Jákup ikki hann, ið gramdi seg um sína heilsustøðu ella tosaði um sjúku. Ta einu ferðina, hann í einum blað varð spurdur, nær hann var í góðum lag, svaraði hann stutt og greitt: Tá heilsan er góð! Nógv meira [...] áhuga. Sum ungur var hann í breiðastu merking við í tónleikalívinum í heimbygdini, og fekk hann ein gittara í hondina – sum hann átti fleiri av – hoyrdist skjótt, hvussu kringur hann var við streingjunum [...] fortaldi hann um sín uppvøkstur við kúgv í kjallaranum, skúla, umhvørvi, seyðahaldi og øðrum. Hartil var hann sera ættkærur og eisini errin av at vera hálvur sumbingur, og javnan vitjaði hann suður til
hundrað sms’ir, og Poulina dámdi væl at yrkja, dámdi væl at loysa gátur og at skriva í kotu. Her eru tvey dømir úr rúgvuni. Hjá keypmanninum spyrji eg, hvat hon vil hava til dessert, og Poulina sms’ar aftur: [...] uppreisn frá teimum deyðu, men um Guð hevur skapað alt universið, við øllum sum her finst, átti hann sjálvsagt eisini at kunna gjørt Mariu við barn, og um Guð hevur skapa alt lív, er tað honum ei heldur
havið stendur og lavir, í myrkrinum skínir hin lavandi stavur Meðan vit tiga og lýða á støpulin - høgt hann man riða- man ósædd hon gleðast - handandi obolin Táið í kassa vit látast at føra hana, beint við
frítíðini. Hann undirvísti m.a. í kt og ættargransking, har hann eisini hjálpti fleiri at brúka talgildar hentleikar til ættargranskingina. Hann legði eisini stóran dent á trivnaðin, m.a. var hann skóti og [...] spældi uppá fleiri ljóðføri, sum gagnaði har hann var í sínum umhvørvi. Í fjør hevði Kristiliga sangkórið 70 ára stovningardag. Eisini í kórinum var hann virkin. Sum tað var vakurt at hoyra Kórið syngja [...] tøkniliga, sum tá var í stórari menning um allan heim. Ingi starvaðist fyrstu árini hjá Elektron, áðrenn hann kom til Tórshavnar kommunu at starvast. Ingi var við til at leggja grundarlagið sum tá og nú hevur
vóru tær um teg, tá tú sum smádrongur spældi í Kunoy. Vit báðir plagdu at sita uttanfyri kioskina í SMS, ótu ís og hugdu í sjónvarp í vindeyganum hjá Elding yvir av okkum, meðan mamma og omma gingu runt [...] við einum smíli, og heilsaði uppá øll. Tá ein maður í Lopra fekk at vita, at tú var deyður, segði hann » tað var snedugt, eg trúði at hasin maðurin bleiv í minsta lagi 100 ár«. Nú ert tú komin til tann
køkinum hjá hvørjum øðrum. Kai Leo skuldi rópa á abba, minna abba á, at hann skuldi koma at byggja eitt træhús til hann. Hetta kemur hann ikki at skilja. Tað gleðir meg at vita, at hvussu gott tú hevði tað [...] summarhúsi og vóru nógv úti og ótu og keypti á støðum, sum tú ikki hevði gjørt heima í Føroyum, tí í SMS fór tú ikki - hetta komi eg at sakna. Sjálvt um tú ert farin frá okkum, er tú altíð tætt hjá okkum
mangan dagin at vaska fisk og turka á fiskaplássunum hjá Thomsen keypmanni. Eisini var hon hjá Mortensen. Umframt tað gjørdi hon mat til brúdleyp, føðingardagar og konfirmatiónir. Hon arbeiddi um dagin [...] búgva miðskeiðis í 50-unum. Jentoft var bilførari í Havn í mong ár. Tað eru helst mong sum minnast, at hann í mong ár koyrdi á bilstøðini Akstur Bil. Petrina fekk fiskaarbeiði á Bacalao. Um kvøldarnar var hon
hevur Ormar ikki verið frískur. Seint í summar var hann á fundi á Ráðhúsinum. Hann gramdi seg um keðiligan hosta, og dótturin Anna stóð klár at koyra hann til samrøðu hjá lækna beint eftir fundin. Boðini [...] luttikið í saman. Ormar var ein stuttligur vinur. Hann var smekkfullur í lívsvísdómi og hevði eitt einstandandi fjølbroytt orðatilfar at oysa av. Hann var eins við øll, høgan sum lágan, og hevði eitt nátúrligt [...] vórðu fermdir saman, giftust at kalla dag um dag og gjørdust gubbar hjá børnunum hjá hvørjum øðrum. Hann lærdi rørsmíð og eg maskinsmíð. Soleiðis fylgdust vit allan ungdómin og skiltust ikki, fyrrenn Ormar
bara gleðiboðskapin, men livir hann í praksis, persónliga og sosialt. Njál leitaði sær íblástur frá teimum fyrstu kristnu, og heilt uttan at gera mannamun grundaði hann alt sítt virki á, at øll menniskju [...] eisini at sakna hann at støkka inn á Ráðhúsið til eitt hugnaligt prát. Máttu øll tit mongu avvarðandi funnið ugga og troyst. Friður veri við minninum um Njál Mackay Djurhuus. Heðin Mortensen borgarstjóri
flokk sigldi hann eina tíð, til hann sum 18 ára gamal kom til Havnar at arbeiða í 1987. Hann hevði stóran áhuga fyri bilum og arbeiddi eitt ár hjá Bilfríðkan við Velbastaðvegin, áðrenn hann fekk starv hjá [...] til góðar, tá hann seinni gjørdist sjúkur. Hann mátti gevast hjá Super Dekk Service, tá hann bleiv sjúkur í rygginum í 1995. Frá 1996-99 gekk Mikkjal Páll á Føroya Handilsskúla, har hann tók FHS- og hægri [...] eini iltfløsku settari til. Hann fekk ein sergjørdan bil, og hann kláraði seg væl og kundi fylgja við í tí, sum hann hevði áhuga fyri. Mikkjal Páll var giftur við Gunvá Mortensen av Eiði, tey fingu synirnar