at arbeiða fulla tíð. Ein kanning, vit hava gjørt, vísir, at bara 15 prosent av heilsurøktarunum arbeiða fulla tíð, so vit hava nokk so fitt av tøkari arbeiðskraft, sigur hon. Og hon sigur, at tað eru nógvir [...] fyri at bøta um støðuna. Tað er forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum ikki fegin um. – At halda tað vera so einfalt at veita eina skikkaða eldrarøkt er at vanvirða eldra borgaran og fakkunnleikan á økinum, [...] tey, sigur Rakul í Gerðinum. – Tað eru starvsvenjingarplássini, sum er fløskuhálsurin, ikki skúlin, so at fáa ein skúla afturat í Havn, við teirri avleiðing, at næmingatalið í Suðuroy verður skert tilsvarandi
Gestablídni er altíð sera gott her heima og her er eisini trygd, so vit kunnu ganga frítt her og altíð eru fólk hjálpsom, men Grundin til at vit so ofta eru í Føroyum, er at børnini sleppa at vera børn og ikki [...] er tað stuttligt at Rasmus fekk ein so stóran tosk, sigur Ann Andreasen Toskurin Í farnu viku var ein stórur partur av ferðalagnum norðuri í Klaksvík. har vóru tey so heppin at sleppa út at fiska við bátinum [...] bátinum Komet. 11 ára gamli Rasmus Alataq var enntá so dugnaligur at fáa størsta fiskin, ið er veiddur umborð á hesum báti. Toskurin vigaði 15,2 kg og var 120 cm langur. Hann var sera fegin um fongin, og
Tað er so ótrúliga stórur partur av lønini, sum verður tikin frá fólki. Man má siga stopp onkustaðni. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann vísir til pensjónslógina, sum sigur, at 15 prosent [...] Seinasti fundurin við andstøðuna var í januar. Síðani hevur samgongan fundast um evnið, men har er so lítið av semju, at tað ikki er klárt at leggja fyri tingið enn. Serliga er tað ein limur í samgonguni [...] tann gamla, verður ikki metta t vera stórmál, sigur Jenis av Rana. Viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini, so hevur Miðflokkurin í dag sent eitt broytingaruppskot til løgtingið, um at leingja verandi fiskivinnulóggávu
- Hóast eg havi spurt meg fyri hjá røttu viðkomandi myndugleikunum - Fiskimálráðnum og Vørn - so ber ikki til at fáa annað svar enn, at spurningurin er góður. Tað, sum eg havi spurt um er, hvørji línuskip [...] sigur hann. Skrivarin í Felagnum Línuskipum vísir á, at tá okkurt smávegis er brúkt til reguleringar, so er botnfiskakvotan í Eysturgrønlandi 875 tons av toski og 375 tons av brosmu, lutað sum felagskvota [...] Línuskipini, sum í 2017 hava søkt um loyvi at fiska botnfisk í Eysturgrønlandi, eru 18 í tali, herav eru 15 aktiv, men trý liggja við bryggju. Eitt av teimum við bryggju er Helena, sum einki veiðiloyvi hevur
íslensku verjuni, ið ikki kann verða so ágrýtin sum teir annars høvdu ætlað, júst tí at Makedonia spæla á henda hátt. Men um íslenski stórskjúttin Aaron Palmarsson rakar dagin, so eru útlitini góð fyri at Ísland [...] størsta dystin í lívinum, tá ið Danmark spæla fyri fyrsta plássinum í bólki C. Danmark ímóti Norra kl 19:15 Hesi bæði liðini hava bæði gjørt reint borð og vunnið allar sínar dystir, og í kvøld skal slagið standa [...] Spania ímóti Kroatia kl 19:30 Hetta er sostatt bólkafinalan í bólki B. Um dysturin endar við javnleiki so enda kroatar á fyrsta plássi, og bæði liðini fáa 3 stig yvir í millumrunduna, tí tú fær bert tey stigini
Guttesen hjá Kyndli, bjargaði nærum øllum møguleikum. Leikferðin var heldur ikki nakað at reypa av, so at góðu verjuavrikini sjáldan førdu skjótálop við sær. Um miðan fyrra hálvleik eydnaðist tað tó álopinum [...] at missa takið, tá ið H71 økti til 7-11, ið gjørdist hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki fekk Kyndil so við og við etið burtur av leiðsluni. Gjøgnumbrotini í álopunum fóru at rigga, og hetta gav ofta brotskast [...] eisini fram at stórbjarga, og tað var um reppið at Kyndil fekk javnleik, eftir at støðan hevði verið 15-18 tá ið tveir og ein hálvur minuttur vóru eftir at leika. Eftir tvey skjót mál hevði Kyndil møguleikan
ein tanka um at gera húsini so dynamisk sum gjørligt. Vit eiga 3 smá børn, og vit royndu at seta okkum inn í hvørji krøv og hvønn tørv vit hava nú, men eisini um 5, 10 og 15 ár. Vit vildu g jarna hava eini [...] eini serstøk hús og vistu frá byrjan, at vit vildu hava húsini arkitektteknaði. Okkum dámdi so væl stílin hjá Eyðuni Eliasen arkitekti (EYA). Hann var grundigur og setti seg inní hvussu umstøðurnar vóru [...] børnini verða størri og ikki hava tørv á spælirúminum longur, er ætlanin at gera tað um til hjúnarúm og so geva børnunum hvør sítt stóra kamar í niðaru hæddini. Ætlanin er at gera ein heilan vegg í spælirúminum
næmingi frá uppgávuni, um tørvur er á tíð. Í veruleikanum hevði tað verið ideelt fyri øll, um vit settu so nógva tíð av til hvønn einstakan næming, sigur hon. Tað vísti seg, at tað kravdi minst líka nógv at [...] eins og at fólk haðani hava havt skeiðvirksemi í Føroyum. Nú eru tveir autismuflokkar í Hoydølum, við 15 næmingum tilsamans. - Tey vóru níggju, sum byrjaðu í 2013 og av teimum eru 5 eftir í dag. Í 2015 byrjaðu [...] og var tað ein stór uppliving hjá næmingunum. Millum annað vitjaðu tey á H. C. Ørsted kampusinum, so næmingarnir fingu høvi at vitja eitt danskt universitet. Tveir av næmingunum kundu nemliga hugsa sær
tað tók sína tíð, áðrenn tað eydnaðist høvuðsstaðarmonnunum at fáa bilbukt við gestunum. Sum so mangan áður so var tað Ahmed Keita, sum var avgerandi. Hann skoraði bæði málini. Einasta liðið, sum ikki megnaði [...] heimavøll við Margáir ímóti teimum næstbestu hjá HB. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, men so gjørdi Marni Djurhuus bart, tá ið hann skoraði í bæði 65. og 76. minutti. Fýra minuttir undan leikloki [...] Nielsen 31. 0-2: Søren Nielsen 34. 0-3: Søren Nielsen 40. 0-4: Janus Samuelsen 50. 0-5: Tóki á Lofti 51. 1-5: Helgi Simonsen 79. 1-6: Holgar Durhuus 82. 1-7: Solomon Kwao br 90.+3. EB/Streymur-HB 3-0 (0-0) 1-0:
Sáttmálin gevur eina lønarhækkan upp á 4,15 prosent yvir tvey ár, men ein stórur partur av lønarhækkingini fellur nøkrum fáum limum í lut, sum hava verið so hepnir at vera umflokkaðir í lønarsamráðingunum [...] øll fáa eina lønarhækking á fimm prosent, so fær tann, ið forvinnur 30.000 um mánaðin væl meiri, enn tann, ið forvinnur 20.000. - Ein tílík lønarhækkan minkar so ikki um gjónna millum tey ríku og fátæku