Nakað beinari hjá Neistanum

Hóast tær enn ikki hava vunnið seg upp á fortíðarinnar hæddir, so hevur kvinnuliðið hjá Neistanum nú skúgva alt tos um eina møguliga niðurflyting til viks, soleiðis at tær ístaðin kunnu hugsa um at betra egin avrik

Kvinnuhondbóltur

Lagið hevur ikki verið av tí besta í Neista-leguni í ár. Kanska var ikki væntandi, at kvinnuliðið av álvara skuldi leggja seg út í oddastríðið, men hinvegin var einki at ivast í, at heiðursmerki vóru máli. At tosa um botnuppgerðir og niðurflytingarstríð er ongan tíð nakað, sum tær bláu hava tikist við, men hetta hava tær verið noyddar at lata sær lynda í ár.
Reyðu lampurnar fóru av álvara at blunka, tá liðið í endaspælinum tapti dystin í Runavík móti Tjaldri, soleiðis at munurin til botnin eitt skifti bert var tvey stig. Ein óhugsandi støða hjá liðnum, sum í somikið stóran mun hevur dominera føroyskan kvinnuhondbólt.

Aftur á beint
Nú er tó líkt til, at Neistin hevur vunnið fótafestið aftur. Eftir tepran útisigur í Klaksvík og sorl í Vestmanna var tað sunnudagin StÍF, sum stóð fyri framman. Eitt StÍF, sum hampuliga óvæntað - men tó uppiborið -.hevur lagt seg út í heiðursmerkjastríðið í ár.
Men tað var hampuliga skjótt, at Neistin hevði staðfest, at strandakvinnurnar so avgjørt ikki skuldu rokna við nøkrum kærkomnum stigum í hesum dystinum. Frá fyrsta bríksli tóktust tær á heimaliðnum tendraðar. Viljin og bitið, sum fullkomuliga hevur verið burtur stóran part av vetrinum, var nú aftur at hóma. Var ein møguleiki at bróta ígjøgnum, so varð hesin gagnnýttur, og í heta tóktist í stóran mun at órógva StÍF, sum ivaleyst hevði roknað við nógv passivari mótstøðu, enn talan var um.
Og eisini í verjupartinum hevði Neistin rætta takið. Við eini framskotnari 5-1 verju fingu tær í stóran mun skerma av fyri skotstyrkini hjá Astu Petrauskiene, ogtó at hetta kostaði nakrar fríspælingar inn á strikuna, sum í løtum var heldur leys, so varð endamálið við verjuni rokkið.

Mundu mist
Tí tóktist tað eisini løgið, at Neistin tíðliga í seinna hálvleiki fór undir at mansverja tær útlendsku hjá StÍF. Kanska var tað ein roynd at fyrireika seg til næsta dystin, sum verður á útivølli ímóti VB, men í øllum førum má sigast, at hetta ikki hilnaðist serliga væl.
Tvørtur ímóti hevði hetta við sær, at tað var um reppið, at StÍF slapp inn afytr í dystin. Strandakvinnurnar fingu betri stundir at spæla, og tá tær samstundis megnaðu at tetta hjøgra verjuborð, sum Simona Dziugyte fleiri ferðir hevði skrætt sundur, tóktist alt steðga upp hjá Neistanum.
Eftir átta málleysar minuttir, har strandakvinnurnar skoraðu fimm ferðir, bragdaði tó aftur hjá heimaliðnum. Ikki minst mundu tryggu skoringarnar hjá Lív Sørensen á vonginum gera sítt til at tamba StÍF verjuna aftur, og við eini leiðslu, sum nú aftur var komin upp á sjey mál, tóktist dysturin avgjørdur.
Tað var tó um reppið, at Neisitn megnaði at tveita tryggu leiðsluna burtur. Við fimm minuttum eftir var sum so bara neyðugt at koyra nøkur long álop, men hóast tað júst var hetta, sum varð roynt, so mistu tær fleiri ferðir óneyðugar bóltar. Strandakvinnurnar komu alsamt nærri, men tíðin rann tó undan kortini.

Gleðin í spælinum
Ivaleyst munnu strandakvinnurnar iðra seg um stigamissin, sum kostaði teimum tvey harðliga tiltrongd stig í bronsudystinum, har tær nú eru tvey stig aftan fyri Kyndil. Tær kunnu tó fyri ein stóran part enn gera av, hvussu lagnan skal verða í so máta. Komandi dystirnir hjá liðnum eru ímóti Stjørnuni og Kyndli, og eftir hesar fæst helst ein greið ábending um, hvørt ætlaðu heiðursmerkini verða egg ella ungi.
Hjá Neistanum er helst nakða seint at tosa um heiðursmerki. Møguleikin er sjálvandi til staðar, men so skal í øllum førum vilja væl til. Hinvegin er einki at ivast í, at leikararnir nú í størri mun gleða seg til seinastu dystirnar. Spæligleðin, sum fullkomuliga hevurt manglað seinastu dystirnar, var í øllum førum sjónligt við aftur sunnudagin. Spurningurin er so, hvørt hendan eisini er nóg stór til at blása spenning í gulldystin, tá tær komandi viku vitja í Vági.

Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 25-22 (13-9)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 9, Lív Sørensen 5, Ása á Neystabø 3, Súna Mørk 2(1), Susan Brockie 2, Jórun Ludvig 2, Mildri Jacobsen 1, Rakul Augustinussen 1
StÍF: Asta Petrauskiene 7(1), Alina Olaru 6, Sunfríå B. Jacobsen 3(1), Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Elin Jacobsen 1
Poula D. Olsen 1
Brotskøst: NEistin 2, StÍF 5
Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Hartvig Joensen & Trygvi Mortensen: Hildu alla tíðna dystinum koyrandi uttan stórvegis trupulleikar.