at eg altíð havi havt ótrúliga torført við at hava álit á menniskjum, greiðir Effie frá og leggur afturat, at hon og Jógvan ongantíð vóru óð inn á hvønn annan, eftir at tað slitnaði teirra millum fyri 44 [...] við meg: “Tú ert ein kvinna, sum torir at stíga út úr tíni komfortsonu. Gakk trygt á tí vegnum, sum tú júst nú ert stigin á. Tú skalt ikki óttast, sigur Harrin, hetta er frá mær, sigur Harrin.” Tá visti eg [...] nógv burturúr. Vígslan gekk so mikið væl, at eg kundi tað sama verið gift inni í mínum egna køki, so rólig var eg, flennir Effie, sum var í føroyskum búna og Jógvan í klædningi á brúdleypsdegnum. Spurd
17 ára gomlu Jeanni og Lindis Petersen úr Havn eru tvíburðar. Møtir tú teimum á gøtuni, sært tú neyvan mun á teimum; men prátar tú við tær, leggur tú skjótt til merkis, at tær eru bara næstan eins. – Fyrr [...] í sjey FM-kappingum og vunnið føroyameistaraheitið fimm ferðir tilsamans. Nú gera tær báðar fimleik á estetiska kvinnuliðinum hjá Havnar Fimleikafelag, umframt at tær eru hjálparvenjarar hjá estetiska [...] Tá skuldu vit eisini syngja, og tað høvdu vit ongantíð roynt áður, leggur Lindis afturat. – Men tað gekk væl, og tað var ordiliga stuttligt at sleppa at royna. Annars fáast vit ikki nógv við tónleik, vit
nýtti myndir á henda hátt. At Dollin var i fremstu røð á hesum øki er eingin ivi um. Hetta er eisini prógvað av, at hann á vitjan í Føroyum í 1904 vísti skakandi ljósmyndir úr Congo í Havn og á Viðareiði [...] dum: Kodak (kent merki á myndatólum) í Congo” um myndina á næstu síðu av Mola og Yoku: ”Henda myndin, sum Casement legði við síni upprunaliga frágreiðing, vísir Mola sitandi á einum nútímans stóli. Eitt [...] myndir hjá Dollanum Ein aðra ábending fyri hesum fæst í myndini á næstu síðu, har 9 myndir eru settar saman. Her sæst, at tær eru allar uppsettar á sama hátt, og kunnu væl hava sama uppruna. Hetta er mynd, sum
sakførara, Skov Jepsen á Vestre Boulevard 11 í Keypmannahavn. Her skuldi hon fyrst roynast. Hon fekk dikterað eitt bræv, sum fyrst skuldi stenograferast og síðan skrivast á maskinu. Hetta gekk væl, og hon fekk [...] tá ið tað var so óvist at vera fiskimaður. Ávísa tíð á árinum varð roknað við, at skipini komu heim aftur. Komu tey ikki til tíðina var støðugt órógv á teimum avvarðandi. Vanliga komu tey kortini, men hjá [...] fegin tey vóru um Hitler, sum nú skuldu fáa skil á! Erika var ættað úr Eysturproysen móti polska markinum. Meðan Ása var í Danmark skrivar Erika, at hon nú er á húsarhaldsskúla í Berlin, og hon bjóðar Ásu at
í Skúlanum stóð á odda, abbi mín Jústinus var upp í og kona hansara, omma mín, Magnina í Hoygarðshúsi var ein av grundstuðlunum. Í mínum barnaárum vóru vit á barnamøti og eisini á rættuligum mis [...] hugsaði eg. Kom at hugsa um farbróður í Klaksvík, Andrias á Marknagili, sum nú liggur undir grønu torvu. Einaferð segði hann nei til at tala á einum møti, hann varð tyktaður við fleiri árum, áðrenn hann [...] orðið. So hendi ein broyting, hetta hendi í 1969, sama ár sum mannaættin setti fótin á mánan fyri fyrstu ferð. Eg kom út á Strendur at ganga í skúla, samstundis sum ein veking var við at vakna við Skálafjørðin
frídagur. - Eg ætli mær at spæla Gekk – og vinna hann!, sigur hon avgjørd. Hini við borðið brosa afturímóti hesi kvinnuni, sum fer at standa brúður leygardagin í heimkirkju sínari á Viðareiði. Hetta verður dagur [...] millum fekk kortini ein bráðan enda: Mamy skuldi á ein fund klokkan átta hetta kvøldið, og dagin eftir var Hákun flogin av landinum, tí hann skuldi møta umborð á skipi sínum í Reyða Havinum. Kærleikin spyr [...] tveimum árum síðani hittust tey av tilvild aftur, hesaferð á eini kaffistovu í høvuðsstaðnum: Hákun var farin higar við einum vinmanni, og Mamy var farin á sama stað við eini vinkonu. Tíverri – ella tíbetur,
sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum. Ferðin yvir hav tók [...] dælt av. Royndu at forða fyri hesum Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, sigur við tíðindatænastuna hjá Leitel, at tað, sum sáttmálin strandaði upp á, var júst tað, sum nú er hent, og sum Rás 2 royndi at forða [...] teir tríggir, sum mannaðu Apollo 11, vóru í. Á báðum hylkjunum sóust skaðar frá viðferðini, sum hylkini fingu, tá tey komu inn í tað brennandi heitu atmosferina. Á sama stað sást ein mánasteinur, sum fólk
sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum. Ferðin yvir hav tók [...] teir tríggir, sum mannaðu Apollo 11, vóru í. Á báðum hylkjunum sóust skaðar frá viðferðini, sum hylkini fingu, tá tey komu inn í tað brennandi heitu atmosferina. Á sama stað sást ein mánasteinur, sum fólk [...] vita um amerikansku flogsøguna. Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar
beina fiskireiðskap burtur innan fyri mark. Ein onnur teori gekk út upp á, at føroyingarnir niðri í Grimsby vóru farnir at leiga seg út til at vísa á røttu leiðirnar, og at tað nú ?....er lykkedes dem at finde [...] brúkast á størri dýpi, á óslættari botni og í verri líkindum enn bummtrolið og fiskaði nógvar ferðir betur. At byrja við vóru lemmarnir festir beinleiðis í sjálvt netið, í sjálvar vengrirnar á trolinum [...] teir umborð á seksmannaførini summarmánaðirnar. Hóast árini vóru ójøvn til fisk, so kom ein maður vanliga upp á einar 1500 vælvaksnar toskar ein várróður. Tá fyrstu trolararnir komu og løgdu seg á innastu
veruleikanum var, sigur Jógvan Gerðalíð. Hann arbeiddi á ymsum bóndagørðum á bæði Jútlandi og Sællandi, og hann gekk á landbúnaðarskúla í Dalum á Fjóni, áðrenn hann kom heimaftur fýra ár seinni, í 1937 [...] tað er stuttligt at hyggja í tey av og á. Eftir fyrstu uttanlandsferðina hjá manskórinum í Danmark í 1946, tá teir eisini tóku plátu upp, fingu Jógvan og aðrir blóð á tonna fyri at taka upp. Í 1948 keyptu [...] upp á lakkplátir, og tað var nógv brúkt næstu árini, serliga fram til miðskeiðis í 50¹unum. Millum menninar, sum vóru upp í upptøkuvirkseminum vóru Jógvan Gerðalíð, Theodor við Keldu og Líggjas á Váli