Blikur hevði fingið maskinskaða, og tí var Pride settur í Suðuroyarsiglingina. Hetta hóvaði sum vera mann ikki tingmanninum Henriki Old, sum gav løgmanni, sum hevur ábyrgdina av samferðsluøkinum, av grovfílini [...] Meðan tingfundur var komu eisini boðini um, at Pride ikki sigldi vegna veður, og tað skapti sum vera man størri øsing millum tingmenn. Ingeborg Vinther úr Verkamannafylkingini vildi vera við, at ætlanin als [...] nakar liva við, at vinnan ikki sleppur at arbeiða. Arbeitt verður yvir mikudag og hósdag - so fær man at vita fríggjadag, at skipið ikki siglir kortini - hvussu kann nakar liva við tí, vildi Henrik Old
Á almennari samgongu á 10 ára degi Atlantic Airways frøddist løgmaður m.a. um gongdina seinastu árini hjá Atlantic, eins og hann frøddist yvir tey 50 ársverkini hjá felagnum. Tá ein so hugsar um tann leiklut
keisaranum. Nógv umrødd og stórt sligin upp, men uttan nakað sum helst veruligt innihald. Sjálvstýrislógin man eisini vera ein roynd at káva yvir, at javnaðarmenn ikki longur hava nakað ítøkiligt at bjóða á al [...] men hon er enn minni heilhjartað enn sjálvstýrislógin hjá javnaðarmonnum er tað. Og prógv um tað er m.a. tað, at uppskotið um fólkaatkvøðu byggir beinleiðis á uppskotið um sjálvstýrislóg ella stjørnmálanevnd [...] hugsjónarliga, og at teir tí royna á ov djúpum vatni ella innan fyri mark hjá øðrum. Og gløggi lesarin man eisini hava fatað, at einasti flokkur sum kennir dýpið og hevur sett beina kós er Tjóðveldisflokkurin
enn svikafult lognbrá. "With the white pieces you are playing reasonable moves - but with black its just a mess!? staðfesti stórmeistarin eirindarleysur. Væl dámdi honum kortini at handfara píningar sum okkum [...] gestirnir privat, og tað bar ikki beinari á, enn at ein av teimum skuldi búgva heima hjá okkum. Sum vera man var hetta sera forvitnisligt hjá mær sum ungum telvara, tí væl fylgdi eg við, hvussu teir fremstu [...] nú eitt sindur viknað, men stavaði framvegis inn eftir fjørðinum. Nú skipið nærkaðist sóust nakrir mans standa úti á dekkinum í góðveðrinum. Nakrar bar tú kenslu á - einir tveir úr talvfelagnum í Klaksvík
Beinan vegin fær man hug at spyrja kvinnur. Hví tað? Jamen, hvørjar ambitiónir hava menn? Er nakað at snakka um? Tí konan man eins væl og maðurin fara upp í politikk, tí at hon heldur seg duga líka so [...] at hava sett seg væl inn í málini. Soleiðis man vera í øllum lívsins viðurskiftum. Kona ella maður. Ja, hvørjar politiskar ambitiónir hevur kvinnan so? Man hon hava serligar ambitiónir? Og hvussu fær hon [...] ávirka á jøvnum føti. Tað prógvar skrá Javnaðarfloksins, sum altíð hevur lagt seg eftir at bøta um m.a. umsorgarviðurskiftini. Viðurskifti, sum mangan forða kvinnuni í hennara leikluti uttan fyri heimið
Men eftirlønarspurningurin man vera næstan líka gamal, sum lønarspurningurin. Og í Føroyum hava vit seinastu 40 árini býtt okkara pensionistar í tvey. Tey sum fáa fólkapension og tey, sum eisni fáa aðra [...] tryggjaða av sær sjálvum. Ella kanska avtalu, sum verður verri enn hjá teimum flestu. Eg hugsi her m.a. um avlamispensionistar, sum hóast inntøka teirra er kompensatión fyri vantandi arbeiðsførleika, ikki
negativum. Foreldraumboðini fara helst eisini at bera framtíðarynskir, koma við uppskotum, áheitanum, og man ikki okkurt hjartasuffið verða borðreitt fyri teimum fimm lokalpolitikarunum, sum skulu manna pallborðini [...] pallborðið hesaferð. Hetta tí felagið metir, at lokalpolitikararnir bæði fáa størri áhuga og ávirkan á m.a. hesi viðurskifti. Tí lokalpolitikarar kenna økið best og kunnu fáa ávirkan, um teir hava vitanina og
tosað um at javnseta ymsar bólkar. Tað, sum tá serliga verður hugsað um, er at javnseta kvinnu og mann. Tað er eisini í fínasta lagi - tað eiga vit at gera. Men tey ungu eiga at hugsa um at javseta al [...] vit í Javnaðarflokkinum ta greiðu støðu at vit vilja tryggja øllum sama rætt til útbúgving. Hetta m. a. við at hækka útbúgvingarstuðulin og bøta um lánimøguleikarnar - tí eingin skal setast aftur av fíggjarligum
Leila á Lofti fekk útbúgving í Århus, og fór síðani til Svøríkis at arbeiða í Karlskoga. Har hitti hon mann sín Mikael, sum í dag arbeiðir á boripalli í Norðsjónum. Tað eru fyri ein part okkara royndir at [...] undir at søkja um at sleppa at ættleiða eitt barn. Eitt krav fyri at verða góðkend sum foreldur var m.a. at tey áttu hús, og tí kundu tey ikki fara úr húsunum. Vildi ikki fara frá sínum kæru Ótryggu vi [...] dámar væl felagsarbeiði og at seta okkurt í verk, tó at hon kann vera ógvuliga ótolin. Leila hevur m.a. verið við til at stovna Parkinsonfelagið og hevur skipað fyri at brekað fáa ríðiterapi. Tað er eisini
Effektivitetur er eitt orð, ið verður nýtt í fótbóltshøpi, tá ið man ger fulla nyttu av teimum møguleikum, ið man hevur. At HB-ararnir kenna orðið, prógvaðu teir í fyrra hálvleiki mikukvøldið, tá ið teir [...] hevði valt eina varna útgangsstøðu, og hetta gav eisini klaksvíkingum pláss at spæla. Rumenin hevði m.a. valt at seta landsliðsleikaran Jens Erik Rasmussen á bonkin. Eisini hevði hann sett Inga Rasmussen