Aðrir dystir eru eisini

Hóast alt tosið snýr seg um dystin í Vestmanna, so verða tveir aðrir mansdystir eisini leiktir leygardagin

Manshondbóltur

Seinastu tvær-tríggjar vikurnar hevur mest sum alt tos um mannfólkahondbólt snarað um dystin í Vestmanna. Ein sonn hondbóltsfinala, sum í einum lopi setir allan iva um FM-gullið til viks. Ein dystur, sum á pappírinum tykist vera hin størsti í føroyskum hondbólti í fleiri ár.
Men tað verða eisini aðrir dystir leiktir um vikuskiftið.
Í Havn verður sostatt grannauppgerð millum Neistan og Kyndil, og her hevur Kyndil møguleikan at fáa silvurmerkini til høldar. Til hetta krevst fyrst og fremst ein sigur á Neistanum, og í øðrum lagi skulu strandingar vinna dystin á VÍF.
Og mett eftir seinastu dystunum, so er Kyndil favorittur til dystin. Eftir at Neistin var betra havnarliðið í grundspælinum, hava teir grønu so dyggiliga tikið yvir, og tó at góða várið ikki røkkur til gull, so munnu tey í felagnum vera væl nøgd um silvurið, um hetta kemur til høldar. Hinvegin er einki at ivast í, at neistamenn vilja gera alt tað, sum stendur í teirra makt, til tess at forða hesum. Nú tað kortini ikki verður talan um heiðursmerki, vildi tað í øllum førum verið ein góður máti at enda kappingarárið hjá teimum uppá, um teir soleiðis kundu vunnið grannunum eina seinastu neisu.
Og í Runavík verður dystur millum Tjaldur og H71. Ein dystur, sum á pappírinum ongan týdning hevur, og spurningurin er so bara, hvørt tað her fer at eydnast runavíkingunum at fáa ein sigur til høldar. Tað hava teir annars ikki megnað alt grundspælið, og í veruleikanum skal leitast aftur til 20. november fyri at finna seinasta sigurin til Runavíkina. Hann var móti Kyndli, og í so máta gjørdist hesin dysturin eitt slag av vendipunktið fyri bæði liðini.