Effie lat kærleikan vinna

At gamal kærleiki ikki rustar, kann 69 ára gamla Effie Campbell ásanna. Hon og ungdómskærleikin, Jógvan Joensen, hittust aftur fyri fyrstu ferð í 44 ár seint í summar. – Tað var, sum eldur kom í meg, tá eg sá hann aftur, sigur Effie Campbell. Nú eru tey gift.

- Sjálvt um vit ikki sóust í 44 ár, so havi eg altíð verið góð við hann, og tí haldi eg hetta vera nakað fantastiskt, sum er hent. Soleiðis greiðir ein ovurfegin Effie Campbell úr Havn frá, sum fyri stuttum giftist stóra ungdómskærleikanum, Jógvani. At ein túrur til Elduvíkar í septembur í ár skuldi broyta hennara lív, hevði hon ongantíð trúð.


Vóru forlovað sum ung

Effie og Jógvan hittust fyrstu ferð, tá hon var um 20 ára aldur, og ein vinmaður hevði elduvíkingin Jógvan við sær, tá hann kom at vitja Effie. Lagnan vildi so vera, at tað var ikki fyrr enn tá hon tvey ár seinni søkti starv sum lærari í Elduvíkar skúla, at tey veruliga lærdu hvønn annan at kenna:

- Jógvan lærdi tá til húsasmið og var í Elduvík í vikuskiftunum. Vit gjørdust væl og skjótt rann saman, fortelur Effie, sum minnist, hvussu trupult alt var, av tí at tað ikki vegur til Elduvíkar:

- Eg mátti ganga sjey kilometrar, um eg skuldi til Funningsfjørð, og mangan var veðrið ringt, minnist Effie.

Tey høvdu verið forlovað í hálvttriðja ár, tá Effie valdi, at tey skuldu fara hvør til sítt:

- Eg bleiv við at ivast, um hetta var tað rætta, og tí helt eg, at best var at enda parlagið, fortelur Effie.

At hon áhaldandi var ivasom, heldur Effie stavar frá eini uppliving í barnaárunum. Pápi Effie, sum var skoti, og mamma hennara fóru frá hvørjum øðrum, tá Effie var seks ára gomul, og restina av barnaárunum hevði hon lítið og einki samband við pápan. Henda upplivingin hevur ávirkað Effie gjøgnum alt lívið:

- Tað, at pápi fór frá mær og mammu, hevur fylgt mær alt lívið sum eitt spøkilsi, ið bara ikki vil hvørva. Teirra hjúnarskilnaður hevur gjørt, at eg altíð havi havt ótrúliga torført við at hava álit á menniskjum, greiðir Effie frá og leggur afturat, at hon og Jógvan ongantíð vóru óð inn á hvønn annan, eftir at tað slitnaði teirra millum fyri 44 árum síðan:

- Vit hava øll árini sent hvørjum øðrum jólakort, men tað er so tað einasta sambandið, vit hava havt, sigur Effie.


44 ár smeltaðu burtur

Tað var ein góðveðursdag seint í summar, at lívið hjá Effie sum gomul genta tók eina kúgvend. Hon ætlaði sær til Elduvíkar at hyggja eftir eini framsýning við myndum frá Elduvíkar skúla, og av tí at hon ikki sjálv hevur koyrikort, mátti hon taka bussleiðina úr Havn og norður í Skálabotn:

- Eg hugdi í ferðaætlanina og sá, at rutan bara koyrdi inn í Skálabotn, so eg mátti fáa onkran at forbarma seg og koyra meg strekkið úr Skálabotni og til Elduvíkar, greiðir Effie frá. Hon minnist tíðiliga, hvat hon so gjørdi:

- Eg ringdi so til Jógvan, og hann lovaði at verða eftir mær í Skálabotni. Eg minnist, at hetta var fríggjadag 2. septembur, fortelur Effie við smílandi eygum. Hon fór við bygdarleiðum inn í Skálabotn, og har sat Jógvan í bili og bíðaði eftir henni. Tá hon settist inn í bilin hendi nakað heilt serligt, tá Jógvan gav henni eitt klemm:

- Tað var, sum eldur kom í meg, tá eg sá hann aftur. Við einum knipsi vóru 44 ár smeltað vekk, og alt var sum fyrr, sigur Effie, sum sjálv heldur, at hon var rættiliga køld kensluliga, áðrenn hon aftur hitti Jógvan. Tá hon seinni hetta kvøldið fór suður aftur til Havnar, visti hon, at tey skuldu síggjast aftur:

- Eg segði við hann, at nú havi eg verið hjá tær, so nú mást tú koma at vitja meg. Altso alt føldist bara so gott og ordiliga rætt, sigur Effie. Men ivin kom tó aftur í hana, og Effie, sum er trúgvandi, fór at biðja til Gud:

- Eg hugsaði, at kanska var tað Guds ætlan, at eg og Jógvan skuldu finna saman aftur, men eg mátti hava prógv fyri hesum. Tí bað eg til Gud, um at hann kundi staðfesta tað fyri mær, greiðir Effie frá. Staðfestingarnar fekk hon teir næstu dagarnar og eftir at hava verið á einum Aglowfundi hjá Frelsunarherinum, hvarv allur ivi:

- Meðan eg var til forbøn hjá danskari kvinnu, sigur hon brádliga við meg: “Tú ert ein kvinna, sum torir at stíga út úr tíni komfortsonu. Gakk trygt á tí vegnum, sum tú júst nú ert stigin á. Tú skalt ikki óttast, sigur Harrin, hetta er frá mær, sigur Harrin.” Tá visti eg, hvat klokkan hevði sligið, greiðir Effie frá. Sama kvøld ringdi hon til Jógvan og fortaldi, hvat henni hevði verið fyri:

- Tá eg fortaldi honum tað, bað hann meg síggja til, at eg ikki gloymdi tað. Og ja, so gekk ikki long tíð, og vit gjørdust ringforlovað, fortelur Effie. Hon minnist, hvussu hann ta fyrstu tíðina royndi at imponera seg:

- Hann tosaði um at keypa íbúð í Spania og í Runavík, og hvat veit eg, men tað nýttist honum als ikki tí eg var longu seld, greiðir Effie frá og smílist.


Einsamøll undir vígsluni

So skjótt Effie og Jógvan vistu, at tey skuldu liva saman, avgjørdu tey at giftast:

- Tað var ótrúliga umráðandi fyri okkum bæði at giftast, tí vit vildu ikki búgva saman ógift, sigur Effie. Tann 15. novembur søgdu tey ja til hvønn annan, tá Ann Hansen, prestur, vígdi tey í Dómkirkjuni. Bæði kenna tey nógv fólk, men undir vígsluni ynsktu tey at vera einsamøll:

- Eg tímdi ikki at gera so øgiliga nógv burturúr. Vígslan gekk so mikið væl, at eg kundi tað sama verið gift inni í mínum egna køki, so rólig var eg, flennir Effie, sum var í føroyskum búna og Jógvan í klædningi á brúdleypsdegnum. Spurd, um tað var ein romantisk løta í kirkjuni, svarar Effie kvikliga:

- Vit vóru bæði púra avslappað, tí hetta kendist so rætt. Tú kanst ætla, at tað var ein vøkur løta, í hvussu so er, so táraði presturin, minnist Effie. Hóast tey ikki hildu nakra brúðarveitslu, bleiv dagurin tó hátíðarhildin:

- Vit fóru á Hafnia at eta ein bita, og so fóru vit eisini til fotograf. Tað stuttliga er, at onkur hevði snýkt seg inn í kirkjuna undir sjálvari vígsluni, so vit hava eisini tær myndirnar, fortelur Effie.


Lívið sum nýgift

Nú hava tey livað sum hjún í skjótt ein mánað, og sambært Effie er lívið sum gift kona einki minni enn fantastiskt:

- Vit hava tað so hugnaligt saman. Vit fara út á matstovur, koyra biltúrar og njóta lívið, sigur Effie og fegnast um, at øll rundan um tey eisini eru glað teirra vegna. Av tí at Effie hevur hús í Havn, og Jógvan eisini hevur hús í Elduvík, ferðast tey ímillum í bilinum hjá Jógvani:

- Hann roynir at yvirtala meg til at fáa koyrikort, men har seti eg markið, flennur Effie avgjørd. Hon heldur ikki, at hon er broytt stórvegis, men viðgongur, at hon raðfestir øðrvísi í mun til áður:

- Fyrr hugdi eg ofta í sjónvarp, var til nógv tiltøk, helt andaktir og umsetti ymiskt, men seinastu tíðina havi eg bara hildið eina andakt og umsett eitt stykki. Nú vil eg njóta tíðina saman við Jógvani, fortelur Effie, sum altíð hevur verið sera virkin sum týðari og hevur umsett nógv til eitt nú Sunnudagsblaðið og Jólaboð. Í hesum døgum kennir hon seg nýforelskaða:

- Tað er eingin munur at vera forelskað sum ung, og so tá tú ert 69 ára gomul. Eg havi somu góðu kenslu í dag, eins og eg hevði tá, sigur Effie.

Bæði hava tey livað einsamøll øll hesi árini og hava havt ávísar vanar og siðir. Tað er tó eingin trupulleiki nú tey búgva saman:

- Eg eri útbúgvin lærari og kenni til pedagogik, so sjálvandi byrjaði eg fyrst við at rósa, og nakað seinni segði eg onkuntíð spakuliga: “Heldur tú ikki, at vit kundu roynt at gjørt hetta soleiðis?,” sigur Effie skemtingarsom og leggur afturat, at tey eru ógvuliga lík, so tískil eru ongar stórvegis broytingar farnar fram, tá tað kemur til eitt nú matvanar og reingering av húsinum. Hon gleðist um nýggja lívið og sær fram til nógv góð ár saman við stóra ungdómskærleikanum:

- Mann kann siga, at eg havi havt fleiri kapitlar í mínum lívi, men eg rokni við, at hetta er besti kapittulin í lívinum, fortelur nýgifta Effie.