favoritmál. Í arbeiði sínum legði hann stóran dent á, at næmingarnir skulu vera fakliga væl fyri. Umframt starvið í Kommunuskúlanum, so undirvísti hann eisini á Føroya Handilsskúla frá 1970-80. Í 1979 gjørdist [...] Sanna Samuelsen, hann úr Havn og hon av Viðareiði. Tey búðu í Hornabø í Havn. Jóhan tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og stravaðist sum lærari í Kommunuskúlanum í Havn, til hann fór úr starvi [...] Men tað skerdi avgjørt ikki lívsvilja hansara, og hann vísti, at tað ber væl til at liva og arbeiði á líka fót við øll onnur hóast hann ikki hevði førleikan at ganga. Hann var limur í skúlaráðnum í Havn
tað er, tá tú hevur kýtt teg – í mínum føri eftir loknan róður klokkan 6.45 á morgni og tá eitt nú ein framløga situr væl á pappírinum, ella ein arbeiðsuppgáva er væl úr hondum greidd. Og Pál Weihe endar [...] Havi onga serliga matuppskrift, men fylgi ráðunum um at eta fjølbroytt, men ikki ov nógv. Hann vísir á, at tað fellir honum lætt at ganga, og gongd skapar bæði likamliga og sinnisliga vælveru. Hinvegin dámar [...] fara til arbeiðis hvønn dag og havi harumframt fitt av granskingaruppgávum framíhjá. Pál Weihe vísir á, at hann eisini roynir at hava nógv samband við onnur fólk, eitt nú við at bjóða teimum til borðhald
avlærdur. Meðan eg var í læru á Skála, hevði eg um kvøldarnar arbeitt á Bakkafrost, eins og eg árini undan hevði verið á virkinum í summarfrítíðini. Eg kendi formenninar á Bakkafrost, og nú eg varð liðugur [...] tilkallaður og eri soleiðis altíð tøkur – á degi sum á nátt. Ólavur er fýra vikur umborð á Norrønu í senn og síðan fýra vikur í landi. - Kona mín er leiðari á dagstovni, og tá eg eri heima, taki eg mær av húsi [...] umborð á Norrønu, og vit hava tosað við maskinstjóran og glyvramannin, Ólav Gunnarsson. Maskinrúmið umborð á Norrønu er stórt og hjá einum, sum ikki hevur havt høvi at verið í maskinrúminum umborð á einum
Tað er gott og sunt av og á at spola aftur og at verða mintur á, hvussu tað áður hevur gingið landi og fólki. Nú 65 ár eru liðin síðani bretsku hersetingina verður róð aftur á aftur tað, sum fyrifórst í [...] trolarar á Havnar vág sum vaktarskip. Seinnapartin komu fimm bretsk skip á Havnina við 250 hermonnum. Tórshøll og Sjón-leikarahúsið vórðu tikin at hýsa hermonnunum, og dagin eftir fóru teir eisini inn á Skálafjørðin [...] at føroyingar vita um, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Føroyar vórðu hersettar fyri 65 árum síðani, og hvussu føroyingar upplivdu krígsárini, bæði heima og burturi og á landi og sjógvi. Í tí sambandinum
eisini mín fyrsta ferð á útoyggj. Og vakur var túrurin yvir hvíttklæddu oyggjarnar, tá tyrlan lætti sær á og løtu seinni settist á Stóru Dímun, har Janus tók ímóti og minti okkum ferðandi á hálkuna, tá vit glað [...] bera oljuna yvir á Dráttin og síðani draga upp, fyri síðani at fáa alt á pláss. Høg og lág vitja í Dímun Nógv fólk hevur altíð vitjað í Stóru Dímun á sumri og Janus og Kinna eru samd um, at á ein hátt livdu [...] vitjaði og gekk túr niðan á oynna, komu innar til ein kaffimunn og fóru síðani avstað aftur, sigur Kinna. Eisini fólk, ið vanliga verða mett sum verandi av "betra slagnum", hava vitjað í Dímun. Á bróstinum
hevur ávirkað heilsuna. - Uppsagnir fóru fram á stovninum, og vit vóru øll óttafull. Sjálvur bleiv eg settur niður í tíð, og tað tók eg mær eitt sindur nær. Á einum fundi í januar mánaði segði stjórin, at [...] Parkinson Tað gekk ikki long tíð, og so fór Elis Poulsen til læknan, tí løgna kenslan í fingrunum og broytingarnar í røddini, fingu hann og hansara nærmastu at stúra fyri álvarsamari sjúku. Leingi gekk hann til [...] so á tann hátt duga vit at taka tað. Vit skilja, hvussu tað er. Eftir at eg hevði fingið staðfest Parkinson, løgdu vit eina ætlan fyri framtíðina, har vit søgdu, at nú broyta vit eitt sindur upp á lívið
hvat hevði hent Peteri, um staturin ikki hevði sent løgguna og sín fitta narkohund vestur á flogvøllin at halda skil á fólki? Maðurin hevði helst enn tann dag í dag verið bundin at rúsevnum, tí hann hevði [...] var nú ella aldrin. Eg reisti meg upp, tók jakkan og teldutaskuna omanfyri og fór í land. Í tí eg gekk ímóti flogvøllinum, sá eg tað, sum eg vónaði, eg aldrin fór at síggja. Marran var fullkomin. Mítt [...] Eg visti samstundis eisini, at eg nú mátti gevast við hesum lívi, eg hevði livað. Nakað soleiðis gekk tað fyri seg, tá ið Peter Chodquik royndi at smuggla hørð rúsevni til Føroya. Rás 2 gjørdi mánadagin
var hóttafall á. Ódnarveður var, og mamman tørvaði læknahjálp og ikki var farandi við báti. Bretskir trolarar lógu á Pollinum í Klaksvík og lækni kom norður at hjálpa. Hann var settur av á Hellunum og síðan [...] starvsfólkunum úti á Ellis og Røktarheiminum í Runavík, sum hevur verið hennara heim seinastu fáu árini. Mia var ikki fullfør og livdi sum brekað í Oyndarfirði næstan alla ævina. Onkuntíð var hon á stovni hóast [...] andilin og sethúsini hjá keypmanninum í Hálvmørk, Jóan Paula Thomsen. Hví trolarin setti læknan av á Hellunum ein óveðursdag tykist løgið, men soleiðis var. Elsta systurin Anna, sum giftist til Skopunar
aftur til Íslands, og í 2000 fór eg at spæla við FH. Tað gekk fínt, inntil eg fekk ein keðiligan skaða. Tá var eg akkurát um at spæla meg inn á liðið, so skaðin kom illa fyri. Tá misti eg áhugan, og eg [...] Íslands at royna seg við FH. - Í 2005 fór eg aftur til FH, og hesa ferð gekk væl. Eg varð í toppform beinan vegin, og eg varð fastur á liðnum. Eg vandi meira enn hinir – 7 – 9 ferðir um vikuna. Eg vandi serliga [...] serligum hosum, sum eg altíð havi á til dyst. Um eg ikki finni hesar hosurnar, verði eg púra ørkymlaður. Eg sovi og eti eisini tilvitað áðrenn dyst Finnur um trúgv - Eg trúgvi á Gud, og eg tosi ofta við Harran
ikki gekk. – Ólavur hevur altíð fingið heilivág fyri epilepsi. Men tá hann flutti á búplássið, fekk hann brádliga heilivág móti bæði aggresiviteti og depressión, hóast hann ongantíð hevði havt tørv á tí [...] Okkara støða er jú á ongan hátt broytt, síðani hann fylti 18 ár, vísir Malena á. Men hóast óteljandi áheitanir til politikarar, eru Malena og øll hini, sum eisini eru í somu støðu, slept upp á fjall. Har er [...] húsinum brotna javnan, tí hann dettur á tað ella tekur tað við í fallinum. Kramparnir koma bæði nátt og dag - og púra óforvarandi. Tað er staðfest, at Ólavur hevur tørv á, at fólk er um hann 24 tímar um døgnið