Til minnis um Vermund Joensen

Góði babba

Tað er so óveruligt, at tú ert farin - long tíð kemur fer at ganga, áðrenn eg vil viðganga, at tú er farin frá okkum.


Eg hevði glett meg so nógv til í summar, tá ið tú og mamma skuldu koma yvir at vitja okkum - vit skuldu halda gullbrúðleyp fyri tykkum.


Eg veit eisini, hvussu nógv tú hevði glett teg. Tú skundaði tær at fortelja mær, at nú hevði tú keypt billett til tann 27. august og minti dreingirnar næstan hvønn dag á, at nú kemur abbi skjótt, men Guð hevði aðrar ætlanir við tær. Túrurin hesaferð var til himmals.


Tað var so deiligt hesi seinastu árini at hava eina so smarta telefon, sum gav okkum møguleika at bara trýsta á ein knøtt, so vóru vit í køkinum hjá hvørjum øðrum. Kai Leo skuldi rópa á abba, minna abba á, at hann skuldi koma at byggja eitt træhús til hann. Hetta kemur hann ikki at skilja.


Tað gleðir meg at vita, at hvussu gott tú hevði tað hjá okkum, og hvussu tú treivst her. Tey seinastu 11 árini eg havi búð í USA, vóru vit komin nógv tættari at hvørjum øðrum. Tú hevði tað ofta betri við pínuni - haldi hitin hjáltpi so nógv - tú virkaði altíð so glaður og flenti og spældi við dreingirnar dagin langan. Vit ferðastu nógv saman, í summarhúsi og vóru nógv úti og ótu og keypti á støðum, sum tú ikki hevði gjørt heima í Føroyum, tí í SMS fór tú ikki - hetta komi eg at sakna. Sjálvt um tú ert farin frá okkum, er tú altíð tætt hjá okkum í okkara hjørtum og tankum.


Vit koma at sakna teg so nógv. Eg skal passa væl uppá mammu fyri teg. Eg elski teg.




Dóttir tín Janita