seinnu árini hava tey eisini havt konsertir. Útgevararinir siga, at tankin um at geva fløgu út er sprottin so við og við. Fyrst var ætlanin bert at syngja nakrar sangir til útvarpið. Við tí fyri eyga, kom Pauli [...] til Fuglafjarðar at gera hesar upptøkur. Sum tíðin er liðin og lurtað hevur verið eftir upptøkunum, er ynski um at geva hetta út komið aftur og aftur. - Tað er okkum ein stór gleði at geva hesar sangir [...] sangir út á fløgu. Hóast vit vita, at hetta ikki er lýtaleyst, er vón okkara, at sangirnir verða til gleði og signing fyri mong, sigur Eyðun á Lakjuni, kórleiðari. Orgulfylgispælið eigur Martin Simonsen, k
Eiði. Í hesum sambandi varð hildin samkoma á støðini hendan dagin. ?At eg havi verið í 40 ár á sama arbeiðsplássi, er tí, at her er gott at vera, sigur Jógvan. Í dag er lítið lív í á støðini í mun til hvat [...] Vit hava bara til uppgávu at senda signalini út, men vit vita ikki, hvør brúkar tey, sigur hann. Fyrr vóru tað amerikanarar, sum høvdu ábyrgd av støðini. Men eftir at teir so at siga mistu áhugan fyri Europa [...] sekstiárunum vóru eini 32-34 fólk, sum starvaðust á støðini. Í dag er alt so sjálvvirkandi, at tað krevst einki fólk at ansa tí. Saman við Jógvani er leiðarin á støðini sum eisini er leiðari fyri føroyska v
og so var einki at gera. Áki Olsen var bersøgin, tá vit eftir greiða tapið hjá VÍF fyri strandingum, fingu orð á hann. Sluppu ov væl Vónbrotið um hetta var eisini væl skilligt. Eftir at VÍF seinastu løtuna [...] strandingar innan áttu minuttir skutu sjey mál á rað. At finna ítøkiligu orsøkina til hetta, kann kanska vera trupult, men yvir høvur helt Áki, at hann og liðfelagarnir ikki vóru nóg klárir hesa løtuna [...] sagt alt ov lætt. Vit geva teimum alt ov góðar sømdir at skjóta, og so verður man revsaður. Eg veit ikki hví, men vit hava fleiri ferðir í ár sæð, at júst løtan eftir steðgin er sera trupul hjá okkum, og
full høll av áskoðarum stendur og ýlir at leikarunum seinastu minuttirnar av dystinum, ræður í øllum førum um at halda høvdið kalt, og í so máta kann væl verða, at hetta verður ein styrkur sum munar. [...] av skálafjørðinum og hugdi at venjingini hjá VÍF hóskvøldið, so mundi tað ikki vera stórvegis, sum hesin hevði fingið burturúr venjingini. Fyri tað mesta var tað nevnliga so, at tað gekk rættiliga friðarliga [...] díktu allir á við fullari ferð, og tað varð eisini seinni váttað, at hesir vera við í hópinum leygardagin. Onkur helt skemtandi fyri, at Sjúrður kanska kundi verið eitt evni til ársins stjørnuskot á ga
um silvurið, um hetta kemur til høldar. Hinvegin er einki at ivast í, at neistamenn vilja gera alt tað, sum stendur í teirra makt, til tess at forða hesum. Nú tað kortini ikki verður talan um heiðursmerki [...] hvørt tað her fer at eydnast runavíkingunum at fáa ein sigur til høldar. Tað hava teir annars ikki megnað alt grundspælið, og í veruleikanum skal leitast aftur til 20. november fyri at finna seinasta sigurin [...] dystunum, so er Kyndil favorittur til dystin. Eftir at Neistin var betra havnarliðið í grundspælinum, hava teir grønu so dyggiliga tikið yvir, og tó at góða várið ikki røkkur til gull, so munnu tey í felagnum
Ætlanin var upprunaliga, at uppskotið, sum hevur til endamáls at føra arbeiðið við einari føroyskari grundlóg víðari, skuldi viðgerast í rættarnevndini hjá løgtinginum. Men av tí at rættarnevndin ikki er [...] umboðum fyri allar flokkar á tingi, varð heimildin at seta nevnd sambært grein 25 í tingskipanini nýtt. Hon gevur møguleika fyri í serligum førum at skipa nevndir við umboðum fyri allar flokkar. Tey, ið [...] var, at grundlógarráðini skuldu skipa fyri hoyringum í fólkinum við vártingum eins og í gomlum døgum, men tey vera so neyvan vakt aftur til lívs á hesum sinni. Allir flokkar tykjast tó samdir um, at tað
á Strandferðsluni, sigur, at teir hava leitað eftir hósakandi avloysaraskipið síðani í heyst, men at tað er onki at fáa. ?Scania er tað best hóskandi skipið, sum tað ber til at fáa, sigur hann. Scania er [...] bilar og tað eru 30-40 bilar færri enn Smyril. Hon siglur 14,5 míl, tvs, at ferðin ímillum Suðuroy og Havnar fer at taka næstan tríggjar tímar, ella trý korter longri enn nú. Heldur ikki hevur Scania [...] nossligari skip. Umframt at bógskrúvuna og annað skal kannast eftir kravi frá sýninum, skulu teppi og gardinur, skiftast, nýggj flúgvarsetur setast í og skipið yvirhøvur hampast innan, so at tað verður hugaligari
Flogfarið var í ferð við at seta seg umm 11-tíðina fyrrapartin, men flogskiparin gjørdi av at taka flogfarið uppaftur og at royna eina ferð afturat. Kanningar hava avdúkað, at flogfarið helti 49 stig, [...] og at tað helti 37 stig, tá tað fór uppaftur. Somuleiðis hava kanningarnar avdúkað, at flogfarið var bara 98 metrar oman fyri flogbreytina, tá tað snaraði uppaftur. Tað hevur eisini víst seg, at fleiri [...] til morð, eftir at trý fólk vórðu funnin myrd á bóndagarðinum Orderud í 1999. Nevningarnir dømdu hósdagin øll fýra sek í at hava medvirkað til morðini, og í gjár kravdi ákæruvaldið, at tey skulu fáa lógarinnar
Vit hava frætt, at hetta ikki er fyrstu ferð, at børnini á Ziskatrøð byggja stórar kavamenn. Men hesin í ár er so tann størsti, tey nakrantíð hava bygt. Eftir er so bert at vóna, at børnini fáa gleði [...] er hesin tann størsti garðvakturin, sum nakrantíð hevur verið at sæð í Klaksvík, allarhelst eisini í Føroyum yvirhøvur. Hesin er so stórur, at hann sær alt, sum gongur fyri seg í garðinum. Og líkamikið, [...] stendur, so sært tú eisini hann. So illa ber til at gera fortreð longur. Men hóast hann møguliga sær eitt sindur ræðandi út, so frætta vit frá børnunum, at hann er so sera fittur og fryntiligur. Hann er
annars at síggja, at Joen Petur á Stongum úr SÍ, sum bara er 16 ára gamal, hevur sníkt seg inn millum tveir garvaðar leikarar. Joen Petur hevur í ár víst, at føroyskur flogbóltur eigur gott at byggja á [...] sum hevur sæð flogbólt í ár, er í iva um, at Bartal er ein fram úr góður flogbóltsleikari, og tí kann tað heldur ikki koma óvart á, at hann verður kosin at vera besti verjuleikari. Styrkin hjá Bartali [...] á, og stuttligt er at síggja, at hinir leikararnir longu virðismeta hansara avrik á vøllinum. Triði maðurin, Jan Hentze, hevur í fleiri ár, verið ein knassi á vøllinum, og tí er hann eisini eitt gott boð