fyrilestrar og umrøður um evnini mál og miðlar og mál og kyn. Tað er søguligt, at fyrsti ársfundur hjá hinum nýstovnaða Málráð Norðurlanda, ið reist er á toftum Málstovu Norðurlanda, verður hildin he rum [...] so sagt t.d.: »Halt í hondini á mær«, »halt í bandinum«, ikki bara av børnum, men eisini tilkomnum fólki. Hetta er so skeivt, sum tað fær verið. Tað rætta er: »Halt í hondina á mær«, »halt í bandið«. Hvønn [...] handilsprógv?. Tykir neyðugt at bera fram styttingina og ikki hitt fulla heitið, áttu fjølmiðlar at eirt fólki fyri at latið hana ljóða »hå, hå«. Tíðin átti so sanniliga at verið farin frá slíkum málsligum eftirstøðum
Hennara royndir eru, at tað tekur 1-2 ár at sleppa inn hjá teimum, sum hava bráðneyðugan tørv fyri neyðini. Og tað er leingi at bíða hjá fólki, sum hava bráðneyðuga hjálp fyri neyðini. Nógv teirra eru [...] á bíðilista Eins og í tí yngra endanum er tørvurin hjá teimum eldru á røktarheimsplássum og ellisheimsplássum heilt stórur í Havnini. Sosiala Deild hjá býráðnum upplýsir fyri Sosialinum, at 170 fólk standa [...] Gongur sum ætlað letur eitt nýtt eldrasambyli upp í Havn í vár. Kommunan hevur keypt húsini hjá Regini Jespersen, Oman Hoydalar 6, í Hoyvík, til endamálið. Formaðurin í sosialu nevnd býráðsins, Elin Lindenskov
hava tey neyvan kent, at tað hjá teimum tørnaði so nógv øðrvísi út, enn tað gjørdi hjá so mongum øðrum. Lívsleiðin hjá teimum mundi vera ein miðal mynd av, hvussu korini hjá føroyingum vóru um aldarskiftið [...] lýst, hvussu umstøðurnar vóru hjá teimum, sum vóru sjúk, og hvussu tær vóru hjá teimum, sum stríddust fyri at basa sjúkuni. Sera áhugavert og læruríkt. Í skaldskapinum hjá Karsteni Hoydal fæst at vita, [...] forfedrum. Og trý onnur Sigga, Líggjas og Birita fingu nøvn, sum vóru í familjuni hjá Onnu Katrinu. Lagnurnar hjá teimum sjey børnunum vóru ymiskar. Tey vóru glað og høvdu lættar løtur, og tey høvdu
, har týskararnir gramdu seg um, at teimum vantaði fólk til bátarnar. Kom væl við Tað kom væl við hjá mongum, tá Jákup á Dul mitt í 1950-árunum vegna nøkur týsk reiðarí søkti eftir monnum at fara sum flekjarar [...] skuldi skipið suðureftir at selja. Strævið lív Meinhardt sigur, at tað var strævið lív at vera flekjari hjá teimum, tí tað var so nógvur fiskur, og týskararnir dugdu ikki at flekja. Teir royndu sjáldan meira [...] burtur at fara við týskum trolarum. Tað bleiv eisini liviligari í Føroyum. 1965 var seinasta árið hjá Meinhardt á týskum skipsdekki. Arbeiddu skjótt Eitt tað sinasta árið var hann við flakatrolaranum Mellum
ár hevur lyft arbeiðshugin hjá starvsfólkini fleiri stig uppeftir. Tað hevur gjørt okkum bjartskygdari, tí nú hava vit nakað at síggja fram vil, og lagið er nógv betri á fólki nú, Tað tók eitt øgiligt [...] Tað vóru stórtíðindi hjá okkum at frætta, at ætlanin at byggja glashúsið omaná Landssjúkrahúsið nú er slept, men at byggjast skal út norðureftir ístaðin eftir teirri upprunaligu ætlanini frá 1991. Jón [...] til kommunulæknar. Ein umsitingarbygingurin skal byggjast um til kliniskt virksemi og umstøðurnar hjá kvinnulæknanum og føðideildini skulu gerast betri.
um tú ert hampulig ella ikki. Eg hevði ikki viljað átt seyð, sum eg visti leyp inn í urtagarðar hjá fólki og ruineraðið teir uppá eina nátt. Duga tit virkiliga ikki at síggja, hvussu nógv arbeiði, ið verður [...] gildi 18 grøntkál, skal vera galdandi tann dag í dag, sum sigur at seyður hevur rætt til grundstykkið hjá borgarunum, sum teir hava goldið fyri. Tað er stuttligt at koyra ígjøgnum bygdir Norðanfjørðs og síggja [...] hegn og píkatrá. Á Tvøroyri sært tú bara seyð og vassar í seyðalorti. Er tað virkuliga so ógjørligt hjá tykkum í Tvøroyrar býráð at gera tað sama, sum tey hava gjørt norðanfyri? Koyrir tú á ein seyð, so
Í oysregni lendi fullsetta flogfarið hjá Atlantsflog á vøllinum í Reykjavík. Út streymaðu íslendsk filmsfólk, sum høvdu verið í Føroyum, háskúlanæmingar, vanlig ferðafólk og ein einsamallur blaðmaður, [...] aðrastaðni heldur. Komin vestur í Vágar, var ferðaseðilin ikki at finna. Einhvør misskiljing, varð sagt hjá Atlantsflogi. Men ein uppringing til Reykjavíkar kláraði tað. Avtalað var millum Kollu og stjóran í [...] rekur, er ikki bara til tess at fáa fólk at ganga model úti í heimi. Har verður eisini undirvíst fólki at bera seg at í vanligari vinnu og í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á framferð og kropsburð
og rúsevni av øðrum slagi fyrr ella seinni altíð vísa seg. Ein av høvuðsboðskapunum hjá skúlanum er, at leggja fólki eina við at fara væl um seg sjálvan. Fólk kunnu taka bil og pengar tínar frá tær, tey
Einki er at ivast í, at tað er hópurin av fólki, ið veit ikki so lítið um teldur. Annars hevði eitt webstað sum www.mermaid.dk ikki verið møguligt. Aftan henda bústaðin goymir seg ein postordrafyritøka [...] Teir týdningarmestu mangla eisini innan fleiri umráðir. So tey veruliga kræsnu byggja ikki sína teldu hjá Mermaid Computers. Men burtursæð frá teimum, eru tað helst nógv, ið av og á fara at hyggja inn á webstaðið
hvør at leggja fram síni sjónarmið, og rukku tey sum vera man frá loysingini hjá Tjóðveldisflokkinum til trúgva sambandið hjá Sambandsflokkinum. Nógv kjak var sum vera man um nýggjasta útspælið frá Jav [...] aftur hava fingið áhuga fyri politiskum fundum. Í øllum førum var útvarpshøllin stúgvandi full av fólki, tá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri fundi um framtíðarstøðu Føroya mánakvøldið. Borið [...] varð lagdur í orðið »sjálvstýri«. Hann hevði við sær týsdags-Sosialin, og læs burtur úr úttalilsinum hjá Jóannes Eidesgaard um sjálvstýrislógina. Johannes Eliasen vísti á, at tað er púra burtur við at tosa