Tørvurin er stórur

Kristianna Mortansdóttir er samskipari á autismuflokkunum á Studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Fyrstu næmingarnir við autismu vóru tiknir inn á skúlan í 2012. Tá fingu tríggir næmingar tilboð um undirvísing á miðnámsskúlanum, sum partur av vanligu flokkunum.

 

Í 2013 varð tilboðið víðkað og níggju næmingar byrjaðu í einum egnum autismuflokki. Undirvísingin er á miðnámsskúlastøðið, sum hjá hinum næmingunum, tó strekt yvir fýra ár heldur enn trý.

- Málið við undirvísingini er hitt sama, at tey skulu fáa eina miðnámsútbúgving, men tað setur onnur krøv at undirvísa í einum autismuflokki enn hinum flokkunum, sigur Kristianna Mortansdóttir, sum sjálv undirvísir í autismuflokkunum, umframt at vera lestrarvegleiðari á skúlanum.

- Tað krevur væl meiri tillagaða undirvísing til hvønn einstakan næming, at lærarin tekur sær tíð at greiða hvørjum einstøkum næmingi frá uppgávuni, um tørvur er á tíð. Í veruleikanum hevði tað verið ideelt fyri øll, um vit settu so nógva tíð av til hvønn einstakan næming, sigur hon. Tað vísti seg, at tað kravdi minst líka nógv at hava nakrar fáar næmingar í vanligu flokkunum sum at hava fleiri næmingar í egnum flokki.

 

Alt arbeiðið verður gjørt í tættum samstarvi við Høje Taastrup gymnasium í Danmark. Lærarar og starvsfólk úr Føroyum hava fleiri ferðir vitjað í Høja Taastrup, eins og at fólk haðani hava havt skeiðvirksemi í Føroyum.

 

Nú eru tveir autismuflokkar í Hoydølum, við 15 næmingum tilsamans.

- Tey vóru níggju, sum byrjaðu í 2013 og av teimum eru 5 eftir í dag. Í 2015 byrjaðu 10 nýggir næmingar, og teir eru allir á skúlanum í dag, sigur Kristianna Mortansdóttir.

 

Næmingarnir hava somu fak sum vanligt á miðnámsskúlanum og fara eisini á námsferð. Sum undirvísingin líður, verður størri og størri partur av undirvísingini tikin í flokkum saman við hinum næmingunum.

- Fyrsta árið eru tey fyri seg sjálvi, men seinni árini hava tey valfak, sum tey taka saman við hinum næmingunum, sigur Herleif Hammer, rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Flokkurin, sum byrjaði í 2013, var herfyri á námsferð í Keypmannahavn, og var tað ein stór uppliving hjá næmingunum. Millum annað vitjaðu tey á H. C. Ørsted kampusinum, so næmingarnir fingu høvi at vitja eitt danskt universitet. Tveir av næmingunum kundu nemliga hugsa sær at lisið fysikk, sum tey kunnu á H. C. Ørsted.

 

- Okkara uppgáva er at skapa teir røttu karmarnar, so at hesi ungu kunnu trívast og mennast, tí tað er eingin ivi um, at tey hava nógv evni og nógv virði, eisini á arbeiðsmarknaðinum, sigur Kristianna Mortansdóttir.

 

- Vónandi er hetta eitt tilboð, sum er komið fyri at vera, tí tørvur er heilt víst á tí, sigur Kristianna Mortansdóttir.