Nógv tað týdningarmesta fyri at bøta um tann partin er at taka lut í fleiri kappingum á høgum støði, sigur Jóannes. Ógvusligi hitin og ráliga luftin darvaði skjótingina hjá honum og eisini hjá Nikkel Petersen og Jógvani Niclasen, sum blivu útslignir í innleiðandi kappingini
- Eg eri skuffaður av úrslitinum, men eg veit, at eg havi okkurt at arbeiða við, og tað er betri, enn at koma heim frá eini so týðandi kapping og ikki vita, hvat eg kann gera fyri at fáa betri úrslit í komandi kappingum.
Tað sigur Jóannes Poulsen, sum í morgun tapti 1/48-finaluna í HM í uttandura bogaskjóting í Gwangju í Suðurkorea, eftir at hann í gjár bleiv nummar 102 í innleiðandi úrtøkukappingini og tískil akkurát kláraði upp um markið fyri yvirhøvur at sleppa víðari í kappingini.
104 teir bestu í úrtøkukappingini sluppu víðari. Skipanin er tó soleiðis, at botnurin skal skjóta ímóti toppinum í fyrsta umfarinum í eliminasjóns-duellunum, og har rýkur taparin beinanvegin út úr kappingini. Átta teir bestu í úrtøkukappingini sluppu beinleiðis víðari til 1/16-finalurnar, meðan hinir 96 fyrst skuldu vinna 1/48- og 1/24-finalurnar fyri at koma har til.
Jóannes sigur, at hóast hann í innleiðandi úrtøkukappingini akkurát kláraði upp um gáttina til eliminasjóns-duellirnar, so var hann greiður yvir, at sannlíkindini vóru stór fyri, at HM-kappingin var um at vera liðug fyri hansara viðkomandi.
- Tá eg skal skjóta ímóti honum, sum bleiv nummar 11 í innleiðandi kappingini, og eg sjálvur bleiv nummar 102, so veit eg sjálvandi, at tað ikki verður lætt, sigur hann.
##med2##
Nervøsiteturin ger munin
Jóannes tapti 1/48-finaluna ímóti suðurkoreanska Eun Gyu Choi 142 – 149. Tað er eitt greitt tap, men als ikki eitt ógvusligt tap, og ongin pílur fór púra skeivur. Størsti munurin liggur í tí mentala, ásannar Jóannes – nervøsitetinum, sum stendst av, at mótstøðumaðurin telist millum teir allarbestu í heiminum – og besta prógvið um tað sást í upphitingarumførunum á regnvátu skjótibreytini í Gwangju í Suðurkorea í morgun, tá Jóannes hevði munin.
Undir upphitingini er onki upp á spæl sum so, ið kann órógva sinnisstøðuna, men kortini hugsavna og kýta skjúttarnir seg 100 prosent tá fyri at finna rætta handalagið og siktið til sjálva kappingina.
- Eg skeyt ordiliga væl undir upphitingini og betri enn mótstøðumaðurin, men tá dysturin so byrjaði, bleiv tað øvugt, og eg misti ov nógv stig – hann misti bara eitt stig av 150 møguligum, og eg misti átta. Tað er ringt at vinna í móti so góðum skjútta, men eg kundi skotið betri enn eg gjørdi, staðfestir Jóannes og leggur afturat:
- Fyri at koma í betri venjing mentalt, altso, fyri at fáa betri tamarhald á nervøsitetinum, so ræður tað fyrst og fremst um at luttaka í fleiri altjóða kappingum á høgum støði, so mann fær vant seg til sovorðnar umstøður og karmar og ikki minst tað at skula skjóta ímóti teimum allarbestu í heiminum.
##med3##
Veðrið fær ikki skyldina
Tað hevur verið nógvur hiti í Suðurkorea, síðan teir tríggir føroysku compoundskjúttarnir, Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Jógvan Niclasen komu til landið 1. september, og luftin hevur verið og er ógvulia rálig og slavin. Eisini hevur toran gingið við ógvusligum ælum – 1/48-finalan í morgun mátti sostatt útsetast í 20 minuttir, tí toran gekk.
Jóannes gevur tó ikki veðrinum skyldina fyri heldur laka føroyska úrslitið í HM – í liðkappingini bleiv føroyska liðið næstaftast í innleiðandi úrtøkukappingini og slapp tískil ikki víðari í kappingini.
- Tað hevur verið ræðuliga heitt og ráligt, eisini í innleiðandi kappingini, tá tað harafturat var vindur, sum kom úr ymsum ættum, men veðrið var ikki so vánaligt, at tað skal hava skyldina fyri úrslitið – samanumtikið var avrikið hjá mær einfalt ikki nóg gott, sigur hann.
Nikkel Petersen endaði sum nummar 114 av 121 í úrtøkukappingini til einstaklingakappingina í gjár, og hann er heldur ikki nøgdur við sítt avrik.
- Tad gekk ómetaliga illa fyri mítt viðkomandi, og eg var ikki fyrireikaður upp á henda hitan og fuktigheitina. Eg hevði vónað umleið 25 stig meira í kappingini, men tad riggaði ikki hesa ferð, sigur hann.
Tað var tætt millum skjúttarnar í báðum endum á stigatalvuni, og 25 stig meira til Nikkel, sum fekk 662 stig í úrtøkukappingini høvdu sent hann væl og virðiliga upp um gáttina og á eitt pláss miðskeiðis í 80’unum.
Jógvan Niclasen, sum bleiv nummar 118 við 657 stigum, er hinvegin nøgdur við kappingina, tá hugsað verður um umstøðurnar.
- Veðrið hevur verið ein harður mótstandari, allíkavæl haldi eg, at eg skeyt væl, tá alt riggaði, men so fóru onkrir pílar ordiliga skeivir, og teir blivu mær ov dýrir, sigur hann.
##med4##