Eingin slingur í valsinum hjá víkingunum

1. DEILD: Hóast teir í dag vunnu 15. sigurin í ár, so vóru víkingarnir akkurát ov stuttir at vinna bronsukrónurnar

Størsta partin av árinum hevur Víkingur verið á heiðursmerkjaplássi. Soleiðis var tað eisimi undan 27. og síðsta umfari, men tá ið tað varð endaliga talt saman, vísti tað seg, at víkingarnir vóru ov stuttir at røkka bronsukrónunum. Teir vunnu 47 stig, sum KÍ eisini vann, men málmunurin hjá Víkingi var +19, og hjá KÍ var hann +23.

 

Í dag vóru teir næstbestu hjá B36 gestir uppi á Brekku í Leirvík, har heimaliðið eftir 1-0 í 1. hálvleiki vann 3-1. Hetta var 15. sigurin hjá Víkingi í ár. Víkingur hevur tapt 10 ferðir og tað vísti seg at vera avgerandi fyri kappingina um riðja plássið, at KÍ fyri trimum vikum síðani vann 4-1 í Leirvík.

 

Málskjútti tíggju minuttir undan steðginum var Óla Kristian Skála Jacobsen, sum endaði kappingarárið við at vera toppskjútti hjá Víkingi við 9 málum. Hann hevur verið fastur fúsur at avgreiða deyðbóltsstøður, og trý av málunum hevur hann skorað við brotsspørkum.

 

Eitt korter undan leikloki økti Bjørn Bakk Bjarkhamar um munin til 2-0. Hetta var fimta ferðin, at 17 ára gamli Bjørn Bjarkhamar var málskjútti í 1. deild. Fimm minuttir seinni svaraði B36 aftur, tá ið Mikkel Richardt Mortensen minkaði um munin til 2-1. Hetta var annað málið hjá honum í 1. deild í ár.

 

Tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Sigmund Hansen á Líðarenda 3-1 heimasigurin. Tá ið Víkingur fyri einast viku síðani vann 4-0 á útivølli ímóti B68, var Sigmund fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild í ár. Ta ferðina skoraði hann tvey mál, og í dag setti hann punktum fyri málskjótingini hjá Víkingi í 1. deild í ár.

 

Víkingur endaði á fjórða plássi við 47 stigum, og B36 endaði á sjeynda plássi við 33 stigum.