í oddinum, tá seinasta umfar varð spælt sunnudagin, og hóast VB í teoriini kundi fara fram um NSÍ, skuldi so stórur sigur á júst NSÍ til, at tað var ómøguligt. Dysturin í Vági endaði eisini við, at NSÍ [...] og tað førdi við sær, at hóast KÍ tapti sín dyst í Klaksvík, so var B71 verandi aftanfyri, og skal spæla móti 4. deildarliðnum hjá B36 um eitt pláss í 3. deild næsta ár. Í Klaksvík endaði dysturin millum [...] javnur og endaði eisini 1-1. Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri stórar kjansir, men fingu bert eitt mál, og tá Jákup Sørensen so skoraði til 2-2 10 minutir fyri leiklok, helt støðan dystin út. Endin var at GÍ
skal bera til at fáa í lag eitt sakligt kjak um pensjónsviðurskiftini. ? Tit mugu endiliga ikki halda, at eg geri hetta til stuttleika, ella at eg havi ætlanir um at taka pengar frá pensjónistunum, sigur hann [...] arbeiðsmarknaðinum semjast um eina slíka skipan. ? Vit síggja jú, at øll fakfeløg eru í ferð við at gera slíkar skipanir Gagnar limum í FA ? Ingeborg Vinther tosar um, at tit á henda hátt revsa limirnar [...] ag, sum júst eru farnir undir eina pensjónsskipan. Er tað so? ? Ingeborg Vinther hevur als ikki skilt, hvat málið snýr seg um. Hetta kemur so avgjørt ikki at raka hennara limir, sigur Kristian Magnussen
tað er ikki ein stórur marknaður, um 400 tons um árið. Stjórin í MBM sigur, at sum er, er tað sera trupult at stýra mjólkarnøgdini so neyvt, at tað altíð er nokk. Tað er so ymiskt, hvussu nógv mjólk er, alt [...] ikki meiri enn eini átta ár, so var virkið ov lítið. Nú hevur so mjólkarvirkið bygt út fyri 15 milliónir. Eirkur Thorvaldsson, stjóri sigur, at umstøðurnar vóru nú blivnar so vánaligar, at tað slapst ikki [...] Hjálp til sjálvhjálp Síðani mjólkarvirkið varð stovnað, er bygt omaná so líðandi. ?Fyrst fingu vit eina fóðurdeild. Síðani fingu vit eina maskin- og amboðsdeild, og nú hava vit sláturvirki. Eirikur T
Eitt nú, um spurt var eftir onkrum plaggi í einum liti, sum vit ikki høvdu, so skuldu vit draga alt fram og sannføra kundan um, at annar litur var fult so góður. - Gunnar Stockholm dugdi so ómetaliga [...] tann hátt fingu vit nøkur oyru eyka í lønarposan. Sunnivá sigur frá um teir longu, ofta strævnu arbeiðsvikunum, og tá bert sunnudagurin var heilur frídagur. Um lítið var at gera við hvørt, so plagdu tey [...] tá tey fingu fyrsta barnið, 24 ára gomul. Tá í tíðini vóru umstøðurnar at fáa barsilsfarloyvi ikki sum í dag. Barnakonur fingu frí í tveir mánaðir við løn, og so varð farið aftur til arbeiðis. Um hetta
fáa stásið um hálsin, men teir ætla sær at taka uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin um niðurflyting skal verða avgreiddur eftir so ítróttarligum [...] vøllin á Sandi. Talan er um Arnbjørn Danielsen, sum er leikbannaður, tí hann varð vístur út ímóti HB, Julian Johnsson og Ronnie Samuelsen, sum fingu mein gul kort seinast, og so Tomislav Sivic, sum framvegis [...] eigur at vera. Fýra standa uttanfyri girðingina B36 hevur nógv fólk at taka av, og í dag verður hópurin so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera. Men fýra av teimum, sum hava verið við til at spæla fyrsta
íløgusíðuna so nógv, so átti tað at givið pláss fyri onkrari endurnýggjan av onkrum av teimum gomlu skipunum hjá Strandferðsluni. -Hyggur tú so eftir, hvat samferðsla og samskifti hevur av íløgum, so er talan [...] Hóast tað ikki er nakað nýtt, so komu tíðindini í sjónvarpinum nú um dagarnar um støðuna hjá Tróndi og strandfaraskipaflotanum sum heild sera dátt við. Vit hava vitað, at skipini eru gomul, og at samf [...] talan um ein triðing ella 40 mill. kr. av íløgunum. Men av hesum fær Strandferðslan til nýútvegan einans 3 mio., og hetta røkkur ikki til meira enn útskiftan av vanligum smáttaríum, so fíggjarlógaruppskotið
verður ógvuliga drúgvt. Fingu teir longu nú fráboðan um, at teir fara at fáa eitt høvi av so at siga sama slag seinni í tingárinum, so hevði tað kanska hjálpt uppá viðgerðina av fíggjarlógini, heldur Jóannes [...] og valfeburin fer at gera um seg, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur. Enda við stórum orðaskifti Hann hevur eitt uppskot um, hvat kundi verið gjørt fyri at minka um valfeburin tíðliga í tingárinum: [...] mars. Tað er í hvussu so er klárt, at skjótari landsstýrið kemur við uppskotunum, størri er sannlíkið fyri, at tey verða endaliga viðgjørd. Um landsstýrið ger, sum tað plagar, so koma tey flestu uppskotini
tað, landsliðsspælararnir vilja hava, verður samskipað. Men hvat er tað, sum tit so fegnir vilja broyta? Talan er ikki um serliga stórar broytingar, og tær kosta ikki serliga nógvar pengar. Eitt er at [...] rímuligt, um vit fingu meiri burturúr meirinntøkuni, sum FSF fær. Hetta er nakað, sum er veruleikanært, meðan tað er meiri veruleikafjart at fáa fatur á upphæddirnar, sum okkum stendur í boði, um vit vinna [...] avtalan, sum spælararnir nú hava, hevur verið nóg góð. Hann var so misnøgdur í fjør, at hann spældi ikki við, tá Slovakia var á Svangaskarði, men so bjóðaði Farodane sær til at gera eina serliga avtalu við
hálvbjargað og so sendi Bárður á Lakjuni um linjuna. Rógvi Larsen javnaði til 2-2, tá hann slapp leysur. HB¹arnir royndu at draga hann í rangstøðu, men Bárður á Lakjuni fekk stungið fram ímillum, og so plaseraði [...] frammanfyri við tveimum málum. Hallur Danielsen legði HB fram um 1-0, tá hann rak uppá tvørs í ÍF-brotsteiginum, hann fekk skot á, hóast nógvir mans vóru um hann, skotið var ikki gott, men rakti ÍF-verjuspælara [...] av Fløtum og Áslakur Petersen vóru í nærdysti í brotsteiginum, Andrew fór um koll, og hóast ÍF¹arnir ikki hildu talan vera um brotsspark, peikaði dómarin á brotssparksblettin. Jan Dam var ósvikaligur tryggur
aftur upp á spæl, og aftur hesa ferð varð lyft upp um málverjan, sum var prísgivin aftanfyri tunnu verjuna. Og so var tað, at Óli Johannesen fór at gera um seg. Landsliðsmaðurin hevur í ár røkt allar ódnirnar [...] liðformanni hjá B36, Føroya Bjór steypið, og so fingu Tummas Eli og allir hinir fleiri enn tjúgu B36 menninir, sum hava verið á liðnum í ár, gullkrónur um hálsin. B71 menninir og teirra áskoðarar vistu [...] fyri fyrstu ferð í 35 ár hevði vunnið FM heitið. Tá B36 vann FM suðuri í Vági var tað so spennandi og avgerðin fall so mikið seint, at áskoðararnir høvdu ikki stundir til at halda sær at gamni, meðan teirra