Johan Samuelsen deyður

Týsdagin bórust deyðsboðini av Jóhan Samuelsen, lærara í Havn, sum andaðist 76 ára gamal.

Foreldrini vóru Magnus og Sanna Samuelsen, hann úr Havn og hon av Viðareiði. Tey búðu í Hornabø í Havn.

 

Jóhan tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og stravaðist sum lærari í Kommunuskúlanum í Havn, til hann fór úr starvi í 2005.

 

Hann hevur undirvíst í søgu og fleiri mállærugreinum, serliga føroyskum, enskum og týskum, sum var hansara favoritmál. Í arbeiði sínum legði hann stóran dent á, at næmingarnir skulu vera fakliga væl fyri. Umframt starvið í Kommunuskúlanum, so undirvísti hann eisini á Føroya Handilsskúla frá 1970-80.

 

Í 1979 gjørdist Jóhan sjúkur og misti likamliga førleikan, soleiðis at hann kom at sita í koyristóli. Men tað skerdi avgjørt ikki lívsvilja hansara, og hann vísti, at tað ber væl til at liva og arbeiði á líka fót við øll onnur hóast hann ikki hevði førleikan at ganga.

 

Hann var limur í skúlaráðnum í Havn frá 1989, til skúlaráðini vórðu niðurløgd um aldarskiftið.

 

Johan hevur altíð verið ítróttarmaður, og var hann ein framúr góður flogbóltsspælari. Eftir at hann misti likamliga førleikan, svam hann nógv og var virkin innan Ítróttarsambandið fyri Brekað (ÍSB) og Meginfelag teirra Brekaðu, MBF, sum nú eitur Megd. Hann hevur eisini luttikið í altjóða svimjikappingum uttanlands.

 

Sum ungur maður fór Jóhan á háskúla í Haslev, og tá skeiðið var av, hevði hann ikki hug at fara heimaftur beinanvegin, men vildi royna okkurt annað og fór tá á háskúla í Eysturtýsklandi, sum tá var.

 

– Tað vakti áhuga mín fyri málinum og var ein orsøkin til, at lærarastarvið gjørdist mítt lívsstarv, segði Johan Samuelsen í samrøðu við Sosialiln, tá hann fór frá sum lærari í 2005.

 

Í hesi samrøðuni, sum Dagny Joensen, sála, sum var blaðkvinna á Sosialinum skrivaði, greiddi Jóhan frá um Kommunuskúlan:

 

»Tá eg kom í starv í Kommunuskúlanum vóru skúlarnir har lagdir saman. Tað var gamli Realskúlin fyri sunnan og Kommunuskúlin fyri norðan, men millum skúlarnar báðar var ein girðing, sum gjørdi, at einki samband var millum skúlarnar, greiðir Johan frá.

 

- Eg minnist einu ferðina, at ein smádrongur kleyv upp í girðingina, og ein gamal lærari í realskúlanum segði: "Nei, gamli, higar kemur tú ikki klúgvandi, men flúgvandi í andanum".

 

Teir gomlu lærararnir hildu ógvuliga fast um, at talan var um tveir skúlar og vildu ikki blanda realskúlabørnini við hini í "gula- skúla". Ólavur Michelsen, sáli, sum tá var býráðslimur, gjørdi bart eitt summarið og tók girðingina niður, áðrenn skúlarnir byrjaði aftur eftir summarfrítíðina.

 

- Fyri at siga tað sum er, so var sundurskiljingin av børnunum í 8. flokki og Realskúlanum ódámlig og ikki rættvís í øllum førum«, segði Johan Samuelsen.

 

32 ára gamal gjørdist Jóhan álvarsliga sjúkur í rygginum og misti førleikan at ganga eftir drúgva sjúkralegu í Danmark.

 

Heimafturkomin noyddust hjúnini at leggja sær gerandisdagin til rættis av nýggjum. Tey høvdu bygt sær hús í Tórfinsgøtu fýra ár framman undan, og børnini vóru 10 ára gomlu tvíburðarnir og yngsti sonurin, ið var bert tvey ára gamal.

 

Við góðari hjálp frá skúlamyndugleikunum her og sjúkrahúsinum í Holbæk, var alt gjørt fyri at fáa ein so vanligan gerandisdag sum til bar, greiðir Jóhan frá í áðurnevndu samrøðu:

 

»Neyðugt var m.a. at gera eina lyftu í Kommunuskúlanum, og tá tað kom til spurningin, hvør skuldi gjalda, var Arnskov, skrivstovustjóri á Ríkisumboðnum og leiðari av skúladirektiónini, tá verandi hægsti skúlamyndugleiki her á landi, góður stuðul.

 

Hann segði, at almennur skúli og haraftrat alment valstað má hava atgongd fyri øll, so kommunan átti at gjalda fyri lyftina. Somuleiðis gekk hann ikki í smáum skóm, tá talan var um 120 daga regluna um uppsøgn ella ikki. "Vi venter og ser tiden an" segði Arnskov. Hann var ein búgvin fólksins tænastumaður, so eg slapp undan uppsagnarhóttanini og tí sum kundi koma í hjalarvørrinum av støðu míni«, greiddi Jóhan Samuelsen frá í áðurnevndu samrøðu við Dagny Joensen.

 

Johan var giftur Johonnu, f. Clementsen, úr Elduvík. Tey eiga trý børn: Bergur, Birita og Magnus.