námslektari á námsvísindadeildini í Fróðskaparsetri Føroya og sum virkandi sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg Stift, har hann hevur verið prestur í eitt gott ár. Dómprósturin Uni Næs [...] januar – 31. mai 2024, og í hesum tíðarskeiðinum røkir Tummas Kannuberg embætið. Tummas Kannuberg er ættaður úr Leirvík. Hann tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Tummas hevur síðan [...] Næs skipar Tummas Kannuberg í embætið. Eftir gudstænastuna verður móttøka í kirkjuhúsinum, har øll eru vælkomin. Í Sjóvar prestagjaldi eru bygdirnar Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Strendur, Innan
kjøti á middegi saman við familjuni, og klokkan 18 varð farið í kirkju. Eftir løtuna í kirkjuni, vóru vit samlað hjá dóttrini her í Leirvík. Her var kalt borð við nógvum góðum føroyskum viðskera, og her [...] her varð eisini nakað av fýrverki skotið. Tað sigur Dánjal Andreasen í Leirvík. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - Ringt at meta um, hvat er tað besta, men konan og eg fingu høvi at halda jól niðri [...] eitt tað besta, vit sum familja vóru saman um í árinum. Hvat var tað keðiligasta? - Tað keðiligasta, sum er hent í 2023, er tann ótryggleiki, sum ræður í heiminum, har tað verður meira vanligt hjá tí unga
Fólkaríkasta gøtan í Føroyum er Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, har tað búgva 467 fólk. Í 2013 var fólkaríkasta gøtan Millum Gilja í Hoyvík. 467 fólk eru fleiri enn tað búgva í 93 bygdum í Føroyum. Tað er áleið [...] um hagtøl í Føroyum út á Facebook. Um nýggjárshalguna var ein um gøtur í Føroyum. Sambært Hagstovu Føroya, so eru nú 1.515 gøtur við húskjum í Føroyum. Fyri 10 árum síðani vóru gøturnar 1.452 í tali. Fó [...] áleið tað sama, sum tað búgva í Skopun, har tað búgva 473 fólk, altso 6 fleiri enn á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. 1 Múli 0 2 Nesvík 0 3 Mjørkadalur 0 4 Koltur 0 5 Víkarbyrgi 0 6 Norðtoftir 1 7 Sund 1 8
Millum jól og nýggjár verða húsarhaldsposarnir í meginøkinum eftir ætlan heintaðir soleiðis: Mikudagin, 27. desember Bøur, Gásadalur, Sandavágur, Miðvágur, Sørvágur og Vatnsoyrar Vestmanna, Válur, Kvívík [...] Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík Klaksvík (Vestursíðan) Fríggjadagin 29. desember Klaksvík (Eystursíðan) Kunoy og Haraldssund Norðoyri
hugnaløta í Báta- og listasavninum í Leirvík, har ið tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, fara at spæla. Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum [...] Jólakonsertina hjá Moniku og Ólavi í Leirvíkar Bátasavni bleiv til eitt kærkomið, endurvendandi tiltak, har hvørt ár nógv fólk koma til eina friðaliga løtu mitt í jólaresinum. Við koronu datt hetta niðurfyri
Heðinsdóttir, sum er ættað úr Leirvík og býr í Randers. Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr? - Eg plagi at pynta 1. sunnudag í advent - við jólaperum og jólastjørnum í næstan øllum vindeygum. [...] jólakrubbu í íbúðini. Hava tit jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? - Jólatræið er úr plasti og er eftirhondini eini 20 ára gamalt. Tað verður eisini pyntað 1. sunnudag í advent [...] komu í fyrstu røð. Rúna Heðinsdóttir sigur, at hinar jólagávurnar verða helst keyptar fyri 20. desember. - Eg eri so heppin, at øll míni børn og ein av mínum svigardøtrum halda jól heima hjá mær í ár. So
frádráttin. Vónand halda tit orð. Skal heldur økjast Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur [...] av fiskimannafrádráttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgtinginum í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri [...] mótmæli í samband við uppskotið um stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøku av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum. Talan er um LM-037/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg
Jákup er útbúgvin datanom og hevur ein MBA úr Henley Business School. Hann er 57 ár og búsitandi í Leirvík. - Vit fegnast um at bjóða Hans Jákupi vælkomnum til Posta. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, hevur [...] sigur nýggi stjórin á Posta. Seinastu árini hevur Posta verið í stórari menning, og virksemið er broytt munandi. Meginparturin av virkseminum er í dag fraktflutningur, innanlands, men eisini til- og úr Føroyum [...] flutningi bæði til privat- og vinnukundar. Hann vísir á, at Posta hevur allar dagar havt ein stóran leiklut í føroyska samfelagnum. - Eg gleði meg til at fara til verka og at byggja víðari á góða grundarlagnum
og hjá KÍ var hann +23. Í dag vóru teir næstbestu hjá B36 gestir uppi á Brekku í Leirvík, har heimaliðið eftir 1-0 í 1. hálvleiki vann 3-1. Hetta var 15. sigurin hjá Víkingi í ár. Víkingur hevur tapt 10 [...] var Sigmund fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild í ár. Ta ferðina skoraði hann tvey mál, og í dag setti hann punktum fyri málskjótingini hjá Víkingi í 1. deild í ár. Víkingur endaði á fjórða plássi við [...] Bjarkhamar var málskjútti í 1. deild. Fimm minuttir seinni svaraði B36 aftur, tá ið Mikkel Richardt Mortensen minkaði um munin til 2-1. Hetta var annað málið hjá honum í 1. deild í ár. Tríggjar minuttir undan
uppruna, sum búgva í kommununi. ##med2## Í Eysturkommunu vísa tey á, hvat var á skránni á kvøldinum, og her var eitt nú prát við Ved Nagurset, sum er uppvaksin í Mauritius, men býr í Leirvík og eisini við Turi [...] Í gjár skipaði Eysturkommuna fyri einum almennum “multicultural evening” ella fjølmentanartiltaki í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Hetta var í sambandi við, at Fjølmentanarvikan 2023 er hesa vikuna. Hetta [...] ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. - Í gjár var talan um eitt hugnakvøld og kunningarkvøld fyri eysturbúgvar. Kunnað varð um hagtøl fyri útlendingar í økinum og so eisini um tiltøk,