Mamma og dóttir pedagogar í senn

Síðsti fríggjadagur var ein stórur dagur í familjuni Nybo úr Hósvík. Henda dagin fingu mamman Kristina og dóttirin Vónbjørt báðar prógvið sum pedagog – onnur sum fjarlesandi og hin sum vanligur lesandi, men báðar í Danmark

Útbúgving

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


So er tað liðugt. Trý ára strev og slit eru av, prógvið handað og so standa tær báðar møðgurnar, Kristina og Vónbjørt Nybo úr Hósvík, klárar at leypa út í tað veruliga lívið aftur.

Síðsta fríggjadag var próvhandan á pedagogskúlunum í Dannerseminariinum í Jægerspris á Norðursælandi og á University College Nordjylland í Aalborg. Í Jægerspris fekk Kristina handað sítt prógv, og í Aalborg fekk Vónbjørt handað sítt prógv. Móðir og dóttir vóru harvið lidnar sum pedagoglesandi sama dag, hóast tað eru 21 ár millum tær.


Ymsar leiðir, men sama útbúgving

Báðar hava tær tikið útbúgvingina í Danmark, av tí at tær ikki sluppu inn á pedagogskúlan í Føroyum, tá tær søktu. Eitt annað, ið er serligt fyri tær báðar, er mátin, tær hava tikið útbúgvingina uppá og leiðin, tær hava gingið fram móti útbúgvingini, sum tó er tann sama.

Leiðin hjá Vónbjørt, sum í dag er 26 ár, kann kanska kallast sum tann meira vanligi vegurin til útbúgvingina. Hon gjørdi seg fyrst lidna við fólkaskúlan og 10.flokk, fór síðan á FHS og víðari í HF. Eftir HF arbeiddi hon eina tíð, setti búgv og átti eitt barn, áðrenn hon fór undir útbúgvingina.

- Eg søkti fyrst inn á pedagogskúlan í Havn, men slapp ikki inn, tá tað vóru so nógvir umsøkjarar. So bleiv eg við barn, og átti sonin Ára, og so var tað lagt á hillina eina tíð. Men so sá eg einaferð í desember 2005, at tað enn vóru pláss á einum pedagogskúla í Aalborg. Eg søkti, og slapp at byrja longu í februar. So tað gekk nokkso skjótt fyri seg, greiðir Vónbjørt frá.


Long leið til útbúgving

Leiðin hjá Kristinu er hinvegin væl drúgvari. Sum barn varð hon ongantíð liðug við 7.flokk, og longu sum 16 ára gomul átti hon, saman við manninum Andras, fyrsta barnið av fýra , dóttrina Elinborg í 1977, sonin Høgna í 1980, dóttrina Vónbjørt í 1982 og sonin Rógva í 1988.

Frá tí at hon var 14 ár hevur hon arbeitt sum ófaklærd. Nøkur ár á fiskavirki, og seinni sum vaskikona. Útbúgving var ikki hugsingur um at fara undir - børnini skuldu føðast og peningur vinnast.

Men stutt eftir síðsta barnið, kom eisini kreppan í Føroyum. Omaná tað fekk Kristina ein arbeiðsskaða í hendurnar, sum gjørdu at hon ikki kundi arbeiða við mati ella við vatni. Hetta gjørdi, at hon í 1994 flutti til Danmarkar við familjuni, har hon aftur fór í skúla. Har byrjaði leiðin til pedagogútbúgvingina.

- Tað byrjaði ein dagin eg fór inn á Býarbókasavnið, har er sá ein faldara á vegginum um útbúgving fyri vaksin. Harafturat var kreppa í Føroyum, og tá valdu vit at fara, greiðir Kristina frá.

Eftir eitt ár í Danmark, har hon tók 9.- og 10.flokk, fluttu tey aftur til Føroya, og enn einaferð noyddi peningatrotið hana at taka arbeiði fram um útbúgving.

- Kreppa var jú í Føroyum, og vit høvdu eini hús, sum vit máttu taka okkum av. Ella hevði eg farið undir pedagogútbúgving í Ranum í Norðurjyllandi, sum var beint við har vit búðu áðrenn sigur Kristina.


Skuldi eitt spark afturat til

Í 1996 varð Kristina sett í starv sum dagrøktarleiðari í Hósvík. Har arbeiddi hon í 9 ár, inntil ein barnagarður varð bygdur í Hósvík og dagrøktin brádliga niðurløgd. Tá tók hon avgerðina um, at nú skuldi gongd aftur koma á útbúgvingina.

- Tað var hatta sparkið, sum gjørdi, at eg fór, sigur Kristina.

Tvær ferðir hevði hon søkt inn á pedagogskúla í Føroyum, men fingið noktandi svar. Men hetta skuldi ikki forða henni at fáa lívsútbúgvingina.

Í 2005 flutti hon einsamøll frá familjuni í Hósvík, til Nørresundby, har hon tók pedagogiska grundútbúgving uppá 1 ár.

- Hetta gjørdi eg eftir ein fyrilestur í Hvalvík, har ein kona greiddi mær frá um møguleikan fyri fjarlestri. Hon ráddi mær til at taka hetta fyrireikingarskeiðið,fyri at fyrireika meg til at fara í skúla, greiðir Kristina frá.


Dýrt upplivilsi

Í 2006 fór Kristina undir fjarlestur. Tað merkir at hon lesur yvir internetið, og ferðast millum Føroyar og Danmark umleið eina ferð um mánaðin. Men hetta er ikki ókeypis, og landið stuðlar ikki hesum.

- Tilsamans hevur tað nokk kostað mær eina kvart millión at fáa hesa útbúgvingina, greiðir Kristina frá.

Men nú trý ár seinni angrar hon als einki, og stendur við próvnum í hondini, saman við dóttrini Vónbjørt, ið eisini er liðug við sín lesnað sum pedagogur.


Ætla heimaftur, men ikki enn

Fyri at fáa útbúgvingina mátti unga Vónbjørt flyta niður saman við sjeikinum Alf og soninum Ára.

Tey búgva nú í Aalborg, og hóast tey bæði hava røtur í Hósvík og eiga hús saman í Hósvík, koma tey ikki heim aftur beinan vegin.

Sjeikurin Alf fór nevniliga eisini tíðliga úr skúlanum, og hevur arbeitt sum sjómaður og timburmaður í fleiri ár. Men tá Vónbjørt dró hann við til Danmarkar og fór undir útbúgving, tók hann eisini lesibrillurnar upp á aftur, og fór undir útbúgvingina til skipsførara.

- Gongur sum ætlað, koma vit nokk heimaftur um tvey ár, sigur Vónbjørt.

Tó er ein viss óvissa í luftini, tí sonurin, Ári, er illa plágaður av allergi og umstøðurnar at koma heim aftur við honum eru truplar. Hetta vóna tey tó ikki fer at forða teimum at koma heimaftur til heimbygdina Hósvík.

Í kvøld fara tey at halda veitslu saman við familju, vinum og kenningum, ið eru sera nógv har á leiðini. Men mánadagin gongur leiðin hjá Kristinu og Andras aftur til Føroyar, meðan steðgurin verður nakað longri hjá Vónbjørt og Alf.