Tá ið føroyskir bøndur tóku seg saman og stovnaðu mjólkarvirkið, vóru tað nógv sum ristu við høvdinum. Nú hava tey fingið annað at síggja.
Mjólkarvirkið Búnaðarmanna er eitt væleydnað virki.
Tá tað varð stovnað fyri 17 árum síðani, ristu mong við høvdinum.
Men tað gingu ikki meiri enn eini átta ár, so var virkið ov lítið.
Nú hevur so mjólkarvirkið bygt út fyri 15 milliónir.
Eirkur Thorvaldsson, stjóri sigur, at umstøðurnar vóru nú blivnar so vánaligar, at tað slapst ikki undan at byggja út.
Í veruleikanum hava vit gjørt ov nógv ymisk sløg á mjólkarvirkinum. Nógv av tí, sum ikki verður selt so nógv av, hevur verið tungt at fást við, táið tað hevur verið so trongt.
Eirikur Torvaldsson sigur, at útbyggingin er fyrst og fremst fyri at gera tað liviligt at gera tað, tey nú gera.
Men tað er eisini lagt upp fyri, so at okkurt nýtt kann roynast.
Nú fara vit út í stóru verð at njósnast eftir, hvat tey gera burturúr mjólk og sum gongur væl.
Nú skuldi hølistørvurin verið nøktaður nøkur ár fram, heldur hann
Men hann sigur, at mjólkarvirkið fer í hvussu so er at leggja seg eftir juice-marknaðinum, tí tað eru góðar umstøður til nú.
Mjólkarkvotan hækkar
Hann sigur, at ætlanin er eisini at pakka Long Life mjólk, tað er mjólk, sum heldur sær leingi.
Men tað er ikki ein stórur marknaður, um 400 tons um árið.
Stjórin í MBM sigur, at sum er, er tað sera trupult at stýra mjólkarnøgdini so neyvt, at tað altíð er nokk.
Tað er so ymiskt, hvussu nógv mjólk er, alt eftir, nær neytini kálva.
Og fyri at sleppa undan at stoyta ov nógva mjólk burtur, tá ið mest er, eru kvoturnar í lægra lagi.
Men vit sleppa ikki undan at stoyta burtur, tá ið nógv mjólk er. Hinvegin noyðast vit at innflyta mjólk, ta tíðina, ov lítið er.
Eirikur Thorvaldsson sigur, at nú farið verður undir Long Life mjólkina, slepst væntandi undan at stoyta mjólk burtur, tí yvirskotið kann verða gjørt til Long Life. Tað fer eisini at bera í sær, at mjólkarkvotan kann hækkast eitt sindur.
Somuleiðis er ætlanin at fara undir onkrar nýggjar vørur, og nýggj frábrigdi av vørum, sum eru.
Hjálp til sjálvhjálp
Síðani mjólkarvirkið varð stovnað, er bygt omaná so líðandi.
?Fyrst fingu vit eina fóðurdeild. Síðani fingu vit eina maskin- og amboðsdeild, og nú hava vit sláturvirki.
Eirikur Thorvaldsson sigur, at alt hetta er eitt slag av hjálp til sjálvhjálp fyri at tryggja mjólkarvirkinum so góða mjólk, sum tilber.
Herfyri fekk MBM hevur sláturvirkið, har bøndur kunnu fara við neytum, sum skulu drepast.
Og tað nýggjasta er, nú bjóðar sláturvirkið sær eisini at fletta fyri fólk.
Eirikur Thorvaldssen sigur, at tað hevur fingið stak góða undirtøku og teit hava longu nú fingið einar 1.000 seyðir at fletta.
Prísurin fyri at fletta ein seyð er ymiskur, alt eftir, hvussu nógv fólk taka heim við sær av slaktinum.
Taka tey bara krovið, haldið eg, at tað kostar einar 60-70 krónur at fletta ein seyð. Eitt sindur dýrari er tað, sum fólk eisini skulu hava avroð heim við. Og skulu tey eisini hava skinnið við, kostar tað um 150 krónur.
Alt virksemið hjá MBM umsetur fyri einar 70 milliónir um árið, so tað er ein stór fyritøka eftir føroyskum viðurskiftum.
Eirikur sigur, at tað ger tað væl bíligari, at alt er undir felags umsiting, og at tað ber til at biðja um felags tilboð uppá maskinur og amboð.
Einasti møguleiki er at fáa alt at bera seg, er at krøkja alt uppí hvørt annað við felags umsiting, søludeild o.s.fr.
Tað er stór skomm
Annars heldur stjórin í MBM, at tað er stór skomm, at vit skulu noyðast at innflyta kjøt, tí tað hevði borið væl til at havt ov mikið av føroyskum kjøti.
Okkara stóri trupulleiki er at fólk eru farin at eta nógv minni neytakjøt síðani óttin fyri neytaøði tók seg upp. Av tí sama fáa ES bøndur so ónátúrliga nógvan stuðul. Av tí sama kann kjøtið seljast fyri lítið og lætt.
Stjórin í MBM sigur, at av tí sama eru føroyskir bóndur ikki kappingarførir.
Hann heldur, at politikarar skuldi gjørt annað av teimum. Antin at sett toll á útlendska kjøtið, sum samsvarar prísdumpingina, ella at stuðla føroyskum bøndrum sum bøndur aðrastaðni verða stuðlaðir.
Hann heldur, at tað hevði ikki verið nakað løgið, tí øll lond verja sína egnu framleiðslu. Og tað heldur hann eisini, at myndugleikarnir í Føroyum skuldu gjørt.
Tað er ikki neyðugt, at tollurin er so stórur.
Varð ein króna sett uppá hvørt kilo av innfluttum kjøti, gjørdi tað neyvan mun hjá forbrúkarunum, men tað hevði gjørt øgiligan mun hjá føroyskum bøndrum, um krónan varð latin teimum í stuðuli afturfyri.
Hjá teimum, vit kappast ímóti, er upp í 80% av søluprísinum stuðul.
Tað ber til at fáa enskan búff til Føroyar fyri 12 krónur kilo. So onkustaðni er vinningurin stórur, tí nakað kostar hann í handlunum, hóast hann er nógv bíligari enn tað tað før-oyska.
Ein danskur bóndi fær einar 22-24 krónur fyri kilo fyri eitt ósundurskorið krov, so tað er ein øguligur studningur.
Hann heldur, at hetta er løtuvinningur við tí bíliga kjøtinum. Triði heimurin verður sterkari og tað ganga ikki nógv ár, áðrenn tað verður matvørutrot. Fara kinesarar at drekka eina øl í part um dagin, verður korntrot í heiminum. So nógv rúgvar teirra nýtsla upp.
Stjórin í MBM heldur, at tað hevði saktans borið til at vit alt kjøt, sum varð etið í Føroyum, var føroyskt, eisini grísakjøt.
Hann heldur, at føroykir bøndur mangla møguleikar fyri eykainntøkum.
Hvat skuldi verið í vegin fyri, at føroyskir bøndur høvdu einar fimm, seks grísaahvølpar gangandi og so selt teir til ein grísagarð, at gøða, til teir kundu verðið dripnir, spyr stjórin í MBM? Og hvat skuldi verið í vegin fyri at føroyskir bøndur høvdu nakrar grísar at gøtt í einum seyðahúsið, sum annars stendur hálvtomt.