Í gjár skipaði Eysturkommuna fyri einum almennum “multicultural evening” ella fjølmentanartiltaki í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Hetta var í sambandi við, at Fjølmentanarvikan 2023 er hesa vikuna.
Hetta er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum.
- Í gjár var talan um eitt hugnakvøld og kunningarkvøld fyri eysturbúgvar. Kunnað varð um hagtøl fyri útlendingar í økinum og so eisini um tiltøk, sum Eysturkommuna skipar fyri til fólk av øðrum uppruna, sum búgva í kommununi.
##med2##
Í Eysturkommunu vísa tey á, hvat var á skránni á kvøldinum, og her var eitt nú prát við Ved Nagurset, sum er uppvaksin í Mauritius, men býr í Leirvík og eisini við Turi Géza Dávid, sum er føddur í Ungarn, men uppvaksin í Føroyum.
- Teir báðir hugleiddu og greiddu frá sínum søgum um, hvussu tað var at koma til Føroyar sum útlendingur, og hvørjar avbjóðingar teir hava havt í Føroyum.
Á tiltakinum var eisini døgurði, felagssangur og kaffi, og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo
##med3##