nevniliga sleppa at keypa flugufangarar, men tað vildi pápi Emils als ikki. Teir kostaðu jú 10 oyru hvør! Tí mátti Emil taka málið í egnar hendur, og tí gekk tað, sum tað gekk ? hetta bleiv nevniliga 325. Skálkabragd [...] Kattholti, lítla garðinum í Smålandi. Har trivust øll væl, men arbeiðskonan, Lina, helt kortini, at har var ikki bara gott at vera: »Víst bagir eisini okkurt her. Allur kavin um veturin og allar flugurnar um [...] ára gomlu Maluna, sum mest av øllum ynskir sær ein hest. Á øllum ynskilistum hennara stendur bara tað eina orðið HEST. Hetta ynski er so brennandi, at tá ið hon ein dagin hoyrir geykin láta ku-ku í trænum
teir tað við samiskar rútmur, og tað var týðiligt, at skráin var skilvíst samansett. Humor Kanska 40 fólk í hesum stóra salinum - og harav ein fittur partur baltar, sum hoyrdu til ferðalagið, men tað kendist [...] hjá teimum, og salurin sat í heilum og flenti. Hýrurin var góður, tá teir at enda lokkaði fólk aftaná sær út úr salinum, meðan teir spældu. Tað var skilligt, at stjórin í Norðurlandahúsinum sá eitt sindur [...] helt tað vera klassiskan jazz, meðan onkur annar hevði fingið ta fatan, at mentanarvikan bara hevði fólkatónleik at bjóða uppá. Tey høvdu øll eins nógv rætt, sum tey høvdu skeivt, tí at tilfarið var ein
griksku aldarfatanini, at tað einaferð á fold hevur verið ein gulløld, og síðani hevur tað gingið aftur á hond, og nú liva vit í eini jarnøld. »Deldavatn« er kortini ikki svartskygd, tað er bara so, at barnaárini [...] menniskja, sigst. »Frú Marcus« eitur søga, sum í stuttum snýr seg um at virðismeta tað, tú hevur, meðan tú hevur tað. Hon er huglagsmynd um hvussu menniskir gerast fremmand fyri hvørjum øðrum, hvussu tey [...] ávaringarstøðini móti luftini, sum dumb ófrættatekin«. Skermarnir, og tað teir umboða, spøkja fleiri ferðir, og tey ríku royna at verja seg, tað frægasta tey duga: bumbuskýli í kjallaranum og oljutangar í havanum
Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið [...] Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og [...] sera gott lið, og vit taptu heilt greitt móti teimum. Nú skulu vit aftur royna okkum ímóti teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71. Men hoyvíkingar eiga at hava s
at tað er so nógv tað hon er, sum er mest umráðandi. Hon kann næstan verða alt tað, tú biður hana vera. Kanska er tað heldur tað, hon ikki er. Hon er als ikki tengd at nakrari ávísari sjangru. Var hon [...] langt inni í øllum uppruna og sevju. Hesi verða eisini blandað so snildisliga saman, at tað gerst sera torført at tulka, greina ella skilja heildarmyndina, sum er alt verkið. Men tað er júst tað, tað er; [...] hetta høvið vísa til yrkingina »TAÐ ER AT UMMÆLA«, á síðu 47 í bókini. Hon teppir allar umvælingar við sær sjálvari. Døma hana dekonstruktión, um tað er tað, tú vilt. »tað er at mala undan tá tú skalt mæla
men tað var eisini ússaligt. Dýnan var ikki vaskað í ár, men sjálvt um hon luktaði og var skitin, so kom hon væl við, tí hon var sera tjúkk. Vit hava sleipað eina rúgvu av heitum klæðum við, tí tað skuldi [...] tempul var til heiðurs fyri Buddah, og lá uppi á einum høgum heyggi. Vit høvdu roknað við, at her var eitt tempul, og onki meir, men tap vísti seg, at tað var í veruleikanum ein heil landsbygd inni í templinum [...] inn á, men tað løgnasta vit upplivdu her, var, tá vit fóru inn í eitt hindutempul. Tað er soleið-is at flestu nepalesar eru hinduistar, men eru stórliga ávirkaðir av Buddismuni. Tí var tað eisini eitt
eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina. Tað hevði verið sera ófantaligt suður. Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna. Men tað hevur ikki verið so ringt at sigla, sum tað hevur sæð [...] hvussu tað er at sigla um suðuroyarfjørð í ringum líkindum, so teir mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar. Hann var landsynningur og eystan í ættini og tað eru ringasta ættirnar suður. Vindurin var upp [...] við. Tað eru næstan bara tey,. sum noyðast. Fyri at gera tað túrin lættari hjá ferðafólki, plaga teir at fara vesturum Sandoynna í slíkum líkindum. Í besta føri ger tað túrin ein hálvan tíma longri,. Men
at viðgjørt og selt tað, vit veiða. Soleiðis kundu vit fingið væl meira burtur úr tí, vit flyta út. Og hóast tað kanska ikki hevði verið betri fyri sjálvan fiskiflotan, hevði tað heilt avgjørt verið ein [...] eftir øllum at døma verður burtur. Tað er eingin ivi um, at tað fer at merkjast um landið, minkar toskastovnurin nú aftur, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Tað verða fyrst plássini, sum traditionelt [...] aðrar enn føroyingar,« sigur Sigurd Poulsen. Tað dugir ikki at liva av at selja hálvlidna vøru í heilsølu til aðrar at viðgera og selja til endaliga brúkaran. Tað mugu vit klára sjálv her í Føroyum, um vit
deyðu børnum, og felagið í Føroyum helt, at nú var tíðin komin til tað, at eisini vit tóku siðin upp. Skal sannleikin sigast - og tað skal hann! - so var tað ikki uttan »beteinkiligheitir« - ikki minst frá [...] ikki hildnir. Kanska var av øllum tí óvæntaða og sjokkerandi og av ymiskum øðrum orsøkum heldur eingin jarðarferð hildin... Hóast tað tíbetur eru ikki so fá dømi um tað øvuta, so var tað ofta so, at tann ósjónligi [...] sigur um, at tað kom í heimin, fult av náði og sannleika, at tað upplysir hvørja menniskju, so at tað um hvørja einstaka menniskju kann sigast: Tit eru ljós heimsins. Guðs ljós elskar tað, tað sær... Men
hóskandi hildið ár 2002, tað hevði álagt einum komandi løgtingi og landsstýri at arbeitt við málinum. Tó ber eisini til at hava eitt sindur longri skotbrá t.d. 2006, sum merkir, at tað eru tvey valskeið og [...] eru peningamál felagsmál. Tað merkir í roynd og veru, at danir ráða. Tí hevur innlitið og eftirlitið í Føroyum við virkseminum hjá m.a. peningastovnunum verið ov lítið, og tí var tann ógvusligu bankahúsagangurin [...] spurningar, sum fólkið skal taka støðu til. Um vit áseta eina tílíka freist fyri fólkaatkvøðuni, fer tað harumframt at noyða landsstýri og løgting at loysa tey stóru vandamál, ið ferð eftir ferð loypa hóttafall