KÍ hevur vunnið greipuna

KÍ kvinnurnar vunnu í dag steypaefinaluna 2-1 ímóti EBS/Skála - hetta er trettanda ferðin, at KÍ er steypavinnari

Hóast tær hava vunnið gull oman á gull og aftur gull oman á gull, og hóast tær fyri stuttum hava tryggjað sær 16. FM heitið á rað, so er fagnaðurin ógvuliga stórur millum KÍ kvinnurnar, sum hava tryggjað sær 2-1 sigur í steypafinaluni ímóti EBS/Skála.

Superveteranurin Rannvá B. Andreasen skoraði sigursmálið stutt undan leikloki, tá ið hon umsetti brotsspark til mál:

-Hetta var fantastiskt. Talan var um sera tætta uppgerð, og í 1. hálvleiki vóru EBS/Skála betri enn vit, uttan at tær spældu seg til so stórar málmøguleikar. Í 2. hálvleiki kempaðu og stríddust vit, og tað er serliga hugaligt at vinna, tá ið tað var so tætt, sum tað var í dag, sigur Rannvá B. Andreasen í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.

 

Tað var tætt og spennandi alla tíðina. Hetta man vera ein tann mest spennandi kvinnufinalan nógvu tey seinastu árini.

Íðúnn Magnussen í EBS/Skála varð kosin at vera besti spælarin í finaluni.

KÍ kvinnurnar hava vunnið steypakappingina í 2000, 2002, 2003, 2004, 2006, 2007, 2008, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014 og nú aftur í 2015.

 

KÍ-EBS/Skála 2-1 (0-0)

1-0: Malena Josephsen

1-1: Durita Hummeland

2-1: Rannvá B. Andreasen br

Dómari: Bent Tommy Linklett

KÍ: Ana Ivanov – Sigrid Jacobsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna B. Patawary, Katrina Akursmørk - Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen –  Rannvá B. Andreasen, Gudny Johannesen, Maria K. Thomsen– Malena Josephsen

EBS/Skála: Anna S. Hansen - Guðrið Poulsern, Rakul V. Magnussen, Durita Hummeland, Durita Mikkelsen – Fríðrún Danielsen, Sigrun K. Kristiansen – Ansy Sevdal, Birna T. Johannesen, Íðunn Magnussen – Margunn Lindholm

 

 

---

LIÐUGT

2-1!

Malena Josephsen hjá KÍ sær gult.

94) 2-1

Innskifta Hervør Olsen tiltuskar KÍ fríspark heilt frammi við hornaflaggið í høgru.

93) 2-1

KÍ gevur sær góðar stundir í sambandi við málspark.

92) 2-1

EBS/Skála leggur øgiliga nógv fyri. Málverjin, Anna S. Hansen, er í KÍ brotsteiginum í sambandi við horna, sum einki spyrst burturúr.

91) 2-1

Rannvá B. Andreasen er so mikið skaðadarvað, at hon ikki megnar at renna meir!

90) 2-1

4 minuttir lagdir aftrat!

89) 2-1

KÍ veteranarnir kennast vera ógvuliga troyttar, men tær stríðast og kempa saman við liðfeløgunum fyri at varðveita leiðsluna.

86) 2-1

2-1: Rannvá B. Andreasen br

Veteranurin er ósvikaliga trygg, tá ið hon setir bóltin til vinstru fyri seg sjálva, meðan málverjin tveitir seg í hitt borðið.

85) 1-1

Dómarin, Bent Tommy Linklett, bríkslar fyri brotssparki, tí ein av EBS/Skála verjuspælarunum fær bóltin í armin.

84) 1-1

Sigrid Jacobsen hjá KÍ sær gult fyri fríspark.

83) 1-1

Rannvá B. Andreasen hjá KÍ hevur ligið skadd í EBS/Skála brotsteiginum, men nú er hon á fótum aftur, og spælið verður bríkslað í gongd aftur.

81) 1-1

Tað eru nógvir áskoðarar kring Tórsvøll, og teir stimbra sínum liðum øgiligt.

78) 1-1

Gudny Johannesen fer av vøllinum og í hennara stað kemur Hervør Olsen inn á KÍ liðið. Tað var hon, sum skoraði einasta málið í finaluni í fjør. Hervør fer í álopið, og Malena Josephsen fer aftur á miðvøllin.

76) 1-1

1-1: Durita Hummeland

Bara eina lítla løtu var KÍ frammanfyri. Eftir horna úr vinstru var tað miðverjin Durita Hummeland, sum við høvdinum smekkaði bóltin í málið. Nú er púra opið aftur!

73) 1-0

Tvíburarnir Ragna og Rannvá hjá KÍ síggja báðar gult fyri at skifta um troyggju beinanvegin eftir 1-0 málið.

71) 1-0

1-0: Malena Josephsen

So hevur KÍ lagt seg framum. Maria K. Thomsen hevur verið vandamikil í vinstru í tveimum umførum, og nú endaði tað við, at bólturin varð spældur út frá til veteranin Malenu Josephsen, sum mitt fyri og úr 9 metrum setti bóltin í málið.

70) 0-0

KÍ er meiri framrættað nú, enn favorittarnir vóru í 1. hálvleiki.

69) 0-0

Tað kennist sum um, at finalan er í avgerandi fasu. Nú var KÍ tætt við eftir innlegg frá Katrina Akursmørk hjá KÍ - stórur spenningur!

67) 0-0

Spælarar hjá báðum liðum hita upp, men higartil er bara ein skifting gjørd - ein hjá EBS/Skála.

64) 0-0

Intensiteturin er ógvuliga høgur, og nú var um reppið, at Rannvá B. Andreasen úr høgru spældi Olgu Kristinu Hansen leysa, og nøkur sekund seinni varð Maigunn Lindholm bríklsað fyri rangstøðu í hinum endanum!

62) 0-0

KÍ málverjin Ana Ivanov hevur gott eyga við spælinum og er ofta eyka miðverji.

61) 0-0

Kára Durhuus er komin inn í EBS/Streyma álopið. Durita Mikelsen er farin av vøllinum, og Birna Johannesen er flutt aftur á vinstra vongverja.

60) 0-0

íðúnn Magnussen var um reppið at verða leys innanfyri KÍ verjuna, men málverjin ruddaði burtur.

58) 0-0

Bæði liðini hava havt góðar frísparksstøður, men í báðum førum vóru innleggini óneyv, og bólturin sigldi inn til málverjarnar.

55) 0-0

EBS/Skála trýst er um reppið at bera stóran málmøguleika við sær, men KÍ málverjin hevur ongar trupulleikar eftir innlegg úr høgru.

52) 0-0

Nú er KÍ ágangandi. Eftir diagonalsending úr høgru roynir Maria K. Thomsen seg við skoti úr vinstru, men bólturin fer omanfyri málið.

51) 0-0

Eftir KÍ horna er tað vandamikið undir EBS/Skála málinum, tá ið málverjin missir bóltin, men EBS/Skála megnar at rudda burtur.

49) 0-0

Spælbýtið minnir nógv um soleiðis, sum tað var undan steðginum.

47) 0-0

Lívlig byrjan - fyrst KÍ horna og so skjótt mótálop hjá EBS/Skála, sum KÍ málverjin steðgar við mitt á egnari hálvu at sparka burtur.

46) 0-0

Ongar skiftingar eru gjørdar.

0-0

Liðini eru komin á vøllin aftur, og hjálparvenjarin hjá EBS/Skála Sunnuvá Vesturdal er væl nøgd:

-Vit hava tosað um, at tað er týdningarmikið at halda fram við sama lag. Vit hava staðið okkum væl, og tað restar bara at fáa bóltin í málið.

 

0-0

KÍ venjarin Oddbjørn Joensen ásannar í samrøðu við Rás1, at spælið hjá hansara liði hevur ikki verið nóg gott í 1. hálvleiki:

-EBS/Skála hevur verið eina tonn omaná. Nú mugu vit í steðginum tosa um, hvussu vit fáa bóltin niður á vøllin og so samanspæla skilagott. Tað vóna vit fer at eydnast. Higartil hevur tað ikki eydnast, sigur KÍ venjarin.

45) 0-0

Eftir EBS/Skála horna úr høgru frá Margunn Lindholm og roynd úr átta metrum bjargaði Maria K. Thomsen á strikuni við handara stólpan.

42) 0-0

Rannvá B. Andreasen hevur roynt seg við langskoti, men bólturin sigldi omanfyri EBS/Skála málið. Hetta var fyrsta skotroyndin hjá KÍ.

38) 0-0

Ferðin er hampuliga høg, men tað er langt millum málmøguleikarnar. KÍ kvinnurnar gera nógv mistøk. 

32) 0-0

EBS/Skála hevur greiða yvirvág á sentrala miðvøllinum, og síðstu løtuna hevur bólturin verið væl meiri á KÍ hálvuni.

30) 0-0

EBS/Skála aftur góða roynd. Eftir langa sending fram í høgru, so sendi Birna Johannesen úr høgru, men bólturin datt niður í nettakið.

27) 0-0

Tað knípir hjá báðum pørtum at spæla seg til møguleikar. EBS/Skála hevur bóltin meiri og betri tak á samanspælinum.

25) 0-0

Ansy Sevdal hjá EBS/Skála sær gult fyri at blokera, tá ið Olga Kristina Hansen hjá roynir at skunda sær við frísparki.

22) 0-0

KÍ roynir seg oftast við longum sendingum fram til Malenu Josephsen ella Mariu K. Thomsen.

20) 0-0

Tað er størri breiddi og tyngd í álopsspælinum hjá EBS/Skála, men burtursæð frá risa møguleikanum beinanvegin er ikki eydnast liðnum at spæla seg til upplagdan møguleika.

15) 0-0

Nú gongur tað mesta fyri seg millum brotsteigarnar báðar.

13) 0-0

Tað er meiri friður yvir KÍ spælinum, enn tað er hjá EBS/Skála, sum ofta skundar sær meiri, enn tað er neyðugt, og so verða avgerðirnar og sendingarnar skeivar.

10) 0-0

Hóast KÍ er favorittur, so hevur tað fyrstu løtuna einki verið, sum hevur bent á, at EBS/Skála ætlar sær at verja og bara verja.

8) 0-0

Tað er lívligt og tætt. KÍ hevur havt horna í vinstru, og nú hevur EBS/Skála tiltyuskað sær horna í vinstru, men bólturin verður stútaður skeivu megin stólpan.

5) 0-0

KÍ hevur tiltuskað sær horna í høgru, sum endaði við, at Eyðvør Klakstein við langskoti setti bóltin við síðuna av málinum.

3) 0-0

Eftir innlegg frá Ansy Sevdal var tað um reppið, at Margunn Lindholm rakk at seta bóltin í KÍ málið - risa møguleiki fyri opnum máli!

1) 0-0

KÍ gevur bóltin upp

0)

KÍ og EBS/Skála eru tvey tey bestu liðini í kvinnukappingini. EBS/Skála er næstfremst, og KÍ er topplið. Hóast tað framvegis resta nøkur umfør, so hevur KÍ longu tryggjað sær FM heitið. Hetta er tað 16. FM heitið á rað, sum KÍ hevur vunnið, og tað er nýtt heimsmet.

0)

KÍ hevur verið í øllum finalunum síðani 1999, og KÍ hevur vunnið allar finalurnar síðani 2010.

Einaferð áður hava EB/Streymur, sum nú er samanlagt lið við Skála, verið í finaluni. Tað var ímóti KÍ, sum vann 15-0!

Tað er av fagrastu líkindum í Gundadali, har KÍ og EBS/Skála klokkan 16.16 bresta saman í finaluni í kvinnukappingini.

Fleiri finalur í yngru deildunum hava verið longu í dag. Longu á middegi vóru fyrstu áskoðararnir á Tórsvølli, og nú eru tað rættiliga fitt av fólki kring vøllin.

Áskoðararnir hjá feløgunum báðum hava rættiliga riggað seg til við at seta lit á.

Kvinnufinala í steypakappingini

KÍ-EBS/Skála kl. 16.15

Dómari: Bent Tommy Linklett

KÍ: Ana Ivanov – Sigrid Jacobsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna B. Patawary, Katrina Akursmørk - Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen –  Rannvá B. Andreasen, Gudny Johannesen, Maria K. Thomsen– Malena Josephsen

EBS/Skála: Anna S. Hansen - Guðrið Poulsern, Rakul V. Magnussen, Durita Hummeland, Durita Mikkelsen – Fríðrún Danielsen, Sigrun K. Kristiansen – Ansy Sevdal, Birna T. Johannesen, Íðunn Magnussen – Margunn Lindholm