sum vakti eitt minni í honum frá tá hann lá á sjúkrahúsinum í Tórshavn 1963, og foreldrini sloppu ikki inn á sjúkrastovuna til hann. Og hagani kom heitið á einrøðuleikinum. -Og burturúr ymsum tekstum, [...] døgum. Hann er boðin á altjóða Teaturfestival í Noreg, við einrøðuleikinum «Kom bara inn, eg skal ikki gráta». Íblástur til leikin fekk Jógvan Andrias tá hann arbeiddi sum sjálvboðin á festivalinum í 2018 [...] sum eg lá saman við á Refsnes í Kalundborg, ikki allir komu líka væl frá viðgerðini, og nakrir eru ikki ímillum okkum longur, sigur Jógvan Andrias Joensen. À altjóða teaturfestival á vestlandinum í Noreg
prógvið um tað sást í upphitingarumførunum á regnvátu skjótibreytini í Gwangju í Suðurkorea í morgun, tá Jóannes hevði munin. Undir upphitingini er onki upp á spæl sum so, ið kann órógva sinnisstøðuna, [...] betri venjing mentalt, altso, fyri at fáa betri tamarhald á nervøsitetinum, so ræður tað fyrst og fremst um at luttaka í fleiri altjóða kappingum á høgum støði, so mann fær vant seg til sovorðnar umstøður [...] a í gjár, og hann er heldur ikki nøgdur við sítt avrik. - Tad gekk ómetaliga illa fyri mítt viðkomandi, og eg var ikki fyrireikaður upp á henda hitan og fuktigheitina. Eg hevði vónað umleið 25 stig meira
aftur á skránni. Tá kemur Larvik á vitjan í OBOS-høllini í Hamar. HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Bistrita-Storhamar 29-26 (15-12). Pernille sæst við nummar 18 á rygginum: [...] parin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara á norska liðnum, Storhamar spældu í dag fyrsta dystin í bólki A í Champions League bólkaspælinum. Á útivølli tapti Storhamar 26-29 fyri rumenska liðnum [...] Bistrița sum hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum. Heimaliðið var á odda 15-12 í steðginum. Í álopspartinum gekk einki at reypa av hjá Pernille, ið bara setti ein av fýra málmøguleikum í netið
Toyota í Evropa komu fyrst til Danmarkar. Hetta var í 1963, og komu teir til Føroyar sama ár. Sølan gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroyar. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon [...] í húðaskóm og føroyskari húgvu Seinast í tríatiárunum kemur ein dani til Føroyar at verða leiðari á eini handilsfyritøku. Tá hesin danin kemur í land, sær hann, at føroyingar hava eins fínar bilar sum
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá Vatikaninum eru fleiri túsund LGBTQ katolikkar saman við sínum stuðlum á pílagrímsferð um vikuskiftið. Samkoman av umleið 1.400 luttakarum úr umleið 20 londum er partur av [...] um størri fjølbroytni í katólsku kirkjuni. Yveline Behets, ein 68 ára gomul transkvinna úr Brússel, gekk 130 kilometrar saman við 30 øðrum LGBTQ-fólkum eftir einum parti av fornu pílagrímsleiðini Via Francigena [...] ælabogatroyggju frá LGBTQ-samfelagnum. "Vit eru ikki bara uttanhýsis fólk, sum verða vælkomin av og á ella eitt sindur oftari. Vit eru partur av somu familju." Men eingin privatur audiens hjá Leo XIV páva
vakleiðarin á politistøðini. Ein føroyingar varð handtikin, tí hann var so illur í sær. Hann var koyrdu í brummuna eina løtu, til hann hevði sissað sæg og fekk síðani eina skuldseting fyri brot á skilhald [...] Løgreglan hevur í nátt tikið ein bilførara í Havn, sum koyrdi bil ávirkaður av rúsevnum. Annars gekk tað væl í náttarlívinum. Løgreglan var vælmannað í býnum, og har tað kanska kundi vera upptrekk til
annan dystin í kapping, ið fer fram í Slovenia. Mikudagin taptu Føroyar 0-6 (0-3) fyri Póllandi. Í dag gekk munandi frægari móti Aserbadjan. Føroyar taptu 1-2 fyri Aserbadjan. Tá 21 minuttir vóru leiktir spældi [...] verður ímóti Slovenia. Fyrstu 11: 12. Tróndur Sjúrðarson (M) 2. Silas Bjarnason Joensen 3. Dávid P. á Líðarenda 5. Jósef Ólavsson Gleðisheygg 6. Arnór Brandsson (L) 8. Djóni Sivertsen 10. Sjúrður Henriksen
Sambært vakthavandi á politistøðini gekk alt væl við kroatisku fótbóltsfjepparunum, sum vóru her. Løgreglan hevði fingið styrk úr Danmark, so vælmanna løgreglulið sóust í býnum longu dagarnar undan dystinum [...] skuldsettir fyri stuldur. Teir sluppu at gjalda vøruna og fingu eina straksbót upp á 750 krónur í bót í part, sum teir máttu rinda á staðnum, og so var málið avgreitt. [...] dystinum. – Alt gekk væl undir dystinum og í sambandi við dystin annars, sigur vaktleiðarin. Men gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan frá einum matvøruhandli, at tveir mans høvdu stolið kjøtvørur fyri
kappingarárið á útivølli móti Holstebro. Holstebro vann stórsigur 35-18. Í fyrra hálvleiki gekk tað hampuligt hjá Ejstrup/Hærvejen, ið var aftanfyri 12-16 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni [...] at skjóta seks mál í seinna hálvleiki. Komandi mikukvøld klokkan 18.30 hevur Ejstrup/Hærvejen dyst á heimavølli móti SIK Viborg.
lærarunum á ymisku breytunum. Náttúrubreytin hevur serliga fokus á lærugreinirnar lív-, alis- og støddfrøði. Hugbreytin hevur fokus á mál, søgu og samfelag, meðan búskaparbreytin serliga hevur fokus á búskaparligu [...] Herfyri varð sjøtul settur á ársins tvørfakligu tilgongd hjá 2. flokki á gymnasialu breytunum á Kambsdali. Burðardygd er evnið í ár, og skipað verður m.a. fyri trimum felagsfyrilestrum í august og september [...] Mortensen frá Umhvørvisstovuni legði fram. Rakul tók fyri góður 20 árum síðani studentsprógv á Kambsdali og gekk í fyrsta hástigsflokkinum í evnafrøði hjá Hans Futtrup (t.v.). Til høgru er ein annar av e