Fakfeløgini økja um stættarmunin

Vit hava sitið og grátið um, at stættarmunurin økist, men nú ger Starvsmannafelagið ein sáttmála, sum økir enn meiri um gjónna, sigur Hans Joensen.

Starvsmannafelagið undirskrivaði mánadagin ein nýggjan lønarsáttmála við Fíggjarmálaráðið fyri limir sínar.

 

Sáttmálin gevur eina lønarhækkan upp á 4,15 prosent yvir tvey ár, men ein stórur partur av lønarhækkingini fellur nøkrum fáum limum í lut, sum hava verið so hepnir at vera umflokkaðir í lønarsamráðingunum.

 

Les eisini Teimum, ið hava, skal meir vera givið

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur lítið um sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum hesum viðvíkjandi.

 

Hann sigur, at hann skilir ikki, hvussu eitt verkamannafelag kann samráða seg til, at geva teimum hægri løntu hægstu hækkingina.

- Fakfelagsrørslan er við til at økja um stættarmunin á hendan hátt, tað er mín meining, sigur Hans Joensen. 

 

Hann sigur, at hann sjálvandi unnir teimum væl løntu teirra løn og skilir væl, at ein ávísur lønarmunur er millum fólk. Kortini heldur hann ikki, at tað er uppgávan hjá verkamannafeløgunum at veita hægri løntu limunum eina hægri lønarhækkan enn restini.

- Hetta er við til at skapa ein øgiligan stættarmun í Føroyum. Vit hava sitið og grátið um forskatting av pensjónum og flatskattin og avleiðingarnar av honum í fýra ár, men nú gera fakfeløgini júst tað sama, geva teimum hægst løntu limunum mest, sigur hann.

 

Hans Joensen endurtekur, at sjálvandi skulu fólk við góðari útbúgving fáa eina góða løn, men óttast tó, at tað eru tey lægst løntu, sum rinda prísin.

- Sjálvandi skulu tey við góðari útbúgving fáa eina góða løn, men ikki upp á bekostning av Palleba og Marsannu. Tað vísir seg, at tað altíð er tann lægst lønti, sum skal bløða, um onnur skulu fáa meiri, sigur hann.

 

Sjálvur heldur hann, at partur av trupulleikanum er, at lønarsamráðingarnar snúgva seg um prosentir, heldur enn krónur og oyru. 

- Tað er ikki altíð rætt, at nýta prosentir í samráðingunum. Um ein í staðin fær eina lønarhækking í krónum og oyrum, fáa øll tað sama, sigur fakfelagsformaðurin.

 

Hann vísir á, at um øll fáa eina lønarhækking á fimm prosent, so fær tann, ið forvinnur 30.000 um mánaðin væl meiri, enn tann, ið forvinnur 20.000. 

- Ein tílík lønarhækkan minkar so ikki um gjónna millum tey ríku og fátæku. Tey ríku fáa meiri í krónum og oyrum, kunnu rinda fyri fleiri mjólkapakkar enn tey lægri løntu.

 

- Hendan gongdin skapar ein óhugnaligan stættarmun, í part skaptur av fakfelagnum sjálvum, endurtekur Hans Joensen.

 

- Tað nyttar heldur ikki at siga, at hetta kemur teimum lægri løntu til góðar seinni. Fólk eru ikki býtt, sigur Hans Joensen.

 

Havnar Arbeiðsmannafelag og hini fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast við sínar arbeiðsgevarar í mai mánað komandi ár.