Tað var ein 36 ára gamal svii, sum varð skotin og dripin á Vesturbrúgv í Keypmannahavn í gjárkvøldið, og sambært donsku løgregluni hevði maðurin eitt ávíst tilknýti til bandaumhvørvið. Tá løgreglan í dag kunnaði tíðindafólk, vildi Lars-Ole Karlsen ikki greiða í smálutum frá tilknýtinum hjá svianum til bandaumhvørvið.
Men, sambært svenskum miðlum hevur maðurin, sum nú er deyður, verið í miðdeplinum í nógvum blóðugum bandastríði í Svøríki. Á vári í 2020 kundi hann takka løgregluni fyri, at hann ikki longu tá varð fyribeindur framman fyri eygunum á familju síni á einum hotelli norðan fyri Helsingborg.
Svenskir miðlar vita at siga, at maðurin hevur verið eitt mál í einum fløktum bandaumhvørvi, sum eisini hevur røtur í øðrum londum, og klokkan 20.34 í gjárkvøldið varð hann so skotin og dripin á opnari gøtu á Vesturbrúgv. Hansara fíggindar hava umrøtt og samskift um, hvussu teir kundu gera enda á honum.
Sambært svenskum miðlum gjørdist lívið hjá 36 ára gamla svianum rættiliga vandamikið longu fyri tíð síðan, tá fíggindar hansara í loyndum settu ein gps-sendara á bilin hjá honum, so teir altíð kundu fylgja við, hvar maðurin var.
Tað var soleiðis á vári í 2020, at fíggindar hansara fingu frænir av, at hann var á einum hotelli norðan fyri Helsingborg saman við familju síni. Ein av fíggindunum fekk sær kamar á sama hotelli, men tá tilrættaleggingin av drápinum var í gongd, fekk løgreglan frænir av hesum og bjargaði manninum í tryggleikan.
Eftir drápið á Vesturbrúgv í gjárkvøldið, hevur Københavns Politi í dag eftirlýst tveir menn, sum sambært vitnum runnu burtur av staðnum eftir tilburðin, og í eftirlýsingini sigur løgreglan, at báðir menninir - "muligvis" - síggja arabiskir út.