til svimjihylin, tá alt betongarbeiðið er gjørt. Sum nevnt omanfyri metir nevndin tað neyðugt og rímiligt nú at brúka tann pening, ið savnaður er. Projekteringin er goldin, og nevndin eigur í dag knappa [...] nakað sæst eftir av tí peningi, ið inn er savnaður. Alt er klárt at fara undir arbeiðið, og væntandi verður byrjað fyrst í komandi viku av grava omanav. Tá hetta er gjørt, verður farið undir spreingiarbeiðið [...] økinum. Tá hetta arbeiði er gjørt, verður farið undir betongarbeiði, sum væntandi skal verða liðugt til summars. Leo Poulsen, formaður í nevndini sigur, at nevndin nú metti tað vera neyðugt at fara undir
fingið nakrar djúpar skøvur, og tað er ikki nakað sum teimum dámar í Den Danske Bank. Bankin svarar aftur Tá tað gjørdist greitt, at bankin var tann stóri syndarin, boðaðu teir frá, at teir mánadagin fóru at [...] koma við einum aftursvari til tað, sum sagt verður í frágreiðingini. Nú er svar teirra komið. Í frágreiðingini slær Den Danske Bank fast, at orsøkin til »Føroya-málið«, er uppstaðið úr kreppuni í føroyska [...] um báðir bankarnir vórðu samanlagdir. Niðurstøðan hjá Den Danske Bank er tí, at teir einki skeivt hava gjørt, og at tað tí ikki er grundarlag fyri einum endurgjaldskravi mótvegis bankanum. Harafturat siga
ikki fyri einum almennum oljufelag. Hann heldur tað er pláss fyri báðum. -Sjálvandi er talan um at fáa ein vinning burtur úr einum slíkum felag, men tað er eisini tankin at byggja upp føroyska ekspertisu [...] oljufelagnum. Tað eru bretar, sum standa aftan fyri hetta íløgufelagið men ætlanin er, at eisini føroyingar skulu vera við sigur Nils Sørensen. -Men er hetta bara søgan umaftur sum vit kenna frá fiskivinnuni [...] áhugamálum, har tað nú ikki eru fiskikvotur, sum útlendskar kapitalinteressur eru úti eftir, men atgongd til møgulig ráevni í undigrundini! -Avgjørt ikki. Tað er nettup tí, at bert hálv mill. kr. er sett í felagið
átti í Krisjan hetta fólkið, og tað er ikki minst hesum gávum hans-ara fyri at takka, at fyritøkan er so frægt fyri, sum hon er tað í dag. Góði Krisjan, tøkk fyri tað tú hevur givið mær og øðrum burtur [...] eginleika, sum so fá av okkum eiga, átti Krisjan í fult mát. Og tað, sum er so virðismikið fyri at kunna eiga henda eginleika, er júst hetta, sum er so týdningarmikið fyri eitt og alt, ið skal mennast og byggjast [...] fyritaka okkum, fer tað altíð at vera okkurt, sum tú eisini er við í onkursvegna, Krisjan! Minnini um teg fara at liva víðari millum okkum øll. Nøkur góð og sera livandi minni. Tað er serliga ringt hjá tykkum
tríggjar milliónir, og tað vil siga, at tað er ikki talan um, at vit fara á húsagang. Men sum kunnugt er posamatur ódrúgvur, og mín áskoðan er, at vit skulu gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at sleppa [...] Tað er ikki uppá tal, at Fótbóltssambandið fer á húsagang, men formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, ásannar, eftir at tað er vorðið greitt, hvørji mótstøðulondini verða í næstu EM undankapping, at tað [...] so kann tað hugsast, at vit høvdu havt møguleikar fyri uppaftur størri inntøkum, um vit nú sjálvir høvdu rættindini. Sæð út frá fíggjarliga vinklinum vóru vit ikki hepnir hesa ferð, og so er tað gott at
Í løtuni er hann staddur í Føroyum, og hann er ikki í iva um, at tá allir níggju undankappingarbólkarnir verða sammettir, so eru Føroyar komnar í tann, har tað er minst upplagt, hvussu tað fer at laga [...] londunum hava møguleika at spæla seg í endaumfarið. Skotland er tað veikasta av teimum níggju londunum, sum vórðu hægst styrkismett, og Bosnia er tað sterkasta av teimum londunum, sum vórðu flokkað í fjórðu [...] Føroyar hava møguleika at taka stig frá hinum londunum. Tað kann væl vera, at tað fer at hava týdning fyri endastøðuna, hvussu nógv stig Føroyar og Estland hava tikið frá hinum londunum, sigur Ivan Moskalenko
um vikuskiftið, og fleiri staðni spældi tað ikki friðarliga av. Leygardagin spældu H71 og VÍF í Havn. Hesi bæði liðini hava longu spælt tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum bara síðani ársskiftið. Í steyp [...] aftur Kyndil og tók seg í seinna hálvleiki framum. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri VÍF. Neistakvinnur spældu móti VB í Vági, og tað gekk ikki friðarliga fyri seg. Sum skilst var lítið skil [...] tá tað stóð á jøvnum 18-18, men so fekk Neistin sigursmálið. Áðrenn endaspælið hjá kvinnum byrjaði, stóðu trý lið jøvn við átta stigum. Neistin kom við tepra sigrinum í Vági upp á 10 stig, og tað sama
legði afturat, at teirra royndir úr Danmark eru, at jú betri úrslitatænastan er, jú størri er áhugin fyri at spæla. Ætlanin er, at nýggja føroyska úrslitatænastan, sum verður gjøgnum telefon, skal byrja [...] føroyingar online fyri tilsamans 596.192 krónur. Tað var tað sama sum 0,66 prosent av samlaða umsetninginum hjá Tipstænastuni hesa vikuna. Síðani minkaði tað so líðandi, og í dag liggur føroyski parturin [...] og eftirlitsstjórin Ole Torup frá Tipstænastuni í Føroyum í sambandi við, at ein føroysk úrslitatænasta skal setast á stovn. ? Trupulleikin í Føroyum hevur verið, at tað hevur verið torført at fáa fatur
Johannesen, sum í 1996 og 1997 spældi við B36, nú er farin aftur til barndómsfelagið TB. Hjá GÍ slapp danski álopsspælarin Allan Birk at royna seg. Hann er nú farin aftur til Danmarkar, meðan GÍ skal avgera [...] avgera, um hann skal spæla við teimum í ár. Annars er Kristian Høgni Jacobsen úr NSÍ nú komin til GÍ, og tað frættist eisini, at Bárður á Lakjuni skal spæla við gøtumonnum í ár. Og á liðnum hjá HB sást Súni [...] og øll tey tíggju 1. deildarliðini luttóku. Tey vórðu býtt upp í tveir bólkar við fimm liðum í hvørjum, og tvey tey ovastu liðini í bólkinum komu víðari til hálvfinalurnar. B68 vann bólk 1 framman fyri
ikki bara taka ein part úr tí donsku skipanini og lata hinar partarnar liggja eftir. Er hett tað, Eilif vil, at tað skal vera eins í báðum londum, fær hann eina dýrari rokning enn hann hevði áðrenn. Vit [...] ein flokkur í landinum, sum ikki gevur ungdóminum gætur, er Sambandsflokkurin. Eilif Samuelsen, sum umboðar Sambandsflokkin í landsstýrinum, er við at oyðileggja framtíðina fyri nógvar ungdómar her á landi [...] kroysta okkum saman 28 fólk í eina stovu, sum hann í kunngerð sjálvur sigur, at tað ikki skulu vera meira enn 24 næmingar í hvørjum flokki. Harumframt eru luftviðurskiftini í stovunum meira enn tvær ferðir hægri