Monika Stauss Joensen, violin
Ólavur Jakobsen, gitarra
Leygardagin 16. desember kl. 19.00 er aftur hugnaløta í Báta- og listasavninum í Leirvík, har ið tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, fara at spæla.
Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands.
Jólakonsertina hjá Moniku og Ólavi í Leirvíkar Bátasavni bleiv til eitt kærkomið, endurvendandi tiltak, har hvørt ár nógv fólk koma til eina friðaliga løtu mitt í jólaresinum. Við koronu datt hetta niðurfyri. Men nú er ein spennandi skrá gjørd aftur.
Tónleikaskráin er fjølbroytt við bæði kendum, stillisligum og inniligum tónleiki, men tað virtuosa og bergtakandi verður ikki gloymt. Alt bundið saman við góðari nærveru og frásagnum.
Okkurt jólaligt er eisini við, nú høgtíðin stundar til.
Atgongamerkir á kr 50 fáast við dyrnar
Kaffi við onkrum afturvið verður at fáa
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.