Samanpettað vangamynd
Tíðliga í morgun fingu føroyingar boðini um, at komandi løgmaður landsins verður Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.
Hesin ungdommiligi og smílandi HB’arin, vinnulívsmaðurin og familjupápin, sum hevur strítt seg upp á tindarnar í føroyskum politikki, í einum flokki, har tað ikki altíð gongur friðarliga fyri seg, og har høvdingarnir eru fleiri.
Hóast vit kundu hugsað okkum eitt djúphugsið prát við høvuðspersónin í morgun, so lá tað ikki fyri, tí hann var farin til songar aftaná drúgvu samgongusamráðingarnar, við boðum um at fáa frið til einaferð seinnapartin.
Men tá er prent-rotatiónin við Sosialinum longu steðgað, og bløðini vónandi fesk í sølubúðunum.
So, við støði í tí, sum vit kundu leita fram, pettaðu vit kortini eina vangamynd saman av menniskjanum handan komandi løgmann:
Kaj Leo Holm Johannesen, sum er fulla navnið, er føddur 28. august í 1964, og hann er sostatt 44 ár. Foreldrini eru Leo Hans Johannesen, sum doyði í 1991, og Karin Holm Johannesen, bæði ættað úr Mykinesi. Karina kenna fólk kanska úr Tilhaldinum, har hon er sera virkin. Kaj Leo vaks upp bæði í vestur- og eysturbýnum - fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og tey næstu 14 árini í Tjarnarlág.
Familjan..
Í dag er Kaj Leo Johannesen giftur við Jórun Johannesen, og eiga tey synirnar Heina, 8, Jákup 7 og Jónas, 2. Tey búgva á Teigi í vesturbýnum í Havn.
Páparnir hjá Kaj Leo og Jórun andaðust báðir í syndarligum vanlukkum: Pápi Kaj Leo út fyri Mykines tann 14. oktober í 1991, og pápi Jóruna í Trinidad tann 14. apríl í 1983, har hann var við Teistanum sum telegrafistur.
.. og ítrótturin
Vit hava eisini kannað okkum fram til, at hann er var fyrsti málverji hjá HB í 1984-2000, og at hann við 299 dystum, er tann spælarin, sum hevur spælt næstflestu dystirnar fyri 1. liðið í søguni hjá felagnum. Virknu fótbóltsárini vann hann trý FM-heiti og ikki færri enn átta ferðir var hann steypavinnari. Eisini var hann við í landsliðshópinum árini 1988 til 1984, nógva partin sum eykamaður hjá Jens Martini Knudsen, men tað gjørdist eisini til fýra altjóða skrásettar A-landsdystir.
Umframt fótbólt, hevur Kaj Leo Johannesen eisini spælt eitt sindur av hondbólti.
.. og menninir
Vit hava eisini frætt, at hvønn morgun situr komandi løgmaður spillnakin og ornar verðinssituatiónina saman við einum hópi av øðrum havnarmonnum í hitarúminum í svimjihøllini í Gundadali.
Og kona hansara, Jórun, og kona Bárð Nielsen, fyrrverandi landsstýrismann, Rakul eitur hon, eru barndómsvinkonur.
.. og “bóndarnir”
At hjartað hjá komandi løgmanni bankar fyri bóndunum er ongin ivi um millum fólk.
Men tað nærmasta hann sjálvur kemur bóndalívi, er, tá hann er á fjalli á fedranna oyggj, Mykinesi, av og á.
--
Myndatekstur:
Kaj Leo er einsamallur hani í einum reiðri við fýra systrum. Frá vinstri: Jakobina, sum lesur sálarfrøði í Danmark, Liss, Kai Leo og Marin, sum hevur harrafrisør í Vágsbotni. Yngsta systirin, Oddvør, vantar á myndini.
--
Myndatekstur:
Politikarin
Kaj Leo Johannesen limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988, og seks ár seinni stillaði hann upp til løgtingsvalið í 1994. Í 1996 var bæði fólkatingsval og býráðsval í Havn, og Kaj Leo varð uppstillaður til bæði valini. Hann var tá valdur í Tórshavnar býráð. Á heysti 2001 stillaði hann upp til fólkatingsvalið og til løgtingsvalini í 2002 og 2004 kom hann inn og við seinasta valg, fekk hann 641 atkvøður.
--
Myndatekstur
Vinnulívsmaðurin
Eftir loknan fólkaskúla fór Kaj Leo Johannesen úr sjeynda flokki beina leið til skips, 14 ára gamal. Tey næstu fýra árini var hann til fiskiskap við Flemish Cap við »Váðasteini« hjá Johan Simonsen.
Tá henda siglingstíðin væl og virðiliga var av, settist Kaj Leo aftur á skúlabonk, 18 ára gamal – hesa ferð á Føroya Sjómansskúla, har hann tók prógv sum skipsførari, 21 ára gamal.
Nú stóð hugurin aftur til havið, og tey næstu árini sigldi hann við bingjuskipið hjá Maersk og við farmaskipinum »Herborg« hjá Hans Paula Johannesen, áðrenn føturnir aftur vórðu settir upp á turt – hesa ferð fyri at arbeiða sum bilseljari hjá Reyni Service í Hoyvík.
Í 1989 fekk fiskurin aftur ein leiklut, tá Kaj Leo Johannesen kom í starv hjá Føroya Fiskasølu sum seljari við feskum og frystum fiski sum virkisøki. Í 1995 lá so leiðin norður til Klaksvíkar, har hann á Kósini var við til frá byrjan at byggja upp eina søludeild.
Saman við øðrum stovnaði Kaj Leo í 1997 egið virkið, P/F Farex, sum keypti og seldi fiskavørur um allan heim. Virkið er ikki til enn.
--
Kaj Leo atkvøddi fyri § 266 b.
Kaj Leo atkvøddi fyri einum valdømi.
--
!!!Kaj Leo Johannesen fyllir sama dag sum Nikolai prinsur, fyrstføddi hjá danaprinsi Joakim!!!