30 ára gamli Marni Djurhuus umboðaði í dag fyri 400. ferð besta liðið hjá EB/Streymi. Ofta verður tikið til, at tað sjáldan gongur væl, tá ið talan er um serligar dystir. Soleiðis var tað ikki hjá EB/Streyma veteraninum ídag.
Toppliðið átti heimavøll við Margáir ímóti teimum næstbestu hjá HB. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, men so gjørdi Marni Djurhuus bart, tá ið hann skoraði í bæði 65. og 76. minutti. Fýra minuttir undan leikloki staðfesti Niklas T. Kruse 3-0 heimasigurin.
07 Vestur greiddi væl og virðiliga sín setning á útivølli ímóti KÍ. Úrslitið sigur 7-1, og tað talar fyri seg sjálvt. Søren Nielsen skoraði trý mál síðsta korterið undan steðginum, og eftir steðgin var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
FC Suðuroy vann trivaligan 3-0 favorittsigur á heimavølli ímóti B71. Men tað tók sína tíð, áðrenn heimaliðið á Vágseiði fekk hol á. Tveir minuttir eftir steðgin setti Búi Egilsson hol á, fýra minuttir seinni økti Teitur Mortensen um leiðsluna, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Ari K. Poulsen sigurin og harvið bronsuplássið.
Giza Hoyvík var favorittur á heimavølli ímóti Víkingi. Tað eydnaðist at vinna 2-0, men tað tók sína tíð, áðrenn tað eydnaðist høvuðsstaðarmonnunum at fáa bilbukt við gestunum. Sum so mangan áður so var tað Ahmed Keita, sum var avgerandi. Hann skoraði bæði málini.
Einasta liðið, sum ikki megnaði at vinna favorittsigur í dag, var næstbesta liðið hjá NSÍ. Á Argjum endaði tað málleyst eftir at NSÍ síðstu løtuna var yvirmannað, tí ein av AB spælarunum hevði sæð gult tvær ferðir.
KÍ-07 Vestur 1-7 (0-3)
0-1: Søren Nielsen 31.
0-2: Søren Nielsen 34.
0-3: Søren Nielsen 40.
0-4: Janus Samuelsen 50.
0-5: Tóki á Lofti 51.
1-5: Helgi Simonsen 79.
1-6: Holgar Durhuus 82.
1-7: Solomon Kwao br 90.+3.
EB/Streymur-HB 3-0 (0-0)
1-0: Marni Djurhuus 65.
2-0: Marni Djurhuus 76.
3-0: Niklas T. Kruse 86.
Giza Hoyvík-Víkingur 2-0 (0-0)
1-0: Ahmed Keita 56.
2-0: Ahmed Keita 78.
AB-NSÍ 0-0
Reytt kort: Jógvan Johannesson, AB, 84. (tvey gul)
FC Suðuroy-B71 3-0 (0-0)
1-0: Búi Egilsson 47
2-0: Teitur Mortensen 51.
3-0: Ari K. Poulsen 90.+1.
Støðan
Støðan
EB/Streymur 55
07 Vestur 53
FC Suðuroy 36
Giza Hoyvík 35
NSÍ 31
KÍ 26
HB 21
Víkingur 19
AB 11
B71 10
FC Suðuroy og B71 hava spælt 20 dystir, og hini liðini hava spælt 21 dystir.










