Jólatræið úr plasti er eini 20 ára gamalt

- Familjan er ikki stór. Gávurnar, sum skuldu sendast heim til Føroya, komu í fyrstu røð, sigur Rúna Heðinsdóttir.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma? 

 

- Heima hjá mær er ikki nógv jólastress, nú børnini eru vaksin, og eg eingi ommubørn havi fingið enn.

Tað sigur Rúna Heðinsdóttir, sum er ættað úr Leirvík og býr í Randers. 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr?

- Eg plagi at pynta 1. sunnudag í advent - við jólaperum og jólastjørnum í næstan øllum vindeygum.

 

Hon sigur, at hon hevur adventskrans, jóladekoratiónir og annað jólapynt, eitt nú einglar og jólakrubbu í íbúðini. 

Hava tit jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?

- Jólatræið er úr plasti og er eftirhondini eini 20 ára gamalt. Tað verður eisini pyntað 1. sunnudag í advent.

 

Hon sigur, at jólatræið er sera litríkt við eini rúgvu av pynti og litaðum jólaperum. 

Ert jólagávurnar keyptar?

 

- Familjan er ikki stór, so eg skal bara keypa jólagávur til sjey fólk. Gávurnar, sum skuldu sendast heim til Føroya, komu í fyrstu røð.

 

Rúna Heðinsdóttir sigur, at hinar jólagávurnar verða helst keyptar fyri 20. desember. 

 

- Eg eri so heppin, at øll míni børn og ein av mínum svigardøtrum halda jól heima hjá mær í ár. So, eg gleði meg at halda jólaaftan saman við teimum.

 

- Gleðilig jól, øll somul! er heilsanin úr Danmark.