleik 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Nakað inn í seinna hálvleik leggur B36 seg aftur á odda. Hetta [...] út til Rakul N. Joensen, sum bara trýstir bóltin inn í málið, og so er B36 aftur á odda. Tað vardi tó ikki leingi, so svaraði HB aftur. Ein langur bóltur verður sendur av høgra vongi og langt inn í málteigin
Tað er av fagrastu líkindum í Gundadali, har KÍ og EBS/Skála klokkan 16.16 bresta saman í finaluni í kvinnukappingini. Fleiri finalur í yngru deildunum hava verið longu í dag. Longu á middegi vóru fyrstu [...] Magnussen í EBS/Skála varð kosin at vera besti spælarin í finaluni. KÍ kvinnurnar hava vunnið steypakappingina í 2000, 2002, 2003, 2004, 2006, 2007, 2008, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014 og nú aftur í 2015. [...] frammi við hornaflaggið í høgru. 93) 2-1 KÍ gevur sær góðar stundir í sambandi við málspark. 92) 2-1 EBS/Skála leggur øgiliga nógv fyri. Málverjin, Anna S. Hansen, er í KÍ brotsteiginum í sambandi við horna
partarnar, sum vónandi taka við í nýggjari progressivari stjórn, at fáa hetta trýpartasamstarvið í lag – millum politiskar myndugleikar, vinnu- og løntakarafeløg - sum í øllum hinum norðanlondunum er eitt [...] hjálpa til sum áður. Trupulleikar, íð síggjast aftur í ovurstóra partinum av kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð. Niðurstøðan hjá Rakul er, at: “Føroyar eru í dag ikki innrættaðar til tey ymisku føroysku hú [...] longjast upp í eitt ár, har bæði foreldur skulu eiga sín lut. Og síðani er tíðin komin eisini í Føroyum til víðkaðar foreldra¬farloyvis¬skipanir, ið svara til tann tørv, ið foreldur við børnum undir og í skúlaaldri
verður kl. 19.00 í VB-húsinum fyri innbodnum. Í dag, 20. juli, kl. 13.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Birgit Arge Sólbjørg og Anthoni Viggoson Hansen, Runavík. Veitslan verður í Kappróðrarneystinum [...] innbodnum. Í dag, 20. juli, kl. 14.30 giftast í Skála kirkju Jannet Jacobsen, Skála, og Terji Poulsen, Tórshavn. Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum í Lorvík kl. 18.30 fyri innbodnum. Í dag, 20. juli [...] giftast í Skopunar kirkju Maj-Britt Winther Hentze, Skopun, og Erling Jacobsen, Syðrugøtu. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Bygdarhúsinum Samljóð í Skopun. Í dag, 20. juli, kl. 17.00 giftast í Gjáar
helt til í skúlanum og seinni í ovastu hædd í Føroya Banka og síðani í Skákinum í Akursmørk. Steintór hevur verið við og átt sín lut í veldugu menningini, sum talvfelagið í Klaksvík hevur verið í seinastu [...] við HF í Klaksvík í 1979, og í 1994 tók hann læraraprógv á Vordingborg Seminarium. Eftir at hava verið lærari í eitt ár í Næstved, flutti hann aftur til Klaksvíkar, og síðani 1995 hevur hann verið í starvi [...] Annika, Rasmus og Rakul Ró. Frá barnsbeini av hevur Steintór verið sera áhugaður í talvi. Beiggjarnir telvaðu, og Steintór var ikki meiri enn farin í skúla, tá ið hann fyrstu ferð troppaði upp í talvfelagnum
nevndarformaðurin. Virksemið í bankanum er nógv økt í farna árinum, bæði her heima í Føroyum og í Danmark. Í Danmark er serliga privatkundaøkið vaksið við keypinum av SkandiaBanken, og í Føroyum er vinnukundaøkið [...] Frithleif Olsen nevndi eisini, at tað starvast stívliga 400 fólk í Eik-samtakinum. Í Eik í Føroyum starvast 280 fólk, í Eik í Danmark starvast 110 og í húsameklarafelagnum Inni starvast 7 fólk. Val av nevnd var [...] virksemið á danska marknaðinum, tók nevndin í Eik Banka seinast í apríl 2007 avgerð um at tvískráseta bankan á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn og í Íslandi. Í sambandi við børsskrásetingina nýtti Eik
Teigi í vesturbýnum í Havn. Páparnir hjá Kaj Leo og Jórun andaðust báðir í syndarligum vanlukkum: Pápi Kaj Leo út fyri Mykines tann 14. oktober í 1991, og pápi Jóruna í Trinidad tann 14. apríl í 1983, [...] Kaj Leo Johannesen limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988, og seks ár seinni stillaði hann upp til løgtingsvalið í 1994. Í 1996 var bæði fólkatingsval og býráðsval í Havn, og Kaj Leo varð uppstillaður [...] , har hon er sera virkin. Kaj Leo vaks upp bæði í vestur- og eysturbýnum - fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og tey næstu 14 árini í Tjarnarlág. Familjan.. Í dag er Kaj Leo Johannesen giftur við Jórun Johannesen
hon fara í skúla í Havn. Tey fluttu tískil til Havnar í 1970. Olaf helt fram at arbeiða á Borðuni í 10 ár, og hann sigldi ímillum. Hann doyði í 1989, 62 ára gamal. Julianna hevur alla sína tíð í Havn búð [...] Julius, við Neptun í 1934, tá ið 23 menn fórust. Hetta er størsta einstaka skipsvanlukkan í Føroya søgu. Julianna er ein av tí minkandi talið av føroyingum á lívi, sum dag eftir dag livdi í óvissu um pápan [...] ynskja Mathildu tillukku. Hennara søga er í bókini Tær bygdu land . Eisini er Julianna ein teirra, sum minnist at mamman, Súsanna, fór í svørt klæði, seinni í blá klæði, restina av lívinum, soleiðis sum
hevur ikki verið av tí besta í Neista-leguni í ár. Kanska var ikki væntandi, at kvinnuliðið av álvara skuldi leggja seg út í oddastríðið, men hinvegin var einki at ivast í, at heiðursmerki vóru máli. At [...] skal í øllum førum vilja væl til. Hinvegin er einki at ivast í, at leikararnir nú í størri mun gleða seg til seinastu dystirnar. Spæligleðin, sum fullkomuliga hevurt manglað seinastu dystirnar, var í øllum [...] tikist við, men hetta hava tær verið noyddar at lata sær lynda í ár. Reyðu lampurnar fóru av álvara at blunka, tá liðið í endaspælinum tapti dystin í Runavík móti Tjaldri, soleiðis at munurin til botnin eitt
rákið og tíðarskeiðið, sum ger seg galdandi í sambandi við verkinum hjá Regin í Líð. Høvuðsevnið í ritgerðini er fýra fagurbókmentaligir prosatekstir eftir Regin í Líð. Talan er um hina fyrstu føroysku skaldsøguna [...] Benedict Anderson samsvarar við tjóðina. Í tekstum sínum lýsir Regin í Líð sum tann fyrsti í føroyskum bókmentum samfelagsviðurskifti, kenslur, seksualitet o.s.fr. í modernaðum prosuformi. Bæði bókmentaliga [...] cand.mag í donskum og týskum, og hon hevur eisini listið á føroyskt á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, soleiðis at hon nú kann undirvísa í trimum ymsum málum. Hennara ritgerð um Regin í Líð er skrivað