ov nógv. Tí sigur hann, at koppsetingarbólkurin fer at taka málið upp í næstu viku fyri at greina hagtølini gjølligari fyri at vita, um okkurt skal gerast fyri at fáa fleiri at fáa sær ta triðju sproytuna [...] , sigur, at tað eru eisini ómetaliga fá, av teimum 5-11 ára gomlu, sum eru koppsett. Tey halda eisini, at tað hevur sínar orsøkir til, at so fá verða koppsett nú. Ein forkláring er helst, at nú eru tað [...] fingu tilboðið um at koppseta seg, men síðani varð aldurin minkaður niður í fimm ár. Fyrst var tað eitt tilmæli, at tey 5-11 ára gomlu vórðu koppsett, men seinni varð tað broytt til einans at verða eitt tilboð
stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, at tað eru nógv ynski tá ið ein ferðaætlan verður løgd og tað royna tey at hugsa um. Hon sigur, at støðan er tann, at tey flestu vilja sleppa til Danmarkar so tíðliga [...] kvøldið. Tað er fyri at hava betri samband við flogfør ímillum Keypmannahavn og umheimin. Men hon lovar samstundis at hyggja upp á trupulleikan hjá suðuroyingum fyri at vita um nakað er at gera. Trýst á pílin [...] ##med2## Í gjár skrivaðu vit um, at Atlantsflog hevur broytt ferðaætlanina, soleiðis at nú er tað bara eitt flogfar um dagin, bæði leygardag og sunnudag. Men hjá suðuroyingum eru túrarnir um leygardagar
Bretska drotningin, Elizabeth, vil, at hertuginnan Camilla fær heitið sum drotning, tá Charles prinsur einaferð verður kongur. - Tað er mítt inniliga ynski, sigur drotningin. Sambært tíðindastovuni NTB [...] NTB hevur Elizabeth sagt hetta í samband við, at hon nú hevur sitið á trónuni í 70 ár. Drotning Elizabeth, sum er fødd hin 21. apríl í 1926, hevur verið drotning síðan hin 6. februar í 1952.
hann takka løgregluni fyri, at hann ikki longu tá varð fyribeindur framman fyri eygunum á familju síni á einum hotelli norðan fyri Helsingborg. Svenskir miðlar vita at siga, at maðurin hevur verið eitt mál [...] so teir altíð kundu fylgja við, hvar maðurin var. Tað var soleiðis á vári í 2020, at fíggindar hansara fingu frænir av, at hann var á einum hotelli norðan fyri Helsingborg saman við familju síni. Ein av [...] menn, sum sambært vitnum runnu burtur av staðnum eftir tilburðin, og í eftirlýsingini sigur løgreglan, at báðir menninir - "muligvis" - síggja arabiskir út.
Rasmussen. Einki handrit eru komin inn enn, og hóast væl er útliðið, minnir bókhandlarafelagið á, at enn ber til at vera við í kappingini um skaldsøguna. Freistin er sum nevnt tann 1. mars 2022. [...] Norðurlandahúsinum í novembur, fær 75.000 krónur umframt útgávusáttmála við forlagið. Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður à 2.000 eindir við millumrúmi [...] nir skipa fyri. Undanfarnu kappingar hava eydnast væl, men bókahandlarnir og forlagið eru samd um, at gott pláss er fyri fleiri føroyskum skaldsøgum. Teir føroysku bókahandlarnir eru H.N. Jacobsens Bókahandil
ð hækka einaferð um árið Men í Føroya Arbeiðsgevarafelag siga tey, at hetta ber ikki til. Tey vísa á, at landsstýrið sigur sjálvt, at kringvarpsgjaldið er ein beinleiðis skattur, tí tað er eingin samanhangur [...] Ætlanin hjá landsstýrinum at hækka kringvarpsgjaldið á hvørjum ári er ólóglig. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, ætlar at leggja eitt uppskot fyri [...] skal hækkast tvey prosent á hvørjum ári. Í hesum sambandi er ætlanin at kringvarpsgjaldið skal prístalsviðgerast og tað merkir at tað skal hækka, púra sjálvvirkandi, tvey prosent um árið. Les meiri her:
í gjárvøldið, samtykti býráðið í Vága kommunu nevniliga at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági. Eftir ætlan verður arbeiðið at gera økini byggibúgvin bjóðað út um nakrar fáar vikur, sigur [...] kommununi. Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at øki verða boðin út til aðra bústaðarbygging. Arbeitt verður somuleiðis við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum. Nógv [...] Nógv bygging erí Sandavági, har fleiri sethús eru í ger. Í gjárvøldið samtykti býráðið at fara undir at útstykkja níggju grundstykkir til sethús, og grundstykki til einar 12 íbúðir afturat í Sandavági.
Húsavík er. Tí vil hann nú hava Løgtingið at játta Húsavíkar Kommunu tvær milliónir í stuðuli at umvæla skaðarnar aftur fyri. Men annars annars heldur hann eisini, at hesi viðurskifti mugu skipast betri. Vit [...] við, samstarva um at veita endurgjald, tá ið slíkir skaðar henda, heldur hann. – Tað tykist, sum um at veðurlagsbroytingar hava ávirkan á veðrið um okkara leiðir, og vit eiga at hava eina fíggjarliga [...] Løgtingið eigur at játta Húsavíkar Kommunu tvær milliónir til at umvæla skaðar aftur, sum eru hendir í ódnarveðri. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og tað hevur nú lagt uppskot fyri
Hóskvøldið skal býráðið taka støðu til eitt uppskot um at samtykkja at heimila umsitingini at fara undir forkanningar um møguligar loysnir fyri eini eyka høll í Gundadali. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna [...] um eina dupulthøll. Hugsanin er bæði at kanna bygging av høll afturat verandi høll, og eisini at bygd verður nýggj dupulthøll. – Kanningarnar verða gjørdar fyri at fáa betri grundarlag fyri politiskari [...] rímiliga umfatandi umvælingar komandi árini, siga tey úr kommununi. Í sambandi við ætlan um at útbyggja er hugsanin at gera forkanningar viðvíkjandi ymiskum byggiloysnum, herundir loysnir við undanframleiddum
plaga at koma til Føroya við jøvnum millumbilum at kobla av og taka sær av løttum. Herfyri fortaldu teir báðir á Instagram, at teir eru farnir at læra seg føroyskt. Teir bóðu fylgjarar sínar um at gita [...] hvørji tíðindi teir fóru at avdúka. Onkur gitti, at teir fóru at flyta permanent til Føroya, men tað mátti Hans Pilgaard siga nei til. Tá avtornaði vísti tað seg, at teir eitt nú fara at læra seg føroyskt. Ekstra [...] men hugnaligt. Eftir mínum tykki er tað at læra seg málið tann besti mátin at integrerast í einum nýggjum staði, sigur Hans Pilgaard við EB.dk. Teir duga longu at siga nøkur orð og nakrar setningar á føroyskum