Hondbóltstos
- Tað var byrjanin av seinna hálvleiki, sum oyðilegði alt fyri okkum. Vit mistu fullkomuliga takið og fóru niður við høvdinum, og so var einki at gera.
Áki Olsen var bersøgin, tá vit eftir greiða tapið hjá VÍF fyri strandingum, fingu orð á hann.
Sluppu ov væl
Vónbrotið um hetta var eisini væl skilligt. Eftir at VÍF seinastu løtuna av fyrra hálvleiki hevði strítt seg inn aftur í dystin, var alt tveitt fyri borð, tá strandingar innan áttu minuttir skutu sjey mál á rað. At finna ítøkiligu orsøkina til hetta, kann kanska vera trupult, men yvir høvur helt Áki, at hann og liðfelagarnir ikki vóru nóg klárir hesa løtuna.
- Teir sleppa snøgt sagt alt ov lætt. Vit geva teimum alt ov góðar sømdir at skjóta, og so verður man revsaður. Eg veit ikki hví, men vit hava fleiri ferðir í ár sæð, at júst løtan eftir steðgin er sera trupul hjá okkum, og tað er avgjørt nakað, sum vit mugu betra.
Einki avgjørt
Um sjálvt FM-stríðið heldur Áki annars, at enn er so einki avgjørt hesum viðvíkjandi, tó at treytirnar hjá VÍF nú eru harðnaðar nakað.
- Vit kunnu framvegis avgera alt sjálvir. Vinna vit rest, so verða vit meistarar, men tað verður sjálvandi trupult. Vit hava bæði Kyndil og KÍF eftir á útivølli, og tað eru so avgjørt ikki lættir dystir, men hinvegin hava strandingar eisini dystir eftir móti liðum, sum teir hava tapt fyri.
- Men tað krevur so undir øllum umstøðum, at vit eisini vinna seinasta dystin í Vestmanna, og tað kann gerast trupult. Vit hava tað ikki serliga gott við hasum strandingunum, sigur Áki Olsen at enda.