var Tutl í París til eina jazz- og klassiska messu, og fyri stuttum var Tutl fyrstu ferð umboðað á eini heimsumfatandi sølustevnu í Cannes, har risar sum t.d. Sony og Warner eisini eru til staðar. Umframt [...] ikki fyri at vera negativur, men her eru vit upp ímóti eini mekanismu, har tað eina hálvdagsstarvið í Tutli ikki er nóg mikið, sigur Kristian. Men innan alternativan rokk og aðrar genrur ber til at finna [...] hevur áður selt meira uttanlanda enn tað ger nú. Til tað sigur Kristian, at skal ein selja og fáa nakað burtur úr, so er eisini neyðugt at fara út og spæla fyri fólki. Eitt nú vóru »Spælimenninir«, ein av
uppskot verður lagt fyri Løgtingið longur í ár, sum skal fremja hetta fullveldi í verki. Fyri mær var tað, sum um øll míni politisku ynski, frá tí eg var óviti undir krígnum, til í dag, gingu út henda [...] Nú er ljós fyri stavn. Og tað er mín vón, at Landssýrið, og ein stórur partur av Føroya Løgtingi standa stinn og taka neyðugu tøkini, sum skulu til, fyri at fremja ætlanina um einar sjálvstøðugar Føroyar [...] tað hesuferð fer at eydnast einum stórum meiriluta av Løgtinginum at gera arbeiði, sum skal til fyri at leggja til rættis eitt føroyskt fullveldi við ávísum sáttmála við danir og einari føroyskari grundlóg
og eingin Hinna fastir er í vindeyganum. Hennara lívsgerningur var at vera til fyri síni og hjálpa teimum, ið høvdu hjálp fyri neyðini. Hvørja ferð vit missa eitt menniskja, ið vit kenna frá barni av, verður [...] lívinum framman fyri sær, misti hon mannin og varð einsamøll um at uppala tvey børn. Hóast mótburð og sorg, elskaði hon lívið og dugdi at síggja og virða tað góða í gerandisdegnum. Fyri 12 árum síðan møttust [...] visti, at hon skilti meg. Vit gingu til føroyskan dans og høvdu mong onnur felags áhugamál. Í dag leita mínir tankar aftur á góðu løturnar í urtagarðinum. Hon bíðaði ikki til ein annan dag, hon dugdi at njóta
kappingina fyri at royna bátin, teir skuldu rógva. Ein »gig« er í stuttum ein gamal loðsbátur, langur og smalur við seks árum. Árarnar verða ikki tiknar inn til bringuna, men heldur fram við síðuni fyri at fáa [...] uturin hjá vestmenningum, Sonja Skúvadal, gjørdi sum vant sítt til, at menninir skuldu vera sum best fyri, nú seinasti róðurin stóð fyri framman. Nógv varð tosað um, hvat ið kundi lærast av undanfarnu [...] longri tak. Ein líknandi bátur, Brendan, hevur verið nýttur til venjingar heima í Føroyum, men er hann í styttra lagi. Báturin ikki egnaður til kappróður Nýggi báturin, teir fingu, kallaðist »Czar«, men
um øll lívsins viðurskifti. Bíblian er Orð Guds til menniskjuni gjøgnum allar tíðir. Bíblian er ongantíð ótíðarhóskandi, og ongin leitar nakrantíð til fánýtis í Bíbliuni eftir svari. Bíblian er greið [...] Harran. Í 3. k. v. 13 stendur: Tí Eg havi kunngjørt honum, at Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir ? aftur fyri ta mis-gerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg, og kortini ikki [...] Edvard misskilt meg ella havi eg ikki málborið meg rætt. Eg vísti í grein míni á, at Gudmundur L. Joensen í »Fimmaranum« helt tey fyri gjøldur, sum í sínari tíð royndu at fyribyrgja, at frálærutilfar, sum
aldudalinum í Brøndby bara verða sendir niður á 2. lið fyri at koma fyri seg. ? FCK stendur fyri tí sum er nýmótans. Har finna teir fram til teir seku ístaðin fyri at bakka upp um hvønn annan. FCK hevur ein strangan [...] i. ? Tá eg hugsi um FC Keypmannahavn, síggi eg fyri mær nakrar handilsmenn og eitt framleiðslutól. Tað kundi verið ein og hvør verksmiðja, sum hevur til endamáls at vinna pening. Í FCK eru spælararnir [...] framleiðir nakað heilt annað, nevniliga vón. Og tað er tað sanniliga brúk fyri í tí ræðuliga Brøndby, sigur hann og vísur til stóra arbeiðsloysið og sosialu neyðina annars, sum er at finna í Brøndby-umráðnum
fegin at olja er her -Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera [...] fjald í undirgrundini - undir basaltinum og bara bíðar eftir at verða tikin upp til gagn fyri hetta fólkið og ikki minst fyri okkara eftirkomarar. Eyðun Elttør heldur, at vit eiga ikki bara at hugsa um dagin [...] gera. Hann veit væl, at nakað av arbeiði skal gerast, áðrenn uppskot til skattalóg og avgjaldslóg fyri oljuvinnuna kann leggjast fyri tingið. Men arbeitt hevur verið við hesum og hetta arbeiðið eigur at
í mun til einstaka borgaran, innsett ein umboðsmann. Umboðsmaðurin tekur kærur frá borgarum til viðgerðar, og ger niðurstøðu í tí einstaka málinum. Umboðsmaðurin er valdur av lóggávuvaldinum til tess at [...] aftur til Landsstýrið, har eg endurtók umbøn mína, samstundis sum eg vísti á 10 daga freistina, sum ikki var yvirhildin. 24. mars hevði eg framvegis einki frætt, og eg ringdi tí til Landsstýrið, til tess [...] eg kært málið til Landsstýrið, og eg bíði framvegis eftir eini avgerð haðani. Eg hevði tó ikki hug at geva upp, og av tí at mær tørvaði upplýsingar til uppgávu mína, valdi eg at skriva til stýrisformannin
føroyingar til samráðingarborðið. Danski fíggjarmálaráðharrin sigur við Sosialin, at Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg hava tosað saman, og at teir komu ásamt um, at Lykketoft skuldi fara til Føroyar at [...] við Landsstýrið er um dagsskránna fyri samráðingarnar um bankamálið og uttanlandsskuldina, og at hann møguliga eisini hevur okkurt nýtt evni at seta á dagsskránna fyri samráðingarnar komandi. Tað fer hann [...] at tosa við Landsstýrið um komandi samráðingarnar við donsku stjórnina. Á ferðini, sum varir til sunnadagin á middegi, fara Landsstýrið og danski fíggjarmálaráðharrin at kunna um ætlaninar hjá pørtunum
ein baksláttur fyri samfelagið alt. Tá er vandi á ferð, fyri føroyska vælferðarsamfelagið, sigur Edmund Joensen. Talan er kortini um fígging nú, eins væl og áður. Hví er tað ein vandi fyri vælferðina? [...] besta prógv um, at føroyingar kunnu fáa heiðurligt úrslit, tá Landsstýrið og danska stjórnin setast við samráðingarborðið. Tað sigur Edmund Joensen í viðmerking til vitjanina hjá Mogens Lykketoft í vikuskiftinum [...] um at gera hvørt fyri seg, sigur Edmund Joensen: Bankamálið og uttanlandsskuldin eru tvey mál í somu søk, og tey kunnu væl samráðast undir einum. Hinvegin er blokstuðulin mál fyri seg. Hetta er af