Man løgmaður halda veljarar í Vágum vera analfabetar?

Eftir at sitandi løgmaður ferð eftir ferð alment hevur víst sín illvilja ímóti Vága valdømi, er nú, eftir at hann hevur útskrivað val, vent í holuni.

Á almennari samgongu á 10 ára degi Atlantic Airways frøddist løgmaður m.a. um gongdina seinastu árini hjá Atlantic, eins og hann frøddist yvir tey 50 ársverkini hjá felagnum.

Tá ein so hugsar um tann leiklut, ið sambandsflokkurin við Edmundi Joensen sum formanni hevði í 1992, tá atkvøðast skuldi um fíggjarligan styrk, ið skuldi bjarga felagnum, so tað ikki skuldi fara á húsagang og harvið gleppa føroyingum av hondum, tá hevði sambandsflokkurin eina heilt aðra støðu.

Støða sambandsfloksins tá var heilt einføld og gekk hon út uppá, at felagið ikki skuldi bjargast.

So altráður var sitandi løgmaður tá, at hann gjøgnum fartelefon sína á veg av flogvøllinum gav partamonnum sínum greið boð um, ikki at atkvøða fyri at bjarga føroyska flogfelagnum.

Tá málið sama kvøldið bleiv borið úr fíggjarnevndini niðan í tingsalin og atkvøðast skuldi, var ein sambandsmaður í tingsalinum, nevniliga Finnbogi Arge. Men tá atkvøtt varð, hevði Finnbogi Arge, fyrrv. nevndarformaður í Atlantick Airways, sníkt seg út úr løgtingssalinum.

Eg havi sagt tað fyrr og loyvi mær at endurtaka tað enn einaferð, at kemur sambandsflokkurin styrktur burtur úr løgtingsvalinum, so verður tað einki minni enn ein vanlukka fyri Vága valdømi.

Henda veruleika haldi eg, at veljarin í Vága valdømi longu nú hevur tikið til eftirtektar, og tí haldi eg, at tað er ein sera álvarslig undirmetan av veljaranum í Vágum, um løgmaður heldur, at hann nú ein mánað undan løgtingsvalinum við at kasta torvmold í eyguni á vágafólki, kann bjarga sambandsflokkinum í Vágum.


Frank Davidsen