ikki so serliga góður, tí hann brúkti alt grótið, eisini tað smáa. Tað er ófatiligt avrik. Stykkið er 900 fermetur, sum lagað er um. Hann knógvaði ígjøgnum tað og bleiv eisini liðugur. Hann drenaði eisini [...] pápa, at so fari eg ongan veg. »Jú, tú skal fara,« sigur hann. »Men eg verði so her inni hjá tær í nátt.« »Nei«, sigur hann, »tað skal tú heldur ikki. Marius er inni, tað er nokk,« sigur hann. Eg fekk so [...] Havn og er grivin á Svínaryggi saman við Onnu Sofíu og hennara. Ólastova lá saman við øðrum húsum yviri á Kák. Navnið Kák kemur av, at her skuldi í eldri døgum vera rættarstaður. Ein kákur er ein stólpi
sagt, at á veljarafundum er tað mesta tóm orð og lyfti, ið verða gloymd, tá ið tingið er valt. Nøgdin er mangan ómetalig ? dygdin tíverri syndarlig. Og úrslitini eingi. ? Ið hvussu er ikki so, sum væntast [...] so vissuliga er er tørvur á títtlinginum í glantrileiki stórfuglanna. Vissuliga er tørvur á umboðum í løgtingi, sum kunnu halda lív í og eggja størru flokkunum til at fremja fólksgagnligan politikk. Vit [...] nýggjum! Valfundir Tá ið valfundur er lokin, er ikki óvanligt, at fólk spyrja seg sjálvi: ?Hvat varð sagt? ? Var nakað nýtt borið fram? ? Høvdu vit ikki hoyrt alt hatta meylið áður? ? Upp undir seinasta
stuttleika sær í tónleikinum er púrasta burturvið. Og um so skal vera, haldi eg at tað er upp á sítt pláss, at Tórshavnar kommuna skipar fyri, at nøktandi og trygdargott bussamband er í lagi fyri at tryggja [...] yringini, Quickbusskoyring V/Bjarna Clausen og eg greiði gjølla frá, hvussu støðan er. Teir vátta fyri mær, at tað er í lagi og skulu tryggja mær, at tríggir bussar fara at standa klárir og taka ímóti [...] tryggja okkum foreldur, at tey ungu sum jú eisini eru borgarar í kommununi, fart. Tað er als ikki ein løtt uppgáva at nøkta tørvin hjá einum tannáringi, má ásannast, men eg haldi tað vera sera mentunarliga fátaksligt
Sofía, sum er blivið til Dinnafía. Eg eiti Kristina eftir ommu míni á Rætt, og Sofía eiti eg eftir einum systkinabarni mammu, sum var deyð av tuberklum, og sum var dóttir Poul Klein. So er tað Jógvan beiggi [...] verið í Funningsfirði í 28 ár. Hetta kom sum rímiligt er væl við hjá fólkinum. Tað var so ofta, at skip lógu á Funningsfirði. Her lá Langanes eisini. Tað er meðan teir liggja her, klárir at fara, tá kom henda [...] Sigfred í Funningi. Hann hevði verið í dansi í Funningsfirði og er helst smittaður har. So løgdust teir hvør eftir annan av sponsku sjúku, sum er eitt slag av ringari influensu, og sum eisini var sera ring
teir ikki stríddust fyri æruni. Eg hevði í hvussu so er ongantíð funnið meg í tí, um liðið hjá mær í hvussu so er ikki royndi at spæla fyri æruni, er viðmerkingin hjá Jákupi á Borg, sum sjáldan áður hevur [...] Leikluturin hjá KÍ í kappingini um Løgmanssteypið er av á hesum sinni. Í sær sjálvum er tað ikki nakað nýtt. Eftir at KÍ av álvara spenti álopsbogan í Gundadali í vónini um at broyta 3?1 til 3?2 og í staðin [...] Roknar tú við, at leikluturin hjá KÍ í ár verður lítil? ? Fótbóltur er eitt undarligt spæl. At tað gongst av skriðuni ein dag, er ikki tað sama sum, at tað fer at ganga illa í næstu royndunum. GÍ vann
Eitt annað, ið er serligt fyri tær báðar, er mátin, tær hava tikið útbúgvingina uppá og leiðin, tær hava gingið fram móti útbúgvingini, sum tó er tann sama. Leiðin hjá Vónbjørt, sum í dag er 26 ár, kann kanska [...] - Gongur sum ætlað, koma vit nokk heimaftur um tvey ár, sigur Vónbjørt. Tó er ein viss óvissa í luftini, tí sonurin, Ári, er illa plágaður av allergi og umstøðurnar at koma heim aftur við honum eru truplar [...] Útbúgving Leo Poulsen leo@sosialurin.fo So er tað liðugt. Trý ára strev og slit eru av, prógvið handað og so standa tær báðar møðgurnar, Kristina og Vónbjørt Nybo úr Hósvík, klárar at leypa út í tað veruliga
kanst ætla, at systrar mínar smíltust við, tá eg segði teimum tað. - “Ja, hatta er akkurát tú”, søgdu tær brosandi við meg. “Tú eigur jú minst 50 skógvapør heima við hús!”, greiðir Eydna brosandi frá. Á skógvamessu [...] mánað er hetta liðugt. - Eg havi sagt upp, tí nú ætli eg at byrja fyri meg sjálva, sigur ein bjartskygd Eydna við Sosialin. Á handilsøkinum á Norðskála eru longu fleiri handlar, men tá komið er nakað út [...] nokk tey ungu eisini, haldi eg, sigur hon. Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at børnini slíta skógvar skjótt og vaksa skjótt burturúr teimum. Her er altíð tørvur á nýggjum skógvum til allar aldursbólkar
línubátrum fór fyri bakka. Hetta gav jú flestu fiskimonnum møguleika at sleppa við línuskipum, um teir høvdu hug til tess. Manningartalið var fast 26 ella har á leið, so tað er lætt at rokna út, at her kravdist [...] øguna, tá ið skipað varð fyri samkomu fyri menn, sum høvdu verið við Vesturhavinum Blíða. Hann var jú tann fyrsti stállínubáturin, sum kom til Føroyar. Hetta var seinast í 1956. Tá varð greitt frá forsøguni [...] forsøguni til línuskipini, eins og tað varð greitt frá lívinum við Vesturhavinum, sum samstundis stórt sæð er frágreiðing um lívið við øllum hinum línuskipunum. Henda frásøgnin kemur í tveimum pørtum. Kravið um
samkoma. Meiningin við orðinum er sjálvsagt hin sama. Sambært Skriftini er alneyðugt hjá hinum kristnu at gera sær greitt hvat eitt kirkjulið/samkoma er. Fólkakirkjan er eitt kirkjulið. Brøðrasamkoman [...] liðugur at grunda yvir, fyrr enn facittið, sum goymt er í himlinum, er kent. 4. Samanhaldið er ein lívstreyt um kristnilívið skal varðveitast. 5. Altarborðið er endin á tí langa, langa borðinum, sum røkkur inn [...] Uppgáva lærlingsins er alla tíðina at fáa visiónir, nýggjar tankar og hugskot. Hann nemur sær kunnleika við at lesa, við at spyrja, við at kanna. Hann sigur ongantíð: Hatta dugi eg! Hatta nýtist eingin at
orð fyri, hvussu alt er broytt hesa tíð. ----- Í Sosialinum frá 26.8. 2011 er hesin stubbi: Íslendski stoltleikin er føroyskur Leygardagin var longu nú víðagitna bygningsverkið, Harpan, alment tikin í [...] 15. partur ------------------- Tað er so ótrúligt, sum alt er broytt í mínum lívi. Men størstu broytingarnar eru komnar av ravmagninum, sum gjørdi alt so nógv lættari. Vit fingu ravmagn innlagt miðskeiðis [...] uttan eitt búgva í Føroyum. Onkur er tó í Danmark í lestrarørindum. Tey hava øll á ymiskan hátt givið síni íkøst til okkara samfelag. Tann, sum hevur skrivað hesa røð er javngamal við Beggu, og vit gingu