Smyril á beding í tvær vikur

Scania skal røkja suðuroyarsiglingina í 14 dagar, tí Strandferðslan fær onki betri avloysaraskip

Suðuroyarsiglingin

Hetta er tíðin tá ið skipini hjá Strandferðsluni fara á beding til árligt eftirlit.
Aftur í ár skal Smyril á beding, men hesuferð er tað longu greitt, hvat avloysaraskipið verður.
Smyril skal á beding á Skála fyrst í mei mánaði. Gongst sum ætlað, verður hann standandi á beding í 12 dagar, frá mánamorgun til fríggjakvøldið eftir, so at hann missir bara eitt vikuskiftið.
Hesa tíðina, Smyril er á beding, verður tað ferjan Scania, sum skal røkja suðuroyarsiglingina.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at teir hava leitað eftir hósakandi avloysaraskipið síðani í heyst, men at tað er onki at fáa.
?Scania er tað best hóskandi skipið, sum tað ber til at fáa, sigur hann.
Scania er ikki heilt á sama støði sum Smyril og tí slepst ikki undan, at talan verður um eitt afturstig í tænastuni hjá teimum, sum brúka suðuroyarleiðina, hesa tíðina, Smyril er á beding
Scania tekur 70-80 bilar og tað eru 30-40 bilar færri enn Smyril. Hon siglur 14,5 míl, tvs, at ferðin ímillum Suðuroy og Havnar fer at taka næstan tríggjar tímar, ella trý korter longri enn nú.
Heldur ikki hevur Scania stabilisatorar.
Manning frá Strandferðsluni er farin eftir Scaniu, men áðrenn hon verður sett í suðuroyarsigling, skal hon sigla um Lorvíksfjør fyri Dúgvuna í allan apríl mánað, sum eisini skal á beding til eftirlit.

Nossligari skip
Men tá ið Smyril kemur aftur í sigling verður talan um eitt munandi nossligari skip. Umframt at bógskrúvuna og annað skal kannast eftir kravi frá sýninum, skulu teppi og gardinur, skiftast, nýggj flúgvarsetur setast í og skipið yvirhøvur hampast innan, so at tað verður hugaligari hjá ferðafólki.